Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 115 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Peningagreði í landsins leiðslu Frank Davidsen HAVI ONNUR STÓRMÁL AT HUSA UM. Soleiðis svarar løg­mað­ur nú fjølmiðil set­ur hon­um spurningin, hví hann knapp­liga hev­ur broytt støðu við­víkj­andi løn­um lands­stýr­ is­manna, tá hes­ir fara aftur í Løgtingi. Tað er fleiri ferðir hent, at løg­tings­lim­ur aft­an á at hava ver­ið lands­s­týr­is­mað­ ur í nakr­ar krák­u­mán­að­ir, so kann viðkomandi seta seg aft­u­r í flógva løgtingsstólin, við tveim­un lønum. Í flestu før­um í eitt hálvt ár við 38.000 krón­um um mánaðin. Lat tað bein­an­vegin verða sagt, at um­boð ur øllum pol­ it­isku flokkunum, hava verið unt­ir hesa margháttligu sam­ sýn­ing, sum lógarheimild er fyri. Sum løg­tings­umboð meinti sit­andi løg­mað­ur fyri nøk­r­un ár­um síðan, at tað líkt­ist ong­um, at lands­stýr­ is­menn skuldu fáa í posa og sekk. Tí setti hann saman við øðr­um góðun monnum eitt lóg­ar­upp­skot fram. Í mill­um ann­að, so stóð í lóg­ ar­upp­skot­i­num »Upp­skot til løg­tings­lóg um broy­ting í løg­tings­lóg um samsýning og eft­ir­løn landsstyrismanna«. Grund­gi­v­ið var ímillum ann­ að so­leiðis. »Tí verður skotin upp tann ein­falda broyting, at onn­ur almenn løn í sama tíð­a­r­skeiðið verður mót­ rokna. Hetta merkir, at bert tann hægra lønin verður út­ gold­in«. Ikki tí, vit hava óteljandi ferð­ir verið vitni til, at løg­ mað­ur sig­ur eitt í dag, meðan hann snar­ar 180 gradir dagin eftir. Eis­ini hevur hann fleiri ferð­ir sagt beinleiðis ósatt, enn­tá alment. Fyrst segði hann, at hann als ikki hevði ver­ið á einum vissun fundi. Men nakrar dagar aftaná, við­gekk hann, at tað var hann sjálvur sum hevði kalla inn til fundin. At vit hava ein løg­mann, ein stjórnarleiðari við so­vorðn­um peningagreði, at hann broytir meining, alt eft­ir um tað tænir honum sjálv­um peningaliga ella ei, tað er langt úti. Kann ikki lata verða við, at hugsa um mína støðutakan, tá eg sum valt løgtingsumboð knapp­liga fekk tvær lønir flutt­ar. Lønin sum tollari var um­leið 15.000, meðan løg­ tings­løn­in var umleið 13.000 krón­ur minn­ist eg rætt. Illa við og ikki sørt skelkað­ur ringdi eg til Gjaldstovuna, at spyrja um tað var rætt, at eg skuldi hava tvær lønir. Svarið var, at hetta var fyrstu ferð, at nakar hevði sett teimun so­vorðn­an spurning.. Og tað var eingin lógaheimild í gav Gjaldstovuni rætt til at aft­ur­ halda tí einu lønina. Eg gjørdi so av minum ein­ting­um eina avtalu við Gjald­stov­una, har eg hvørja viku send­ið eitt skjal, har eg vátt­aði hvussu nógvar dag­ar eg ikki var til arbeiðis sum tollari á flogvøllinum. Eft­ir hesum leisti, so trekti Gjald­ s­tovan meg í løn teir dag­ar­ nar eg ikki var tøkur á flog­ vøll­i­num At okkara stjórnarleiðari nú sig­ur seg ikki hava orku til at broyta samsyning og løn lands­styrismanna, eina og a­leina tí at nú koma tær mán­að­ar­ligu 28.000 krónur vænt­andi í hansara lumma, tað sig­ur nógv um hansara etik og moral. Skjót ein hvítan (golf)bólt eftir Oyggjaleikunum Siggert Patursson Formaður Bóndafelag Føroya Síðstu tíðina hevur fleiri ferðir verið frammi í fjølmiðlunum, at oyggj­a­leik­ ir­nir møguliga ikki kunnu hald­ast í Føroyum vegna trupul­leikar av at fáa til høld­ar neyðugt øki til golf­ vøll, sum ivaleyst er eitt krav fyri at sleppa at hýsa oyggja­ leikunum. Bæði ÍSF-for­mað­ ur­in og borgarstjórin í Havn hava kært sína neyð, og leggja stórt trýst á mynd­ug­ leik­ar­nar um at loysa hend­ an trup­ul­leika. Hesin trupuleikin er ikki nýggj­ur, og er tað einki løgi í tí, at hetta er ein trup­ul­ leiki, tí ein golfvøllur er sera krevj­andi, tá pláss um­ræður, tað skal vera sera nógv til av tí, uml 50-60 ha (500.000- 600.000m2) og tað er kostn­ að­ar­mikið. Tað hevur altíð verði trup­ ult at fáa hendur á øki, lík­a­ mik­ið hvat endamálið hev­ur ver­ið, hetta skyldast al­oft­ast tað skipan vit ar­beiða eftir. Tað er soleiðis at tá lendi skal takast frá bónda, tað kann vera land ella kommuna ið vilja byggja havn­ir ella gera útstykkingar v.m. so ferð eitt sera tungt app­ arat í gongd. Tann ið tørv­ar lendi skal kjeypa lendi frá Búnaðarstovuni, Bún­að­ar­ grunnin ferð avstað við pen­ ing­inum og bóndi/festarin fær einki, tað ger sjálvandi tað at eingin bóndi vil av við lendi, tí hann missir ikki bara lendi men eisini inntøku og møgu­leikar. Úrslitið av hesi skipan er at bónd­in sum er, fyri skotum vel­ur at fara í skotgrøvina, at verja seg og roynir at halda stand sum longst. Om­an­fyri nevndu trup­ul­ leik­ar valdi Fiskimálaráðið at gera nak­að við. Fyri at sleppa undan kost­ n­að­inum av at fáa lendi til golfvøll, var gjørd ein skip­ an so at tann mynd­ug­leiki, sum ætlaði at gera slíka íløgu kundi leiga lendi. Og fyri at fáa bóndan úr skot­ grøv­ini, fekk hann møg­u­ leika til at samráðast við leig­aran um møguligt end­ ur­gjald fyri ampar, mista inn­tøku, endurgjald fyri gjørd­ar íløgur o.l. tað er ikki meira enn rímiligt. Á hendan hátt var møguligt hjá øllum pørt­um at fáa eina virðiliga loysn. Lóg­aruppskot varð smíð­ að, og borið Tinginum sum van­ligt er, hagani í vinn­u­ nevnd­ina og til hoyringar hjá av­varð­andi pørtum. Tá ar­beiðið er liðugt og all­ir partar hoyrdir, visir tað seg at Kommunusamskipan Før­oya og onnur hava fing­ið vent upp­skot­i­num á høvdi, soleiðis at bón­d­ in er skúgvaður til viks, og peningur fyri møgu­ligt end­ urgjald skal í Bún­að­ar­grunn­ in, t.v.s. beint í­móti enda­ málinum við upp­sko­t­inum. Støðan nú.: Bøndurnir hava grivið grøvina longur nið­ur. Og Komm­unusamskipan Før­oya hevur (golf)kølla lei­ g­ar­an (kommununa) í beini. Nið­ur­støða: møguliga eing­in golfvøllur enn. So “skjót ein hvítan golfbólt eft­ir oyggjaleikunum”. Kósin eitur Framsóknarpolitikkur - við eini handilsligari fiskivinnu, einum kappingarførum skatti og eini styrktari uttanríkistænastu Framsókn Í røðu síni undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2014 segði Poul Michelsen, formaður í Framsókn, m.a. - at ein nýggjur fiskivi­ nnu­politikkur er treytin fyri, at vit kunnu venda gongdini í samfelagnum og aftur síggja framburð, menning og fólkavøkstur. Tað ber ikki til bara at taka tilfeingisgjøld úr fiskivinnuni, uttan at vit fáa ein nýggjan fiski­ vinnupolitikk, og at gjøld­ ini eru kjølfest í eini marknaðarstýrdari heild­ar­ ætlan. - at lønarskatturin má nið­ur, so vit tryggja kapp­ ing­arførið. Skatta­politikk­ ur­in hjá landsstýrinum var illa umhugsaður. Hann má tí broytast, at besta boðið er skattauppskotið hjá Framsókn, “Ein kapp­ing­ arfør skattur”. Tvær ferð­ir hava vit í Framsókn sam­ an við Tjóðveldi og Javn­ aðarflokkinum roynt at broyta skattalógina soleiðis • at meðal inn­tøkur­nar skuldu fáa størri skatta­lætta • at barnafamiljurnar skuldu fáa størri fíggjarligan styrk • at hetta varð gjørt uttan at taka nakað frá teimum, sum hava fingið lætta – tí fólk mugu kunna líta á skipanina. • at fíggjar­ætlanar­upp­ skotið ongan annan pol­it­ iskan boðskap hevur, enn at landsstýrið roynir at rætta teir skeivleikar, tað sjálvt hev­ur gjørt innan játtanirnar til mentan, hægri lesnað og alm­annaveitingar. • at landsstýrið við fløkt­ um og sera ivasomum grund­gevingum roynir at burt­urforklára, at fíggjar­liga undirskotið fyri 2013 verður 450 milliónir krónur og ikki 240 milliónir. Tað er sera umráðandi, at vit ásanna, at fíggjarpolitikkurin er mis­ eyd­naður, og at vit í felag leggja eina nýggja og tryggari kós. • at tað ikki er alt av­ ger­andi, at undirskotið á fíggjarlógini er burtur í 2016, men at vit halda fast um, at hetta eigur at eydnast við teim­um ovurhonds stóru virð­um, sum seinastu trý árini eru komin í føroyska bú­skapin úr alivinnuni og uppisjóvarvinnuni – vit tosa um millum 1,5 og 2 milliardir krónur! • at vit skulu økja um okkara uttanríkispolitiska virk­semi. Vit skulu økja um marknaðarmøguleikarnar og vera virkin í teimum londum, sum hava vaks­ andi búskap. Undir uttan­ rík­ispolitiskari leiðslu eigur eitt samráðingartoymi við fremstu serfrøðing­um okk­ ara at hava ábyrgdina av øllum teimum samráðingum og avtalum, sum vit hava og gera við onnur lond. Tað, vit seinastu árini hava mist av skeivari raðfesting í okkara uttanríkispolitiska arbeiði, eru ikki smápengar.