Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 115 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi www.ab.fo: John Norðbuð venjari hjá 2.deild: Ímóti endanum á kappingini var nógvur spenningur, men her mátti so seinasti dystur til, áðrenn vit kundu kalla okkum gullvinnarar. www.b36.fo: Við bit og slit: Við 11 móti 10 og 2-1 leiðslu tóktist sigurin á TB púrasta vísur, men seinasti hálvi tímin gjørdist nógv meira spennandi, enn vit ætlaðu. www.hb.fo: Tað stutta av tí langa er, at betra liðið vann. ÍF vildi tað meira í dag, og tí høvdu teir uppiborið sigurin. Okkara fáa møguleikan at seta tingini uppá pláss um 14 dagar, tá aldursforsetin vitjar Gundadal. www.tb.fo: Er vónin brostin? Stóri spurningurin, ið vit nú standa eftir við, er um vónin nú er brostin? Matematiskt og teoretiskt er møguleikin har enn. www.vikingur.fo: Í hesum dystinum orkaði okkara verja at renna álopið hjá EB/Streymi av. Miðjan var nóg kvik og nóg røsk til, at hon saman við verjuni orkaði at steðga álopunum á okkara mál, og okkara álop orkaði at renna frá verjuni hjá EB/Streymi. www.07vestur.fo: Í dag er staðfest, at 07 Vestur verður at síggja í 1. deild komandi ár. Camara legði okkara menn á odda, men NSÍ svaraði aftur, og endaliga úrslitið gjørdist 2-4, sum matematiskt ger yvirlivingina ógjørliga. www.nordlysid.fo: Landsliðsleikari sigur við Norðlýsið, at hann ynskir at spæla fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag í 2014. Talan er um gamlan kenning í KÍ. 28 ára gamli Kareem Smith spældi í 2007 eitt stutt skiftið í KÍ, Heimasíðurnar skriva: Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen Tað er stórur áhugi frá føroyskum feløgum fyri at fáa fingarnar í landsliðsframherjanum, Jóan Símun Edmundsson FÝRA lesarar vunnu atgongumerki hesaferð. Tveir til Kasakstan-dystin, og tveir til Eysturríkis-dystin. Tvey sms til ÍF - HB og tvey til AB - KÍ I llbønirnar hjá Brian Kerr eru ikki at taka feil av. Í brotum, sum eru at finna á Youtube frá heima­dystunum móti millum annað Fraklandi og Litava, sæst og hoyrist føroyski landsliðs­ venjari brøla eftir hjálpardómaranum og 4. dómara. »That’s a terrible challenge and you saw it« – »You respect me, have you ever managed a team« – »No yellow card? That’s three yellow cards you haven’t given. We are a small nation, I know« – »That’s a foul. Right in front of you. We are a small nations, I know«. Nakað soleiðis sigur Brian Kerr og bjóðar dómara­ valdinum í altjóða fótbólti av. Fyri tað um vit eru ein lítil tjóð, so krevur Brian Kerr, at vit fáa okkara rætt. Um tað er í ordan at rópa soleiðis eftir dómara­ num og hansara hjálparfólkum skal verða ósagt, men tað vísir hvørtfall ein landsliðsvenjara, sum vil nakað. Tá hann kom til landið fór hann í hvønn krók í hvørjari deild at hyggja eftir fótbólti. Tað endaði millum annað við, at hann gav Palla Augustinussen, sum tá spældi í 1.deild við FC Suðuroy, mæguleikan at koma á landsliðið. Hann gjørdi sítt heimaarbeiði og vísti øllum spælarunum í 1.deild tá, at um tit stríð­ ast fyri tíð, so er møguleikin til staðar. Hann vardi eisini sínar spælarar til tað seinasta. Helst kendasta støðan var tá hann fór í kríggj við italska Fótbóltssambandið, tí hann ikki slapp at venja á venjingarstøðuni hjá Fiorentia, tí tað bleiv um­vælt. Hann gekk eisini undir at vera eitt torførur at samstarva við, tí hann ikki var sinnaður at geva seg í sínum krøvum. Hann var okkara maður, hava fleiri landsliðsspælarar sagt um Brian Kerr. Hann fekk eisini sínar sigrar móti Litava og Estlandi. Lars Olsen hevur ikki á sama hátt megnað at fingið okkum at trúgva upp á okkum sjálvar. Meðan Brian Kerr gekk høgt upp í smálutir og var altíð væl fyrireikaður. Lars Olsen segði, at hann var mismæltur, tá hann gav skeivar upplýsningar á tíðindafundi herfyri um landsliðið hjá Kasakstan, men tað eru fleiri, sum vilja verða við, at landsliðs­ venjari stutt og greitt ikki brennur fyri at vera før­ oyskur landsliðsvenjari. Í næstum skulu vit spæla móti Kasakstan og Eysturríki. Hetta er lond, sum sjálvandi eru nógv betri enn vit sambært Lars Olsen, men eg kann heilsa og siga, at vit hava spælt tveir dystir á heimavølli móti Eysturríki og tveir móti Kasakstan – vit hava ongan tapt! Vit hava vunnið tríggjar, tveir móti Kasakstan í 2003, og so søguligi sigurin móti Eysturríki í Lands­ krona. Hin dysturin móti Eysturríki endaði við javn­ leiki 1-1. Tað var í 2008. Lars Olsen, nú hevur tú verið landsliðsvenjari í skjótt tvey ár. Vís nú, at tú veruliga vilt hetta. Gev okkara spælarum íblástur til at stríðast og vinna á yvirmaktini! Lars, vís at tú vilt hetta! Ítróttar klumman Tróndur Arge Stórur føroyskur áhugi fyri Jóan Símun Tróndur Arge Hann boðaði fyri kortum frá, at hann er sinnaður at venda heim til Føroyar fyri at spæla fótbólt, um ævintýrið sum yrkisfótbóltsspælari ikki eydnast í næstum. Sum skilst eru nøkur av feløg­unum, sum hava víst honum áhuga millum annað HB, KÍ og B68. Umframt at onnur eisini hava havt fyri­ spurningar frammi hjá tofta­ manninum. Jóan Símun Edmundsson hevur sáttmála árið út við Viking Stavanger í Noreg, men tað er nú vist, at tann sátt­málin ikki verður longdur. Hægstu raðfesting hev­ur ein nýggjur sáttmáli í út­land­ inum. Her er tó avgerandi at tað ikki er ov langt til spælitíð. Nakað, sum Jóan Símun hevur fingið lítið av síðani hann pakkaði taskuna og flutti til Newcastle og síðani víðari til Stavanger. HB hevur ongan veruligan áleypara og teir vístu stóran áhuga fyri Arnbirni Hansen undan hesum kappingar­ár­ inum. Nú verður allarhelst Champions League fótbóltur á skránni komandi ár. Tað er nakað, sum helst kundi verið áhugavert hjá Jóan Símuni at roynt. Hin nærliggjandi møgu­ leikin er barndómsfelagið, B68, sum er flutt upp í bestu deild­ina. Sum skilst, so verður ong­ in avgerð tikið um at koma til Føroyar fyrr enn allir stað­fest er, at ongin møgu­ leiki er at halda fram við at spæla yrkisfótbólt uttanfyri Føroyar. trondur@sosialurin.fo Nú skal Jóan Símun klippast! Undan seinasta landsdysti móti Týsk­ landi, varð Jóan Símun Edmundsson kosin til tann spælaran á landsliðnum, ið mest hevði brúk fyri at klippa sær. Tað vósu hárfríðknardamurnar, Lissi Mouritsen og Vivian Unadóttir, sum valdu toftamann, sum nú hevur eina fingið tíð á Salong Bronx undan komandi landsdystunum Holst skaddur Christian Lamhauge Holst byrjaði inni fyri Silkeborg um vikuskiftið, men mátti fara av vøllinum fyri skaða longu í fyrra hálvleiki. Tað er óvist hvussu álvarsligur skaðin er, men tað kemur óiva at ávirka upptaktina til lands­dystirnar móti Kasak­ stan og Eysturríki. Christian Lamhauge Holst hevur stóran týdning fyri føroyska landsliðið og tað er ein dyggur smeitur um hann ikki verður tøkur til dystirnar. Tað gongur annars einki hjá Silkeborg, sum tapti 2-1 fyri FC Vendsyssel. Ári Mohr Jónsson var ikki við. Viljormur aftur við Viljormur Davidsen hevur vunn­ið sær fast pláss á vinstra bakki hjá Velje, sum um vikuskiftið vann ann­an dystin á í næst bestu donsku deildini. Viljormur spældi allan dystin og tykist verða væl fyri undan lands­dyst­ unum móti Kasakstan og Eysturríki. trondur@sosialurin.fo