mánadagur 7. oktober 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 115
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
B68 og Skála hava tryggjað
sær pláss í bestu deildini
næsta kappingarár. Niður úr
bestu deildini fara 07Vestur
og TB ella KÍ. Niður úr
næstbestu deildini fara B71
og næstbesta liðið hjá tí
felagnum, sum saman við
07Vestur eisini flytur niður
úr bestu deildini. Upp úr 2.
deild og í 1. deild flyta AB og
NSÍ.
Hóast tað ikki enn er
endaliga greitt, hvussu næst
besta deildin fer at síggja út
næsta kappingarár, so er tað
longu nú greitt, at tað bara
verða trý av teimum tíggju
liðunum í 1. deild, sum í 2014
fara at kappast um tey bæði
plássini, ið fara at bera rættin
at luttaka í bestu deildini í
2015, við sær.
Talan
verður
um
FC
Suðuroy og 07Vestur og so
TB ella KÍ. Saman við teimum
verða sjey lið, sum eru tey
næstbestu hjá feløgum, ið
eisini eru umboðað í bestu
deildini. Talan er um HB,
B36, Víking, EB/Streym, KÍ,
NSÍ og AB.
Í 27. og síðsta umfari, sum
var á skránni leygardagin,
fekk B68 handaðar gullkrón
urnar eftir 5-1 heimasigur
ímóti B71, sum flytur niður
í 2. deild. Jónleif Højgaard
skoraði tvey av málunum hjá
B68. Harvið varð hann ovast
á máltindinum í 1. deild við 24
málum.
Skála spældi síðsta heima
dystin á nýggja graslíkinum
á heimavøllinum. Tað gekk
ikki so væl, sum tað varð
roknað við, tí teir næstbestu
hjá EB/Streymi fóru til hús
við 4-3 sigri, eftir at Skála
var frammanfyri 3-2, tá ið
tað restaðu gott og væl tjúgu
minuttir.
Næsta ár vera tað bara 07Vestur, FC Suðuroy og TB ella KÍ, sum fara at kappast um at flyta upp í bestu deildina
KÍ kvinnurnar eru á veg ímóti meti í kvinnukappingini, sum ikki verður tikið nógvu tey fyrstu árini
Trý lið kappast um tvey pláss
FM fyri 14. ferð
fótbóltur
Jóannes Hansen
Tað er eingin slingur í
valsinum hjá KÍ kvinnunum,
sum nú fyrireika seg til síðsta
dystin í hesum kappingar
árinum. Hann verður leygar
dagin í Fuglafirði. Tølini siga,
at tað framvegis er spenn
ingur í, tí KÍ er bara eitt stig
og betri málmun framman
fyri EBS/Skála.
Men eingin ivast í, at av
gerðin um, hvør fer at vinna
FM, mest sum fall, tá ið KÍ 11.
september vann 1-0 á heima
vølli ímóti EBS/Skála.
Í gjár smurdi KÍ AB av við
9-0.
Maria K. Thomsen hevur
skorað 23 mál, og Rannvá
B. Andreasen hevur skorað
21 mál. Onnur teirra verður
ovast á máltindinum. Ímóti
AB skoraði Rannvá tríggjar
ferðir, meðan Maria einki
mál skoraði.
EBS/Skála syrgdi við 1-0
sigri á B36 í Gundadali fyri,
at tað undan síðsta umfari
bara er eitt stig millum tvey
tey fremstu. HB vann 6-1 á
heimavølli ímóti ÍF. Næst
síðsta sunnudag vann KÍ 6-1
á HB í Gundadali. KÍ kvinn
urnar vilja ikki hoyra, at tað
er so púra upplagt, at tær
leygardagin fara at vinna FM
í Fuglafirði, men tølini siga,
at tað er ógvuliga sannlíkt,
at tað verður soleiðis.
Sum tað varð nevnt fyri
einari viku síðani, so hevur
KÍ vunnið FM øll árini síðani
2000. Metið í meistaraheitum
eiga menninir hjá Skonto
Riga, sum hava vunnið fjúrt
an ferðir ella eins ofta og KÍ,
um tað leygardagin eydnast
teimum í Klaksvík at vinna
FM.
Fyri viku síðani varð sagt,
at í kvinnukappingunum
eigur
Arsenal
næstflest
meistaraheiti á rað. Kvinnur
nar í stóra London felagnum
hava verið meistarar níggju
ferðir á rað. Tann sigurs
røðin endaði í summar, tá
ið Liverpool vann enska
meistaraheitið í kappingini
millum
kvinnuliðini,
og
harvið fara tað at ganga nógv
ár hjá Arsenal kvinnunum,
um tær ætla sær at taka
metið hjá KÍ kvinnunum.
Mynd: Álvur Haraldsen
Sí fakta á
www.faroesoccer.com