Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 114 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Áki Bertholdsen – Hesi 15 árini, felagið hevur virkað síðani okt­ ober 1998, hava úrslitini eftir umstøðunum verið nøkt­andi, sigur nevndin í frá­boðan, sum varð send út leyg­arkvøldið. Yngru deildirnar hava fingið góð úrslit, og besta kvinnuliði hevur somuleiðis fingið góð úrslit seinru árini. – At vera í fremstu røð hevur kravt nógv av fel­ag­ num. Men nú nýggj fim­ leikahøll skuldi byggjast, og felagið av hesi orsøk ikki hevði nakran heimavøll í Runavík, gjørdi nevndin í felagnum av, at vit skuldu taka okkum úr fremstu deildini og í staðin leggja orkuna í at menna egnar leikarar til felagið. Fyri at felagið skal kunna virka uttan ein heimavøll, krevst kortini at tað fær húsarúmd at venja í. – Nevndin í Tjaldur metti ikki, at ta varð nakar trup­ul­ leiki, um so var, at vit máttu koyra yvir á Skála at venja. Eins og vanligt hevur verið hini árini, søkti Tjaldur Runavíkar kommunu um tím­ar í Ítróttarhøllini á Skála. – Svarið var heldur ullint, og úrslitið var eisini, at tá túrurin var komin til Tjaldur at fáa tímar í høllini, vóru eingir tímar eftir, sigur nevndin. – Hetta hava vit nú í tveir mánar roynt at fingið í rætt­ lag, men uttan úrslit. Og nú kappingin fer í gongd í vikuskiftinum, hev­ ur Hond­bóltsfelagið Tjaldur enn ikki vant í nakrari ítrótt­ arhøll. – Tað er tí við serstøkum kenslum, at vit í kvøld boða frá, at nevndin fyri Hond­ bólts­felagið Tjaldur leggur frá sær, og at alt virksemið heldur uppat, sigur nevdin, sum takkar øllum 150 íðk­ andi limunum, teimum 30 venj­arunum og øllum eld­ sálunum fyri tann stuðul tey hava veitt felagnum gjøgn­ um árini. – Vit eru hørm um hetta úrslit, men sum støðan bleiv, er eingin møguleiki at halda fram við virkseminum, sigur nevndin. Hilmar Jan Hansen Í fjør var Neistin einaráð­ andi í allari landskappingini og tapti ikki ein dyst, fyrr enn í aðru finaluni ímóti Kyndli. Nú er eitt nýtt ár, og alt bendir á, at hetta í øllum førum verður eitt sindur øðrvísi. Í gjár misti Neistin í sínum fyrsta dysti stig, tá tað bleiv til javnleik ímóti Kyndli. Neistin sá annars út til at hava gott tamarhald á tí mesta og hevði munin tað nógva av fyrra hálvleiki – eitt skifti vóru tær bláu á odda 9-4. Men so byrjaði Kyndil at koma fyri seg og fekk minkað munin niður í tvey mál í steðginum. Í seinna hálvleiki bylgj­aði tað aftur og fram, so Kyndil fyrst var frammanfyri og síðani Neistin, men síðstu fimm minuttirnar fekk Kynd­ il vart so mikið væl, at tað at enda eydnaðist at vinna seg upp á javnleik, 15-15. Sum skilst, var tað yvirhøvur fyri bæði lið galdandi, at verjuspælið var gott og málverjarnir tóku nógv, meðan tað knípti við álopsspælinum. VB vann greitt VB, sum kanska eitt sindur óvæntað mátti lúta fyri Stjørnuni í fyrsta dystinum, sum var á útivølli fyri viku síðani, vísti størri styrki í sínum fyrsta heimadysti, sum var í gjár ímóti StÍF. Tá avtornaði, vann VB dystin við seks málum, 29-23. Nokk so skjótt hevði VB lagt seg væl framum í dyst­inum, og allan fyrra hálvleik var VB á odda við upp í fimm málum. Gongdin var sum so tann sama eftir steðgin, tí hóast StÍF royndi at svara aftur, megnaðu VB- kvinnurnar væl og virðiliga at halda stand. Í vetur eru tveir nýgg­ ir litav­iskir spælarar við VB, og hóast StÍF royndi at mansverja aðra teirra, Gint­ are Butkeviciute, sum er U19- landsliðsspælari hjá Litava, eydnaðist tað ikki stórvegis, tí hinir spælararnir hjá VB gjørdu bara so mikið meira vart við seg og fingu málini í staðin. Tjaldur farið í søguna Hondbóltsfelagið Tjaldur, sum í hesum umfarinum hevði 15 ár á baki, er niðurlagt og gevst beinanvegin við øllum sínum virksemi Tjaldur hevur í vetur mist heimavøllin, tí ítróttarhøllin verður bygd út, samstundis sum nýggj fimleikarhøll verður gjørd, og tað hevur nú forkomið hondbóltinum í Runavík Mynd: Hilmar Jan Hansen Javnt millum finalistar Kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum býttu stigini ímillum sín í fyrstu grannauppgerðini teirra millum hetta kappingarárið, og í Vági vann VB greitt á StÍF Kyndil og Neistin, sum máttu út í tríggjar FM-finalur, áðrenn meistaraheitið var avgjørt síðsta vetur, spældu javnt í síni fyrstu grannauppgerð í ár Mynd: Álvur Haraldsen