mánadagur 7. oktober 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 114
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Um
vikuskiftið
fór
flogbóltskappingin
hjá
kvinnum av bakkastokki,
og har vóru bæði væntað
og óvæntað úrslit. Mjølnir
og Fleyr, sum hava verið
stinnastu liðini síðstu árini,
høvdu
bæði
heimavøll
í sínum dystum, og hjá
hvørgum
var
slingur
í
valsinum, tí tað endaði við
sannførandi sigrum.
Mjølnir mátti tó lata eitt
sett frá sær, tá Ternan vitjaði,
tí Mjølnir vann 3-1. Mjølnir
byrjaði við at vinna 25-21 í
fyrsta setti, men í øðrum
setti var Ternan omaná og
vann 25-19, áðrenn Mjølnir
fekk vunnið tey bæði síðstu
settini 25-17 og 25-23. Sum
sæst, var munurin ikki so
stórur, so kanska Mjølnir
verður lættari »at tosa við« í
vetur enn undanfarin ár.
Fleyr hevði vitjan av ÍF,
og har hendi so slett einki
óvæntað, tí Fleyr vann ein
sera tryggan 3-0 sigur, hóast
tað í øðrum setti bleiv eitt
sindur
meira
spennandi,
enn heimaliðið mundi havt
ætlað. Settúrslitini vóru 25-
9, 26-24 og 25-19.
Mest óvæntaða úrslitið
í fyrsta umfarinum kom
hinvegin í Sørvági, har SÍ
tók ímóti KÍF, sum seinnu
árini hevur verið suverenur
botnproppur
og
har
langt hevur verið millum
sigrarnar og stigini. Men nú
skuldi tað vísa seg at vera
øðrvísi, tí KÍF vann 3-0 við
settúrslitunum 19-25, 18-25
og 23-25, so var hetta marran
hjá SÍ, var tað so avgjørt
eisini ein dreymabyrjan hjá
kvinnunum úr Kollafirði,
sum ikki hava havt so nógv
at gleðast um seinnu árini.
Fjórði
dysturin
í
Eikliguni hjá kvinnum var í
Trongisvági, har TB tók ímóti
Drátti. Har fingu kvinnurnar
úr Sandavági og Miðvági eina
góða byrjan og vóru á odda
2-0 í settum, áðrenn TB fekk
svarað aftur við at vinna
tvey sett, so tað stóð 2-2. Men
í fimta setti var Dráttur aftur
omaná og vann tí dystinum
3-2.
Hilmar Jan Hansen
Hóast
tað
allan
fyrra
hálvleik sá út til, at Neistin
fór at smyrja Kyndil av, so
vaknaði dysturin til lívs í
seinna hálvleiki, tá Kyndil
kom nógv betri við og enntá
fekk javnað ímóti endanum,
men allíkavæl mátti lúta fyri
grannunum.
Neistin koyrdi avstað
frá byrjan, fyrst 5-1 og
síðani 10-2, og var í hálv
leikssteðginum á odda við
átta málum, 18-10. Tað sá
einki út hjá teimum grønu,
ið mundu kenna myndina
aftur frá síðsta vetri, tá
Neistin var næstniðast alt
kappingarárið, men millum
annað megnaði at taka fleiri
stig frá Kyndli.
Eftir steðgin tók Kyndil
sær betri partar fyri og fór
at eta burtur av leiðsluni
hjá Neistanum. So væl kom
Kyndil afturíaftur, at tá
minni enn ein minuttur var
eftir, stóð á jøvnum, 26-26.
Men Neistin kláraði at
fóta sær aftur í seinasta
álopinum, tá Rói Hansen
av vonginum kundi skjóta
sigursmálið, so Neistin vann
27-26 og fekk best hugsandi
byrjanina
upp
á
hetta
kappingarárið.
Framgongd hóast tap
Team Klaksvík fekk ein
ordans avsmurning í fyrsta
dystinum ímóti KÍF fyri viku
síðani, tá heili 21 mál vóru á
muni, so tí mundi vera so
sum so við vónunum undan
dystinum leygardagin, sum
var á heimavølli ímóti StÍF.
At
hjálpa
sær
hevði
Team Klaksvík fingið ein
kollfirðing, Jens Marna Han
sen, sum undirhelt við sangi
og gittarspæli. Um tað gjørdi
munin, skal verða ósagt,
men í øllum førum var liðið
hjá klaksvíkingum ikki til at
kenna aftur.
Dysturin minti um fleiri
av dystunum í fjør, har Team
Klaksvík fylgdi væl við
stóran part av fyrra hálvleiki,
men síðani dragnaði. Liðini
fylgdust uppeftir, til StÍF fór
frá 9-8 til hálvleiksleiðsluna
14-10.
Munurin var stórt sæð
tann sami ígjøgnum tað
nógva av seinna hálvleiki,
men einu løtuna fekk Team
Klaksvík
minkað
munin
niður í trý mál, uttan tó at
koma nærri, og so gjørdi
StÍF bart ímóti endanum
og vann til síðst við seks
málum, 30-24.
KÍF koppaði SÍ
Mjølnir og Fleyr vunnu – sum væntað – sínar fyrstu dystir í Eikliguni hjá kvinnum í flogbólti,
men hinvegin var munandi meira óvæntað, at KÍF skuldi vinna á SÍ – enntá í Sørvági
Neistin koppaði Kyndli
Hóast tey flestu helst høvdu væntað, at Kyndil átti at vunnið á Neistanum, fekst
øðrvísi. Og Team Klaksvík vísti stór framstig, hóast tað bleiv til tap fyri StÍF