mánadagur 7. oktober 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 115
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
H E S A V I K U N A
Hallgrím Gregersen: 5
Dagsins spælari! Spældi framúr
dyst í málinum hjá ÍF. Hevði fleiri
góðar bjargingar og kom eisini út
eftir innleggum. Átti tó sín lut í HB
málinum.
Leivur Joensen: 3
Hevði ávísar truulleikar av Kristini,
men kom annars væl frá uppgávuni.
Kom framvið og hevði nøkur fín
innlegg. Fekk eitt býtt gult kort
Poul N. Mikkelsen: 4
Stríddist maniliga í verjuni. Sum
oftast gekk væl at rudda vekk og
standa í vegin, men HB kom til dekan
ov nógvar møguleikar.
Høgni Zachariasen: 5
Fær eitt betri karakter enn Poul.
Orsøkin er málið. Spældi annars
væl, sterkur í luftspælinum og til
deils í uppspælinum. Heldur altíð
høvdið kalt.
Jan Ó. Ellingsgaard: 4
Kom ordiliga upp á yvirarbeiði av
Christiani, sum bjóðai av at kalla
hvørja ferð. Kom sum oftast væl frá
tí, men kláraði í nøkur førum ikki at
verja fyri. Altíð góður í framrættaða
spælinum.
Høgni Madsen: 4
Var kanska ikki so sjónligur á
vøllinum, men átti stóran lut í ÍF
hóraði undan trýstinum. Tók nógvu
nærdystirnar í slagnum um miðvøllin
og helt á líka til seinasta minutt.
Nenad Saric: 5
Hevur fyri tað mesta spælt á
vonginum, men fall væl til á
miðvøllinum. Bjóðaði sterka
miðvøllinum hjá HB. Átti stóran lut
í 3-1 málinum, tá hann hegnisliga
slapp framvið tveimum HB spælarum
og spældi Clayton leysan.
Dánjal á Lakjuni: 5 (▼61.)
Skoraði frálíkt mál til 2-0. Spældi
sum altíð við nógvari orku. Megnaði
fleiri ferðir at venda í torførum
umstøðum og spældi annars sum
heild væl. Hevur verið skaddur og
blívur tí útskiftur.
Ari Ó. Ellingsgaard: 4
(▼78.)
Spældi í løtum til eitt 5-tal, men datt
eisini úr dystinum í løtum. Bjóðaði
allatíð av á vonginum. Hevði fleiri
túrar fram eftir vøllinum, har hann
dribblaði framvið fleiri HB spælarum.
Øssur Dalbúð: 4
Er týdningarmikil, tá Íf ferð í álop,
tá hann næstan altíð eigur ein fót
í uppspælinum. Megnaði ótrúliga
væl at taka bóltin niður við mannini
í rygginum.
Clayton Soares: 5
Eins og Øssur, so heldur hann
ótrúliga væl upp á bóltin og tað ger
arbeiði hjá restina av liðnum so nógv
lættari. Kom í fleiri góðar støður og
endaði eisini við at skjóta forloysandi
málið til 3-1.
Áki Petersen: 3 (▲61.)
Bakkurin komin á vongin. Helst var
tað fyri at steðga uppspælinum hjá
HB í vinstru. Vann fleiri bóltar og kom
væl frá tí í verjustøðu, men misti ov
lætt bóltin í álopsstøðu.
Bogi R. Petersen: 3 (▲78.)
Kom inn í eitt korter ella so. Hevur
verið skaddur. Hesa løtuna vardi ÍF
fyri tað mesta, so er eitt sindur ringt
at meta um avrikið. Gjørdi tað sum
hann skuldi.
Avrik: tøl 1 til 6
ÍF
3 (2)
HB
1 (1)
Tróndur Arge
Hann er 18 ára gamal og ikki
høgur av vøkstri. Hann er
lærlingur hjá helst besta
lærumeistaranum í land
inum, tá tað kemur til at
uppæla
málmenn.
Hóast
hann hevur stórar handskar
at útfylla, so ger hann tað
ótrúliga væl.
Hann smæðist ikki millum
kropsligu spælararnar í Effo-
deildini, sum royna at fáa
fjáltur á unga mannin, tá
bóltarnir verða sendir inn
fyri málið hjá ÍF.
Ósmæðin tveitur hann seg
millum vinir og kenningar
fyri at verja fyri. Hann var
glottin á ÍF, sum í seinna
hálvleiki móti Víkingi, fór
heilt niður við flagginum.
Millan annað stórbjargaði
hann brotssparkinum hjá
Hanusi Jacobsen.
Hesa ferð stóð Hallgrím
Gregersen Hansen í vegin, at
kalla hvørja ferð HB ætlaði
at vinna sær meistarheitið. Í
fyrra hálvleiki bjargaði hann
frá einum púra leysum Heina
Vatnsdal, meðan hann seint
í dystinum bjargaði á strik
uni, tá HB var um reppið at
røkka málinum um at fáa ein
javnleik.
Tað hoyrir við til søguna,
at hann ikki var heilt óskyld
igur í málinum, sum HB fekk.
Men støðan minnir mest um
týsku
málmanskempuna
Oliver Kahn, sum í enda
spælinum til HM 2002 einsa
mallur átti lívið í týskarunum
líka til finaluna, tá hann
somuleiðis minsti ein bólt,
ið endaði í endum, eftir mót
støðuspælari var fyrstur á
returin.
Hallgrím var dagsins spæl
ari í Fuglafirði og hann vísur
seg at verða eina sannur
brandur sum avloysari fyri
Jákup Mikkelsen, sum er
skaddur í løtuni.
»Hallgrím er
fantastikur«
Tað sigur Høgni Zachariassen,
miðverjin og liðskiparin hjá
ÍF. Høgni er ein av teimum
spælarunum á liðnum hjá
ÍF, sum best merkir hvussu
málverjin
stendur.
Hann
hevur bara góð orð at bera
18 ára gamla málverjanum,
sum gjørdist dagsins spælari
í Fuglafirði.
– Vit sóu tað eisini í Gøtu
og í dag. Hann stóð eisini
fantastiskt í Europa League
dystunum. Hann venur nógv
og bíðar eftir møguleikanum.
Tá hann so fær teir, so tekur
hann eisini av, sigur Høgni
Zachariassen.
Hallgrím er ikki av størstu
monnum, men hann hevur
aðar eginleikar, ið gera at
hann ikki lættur at fáa bóltin
framvið.
– Hann er fimur og lítið
bangin av sær. Hann tekur
teir tvídystirnar hann skal.
Hann hevur somuleiðis eitt
gott avsett og tað sært tú
tá hann kemur út í feltið og
boksar vekk, sigur liðskiparin
hjá ÍF
Málverjin er bara 18 ára
enn og spældi sín fyrsta dyst
in íbestu deildini í 2011.
– Ein fantastiskur mál
maður, sum er ungur. Hann
skal nokk, sigur Høgni at
enda um Hallgrím.
Hallgrím
er
kosin
til
dagsins spælara eftir dystin
í Fuglafirði.
HB rennur aftaná
Longu aftaná átta minuttir
er støðan 2-0 til ÍF. Høgni
Zachariassen
sleppur
at
standa púra leysur eftir frí
sparksinnlegg
úr
høgru.
Høgni
er millum sterkastu
Havnarfólk vóru komin í hópatali til
Fuglafjarðar í vón um at sleppa heim
í gulldans, men Hallgrím Gregersen
og hinir spælararnir hjá ÍF høvdu
vist nokk ikki listið upp á leikritið
útsetti FM
veitsluna
HB betri enn í fjør HB hevur í 25 teimum fyrstu
umførunum fingið 51 stig. Tað eru tíggju stig fleiri enn um
sama mundið í fjør. ÍF hevði 50 stig eftir 25 umførum í fjør.
Í ár hava teir 46 stig. Tað er ein minking upp á fýra stig,
men liðið liggur framvegis á øðrum plássi – eins og í fjør.
Hallgrím