mánadagur 7. oktober 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 115
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Dystargongd:
ÍF skorar til bæði 1-0 og
2-0. Tað er møguleikar í
báðum endum og leikliga
er talan um javnan dyst.
(ÍF betri)
HB setur seg á dystin og
tað brennur á frammanfyri
málinum hjá ÍF, men
vertirnir eru vandamiklir, tá
teir koma í álop. (HB betri)
HB minkar um munin
við málið, sum Heini
Vatnsdal skorar. Hann hevur
eisini havt aðrar møguleikar,
men ÍF heldur fram at hótta við
mótálopum. (HB betri)
HB leggur stórt trýst á ÍF,
sum ikki megnar at halda
fast í bóltinum. Serliga
Christian R. Mouritsen
skapar nógv á høgra vongi.
(HB betri)
ÍF arbeiður seg úr
trýstinum og ger tvær
útskiftingar, meðan HB
heldur fram við sama
fólkinum, men einki broytist.
(ÍF betri)
HB kemur við tí seinasta
teir hava og tað er nær við,
men Hallgrím Gregersen
er ein brandur í málinum. Í
hinum endanum staðfestur Clayton
sigurin við málið til 3-1. (HB betri)
spælararnir í luftspælinum,
so tað er átaluvert, at hann
sleppur at standa so leysur.
Løtu
seinni
missur
Bárður
Olsen
bóltin
og
Dánjal á Lakjuni takkar fyri
og meddar bóltin í handara
málhorn.
Dánjal á Lakjuni hevur
ikki hvat tað ávrikanina
hann helst kundi hugsað
sær, síðani hann kom aftur
úr Íslandi í summar. Skaðar
hava gjørt sítt til, at vongurin
hevur sitið uttanfyri.
Hjá HB var Heini Vatnsdal
stórsta
hóttanin.
Hann
hevur eitt temposkifti í síni
renning, sum er sjálvsom hjá
føroyskum spælarum. Hann
útnyttar hann til sin fyrimun,
tá hann setur ferð á móti
málinum. Hann var fyrstur
á returin frá einum skoti hjá
Christiani R. Mouritsen og
minkaði um munin.
Í seinna hálvleiki trýsti
HB og tað riggaði væl fyrsta
korterið, men so fór luftin úr
ballónini HB. Tað endaði við,
at Nenad Saric smoygdi sær
millum tveir spælarar hjá
HB og spældi Clayton leys
an. Brasilski framherjin var
ísakaldur frammanfyri mál
inum og skoraði forloysandi
málið til 3-1.
HB skifti for seint
– ÍF for tíðliga
Spurnartekin kunnu setast
við útskiftingarnar í Fugla
firði. Tað skal sjálvandi takast
við fyrivarni, tá tú dittar tær
at seta spurnartekin við teir
báðar venjararnar, ið hava
staðið seg best í ár.
Fyri HB tóktist tað løgið,
at Páll Mohr Joensen, og fyri
tað eisini Bárður J. Heinesen,
ikki komu inn fyrr enn
ávíkavist átta og fimm min
uttir fyri tíð.
HB misti takið á dystinum
miðskeiðis seinna hálvleiki.
Tá kundi hugsast, at ein
innskifting av Pálli Mohr
Joensen kundi verið til fyri
mun fyri HB, tí teir megnaðu
ikki at finna holini framman
fyri verjuna.
Hevði innskiftingin so
komu eitt korter fyri tíð, so
hevði verið tíð til at gjørt
mun. Men tað er ringt at
venda einum dysti upp á
fimm minuttir. At síggja til,
ein feilur frá bonkinum hjá
HB.
Fyri ÍF kom tað eitt
sindur óvart á, at Dánjal á
Lakjuni varð úttikin longu í
61. minutti. Hann hevur verið
skaddur og fór ongantíð at
spæla 90 minuttir, Men hann
virkaði frískur og væl fyri, tá
Albert Ellefsen valdi at skifta
hann út.
Tað gjørdi Dánjal eisini
vart við á veg út. Tað fall ikki
í góða jørð hjá venjaranum,
sum ikki vildi hyggja upp
á Dánjal, tá hann kom út á
bonkin. Helst eitt tekin til
Dánjal um ikki at vísa sína
ónøgd á vøllinum framman
fyri øllum.
Ein feilur? ÍF vann, so tað
ber ikki til at siga so, men
helst kundi hann havt spælt
í minst 10 minuttir afturat.
FM veitslan útsett
Eftirspælið
av
dystinum
er, at HB nú má bíða í tvær
vikur, til teir fáa næstan
møguleikan at vinna FM. Tað
krevur eitt stig í Gundadali
móti TB. Men fyribils má
gulldansurin bíða.
Fyri merkir hetta, at teir
nú hava góð kort á hondini
at vinna silvurheiðursmerki
annað árið á rað. Ongantíð
hevur tað gingið so væl tvey
ár upp í slag. Teir eru fýra
stig frammanfyri NSÍ, sum
kemur á vitjan um tvær
vikur.
trondur@sosialurin.fo
4-4 millum meistarakandidatarnar ÍF og HB fingu fýra stig í
teimum trimum innanhýsis dystunum í effodeildini 2013. Liðini vunnu
hvør sín dyst í Fuglafirði. Ígjár vann ÍF 3-1 á HB á heimavølli, men í fjórða
umfarinum vann HB 2-0 á ÍF á vøllinum við Fløtugerði í Fuglafirði. Liðini
býttu eisini rovini í tí eina dystinum teirra millum á ovara vølli í Gundadali
í Havn. Dysturin í 13. umfarinum endaði við einum málleysum javnleiki.
Teitur M. Gestsson: 3
Eitt sindur ilt at siga um hann kundi
gera nakað við málini. Annars var ikki
talan um stórar bjargingar og gjørdi
sum so heldur ikki nógv burtur úr í
deybóltunum.
Tróndur Jensen: 2
Tað liggur væl fyri í uppspælinum,
men í gjár vóru innleggini og
vánaliga. Ov óneyv. Hevði úr at gera
við at stríðast vengirnar hjá ÍF. Er
miðvallari, sum er umskúlaður til
høgra bakk og tað sæst.
Jóhan Troest Davidsen: 2
Er ein av landsins bestu miðverjum,
men fekk eina vanlukkuliga vánaligan
byrjan upp á dystin. Tað kundi enntá
verið meir, um uppspælingsfeilurin
hjá honum bleiv revsaður.
Pál M. Joensen: 2
Torir væl at føra bóltin fram og
tykist so smátt venja seg við at
verða miðverji hjá HB, men ÍF kom
sum heild ov lætt til møguleikar og
tað kundi miðverjan í fleiri førum
vart fyri.
Alex José dos Santos: 2
(▼85.)
Kláraði ikki at temja Dánjal á
Lakjuni og fekk ov lítið burtur ur í
álopsspælinum. Hevði møguleikar at
spæla menn leysar í gjøgnum, men
tað beiv ikki til nakað. Sendi eisini
frípark úr góðari støðu fleiri metrar
uppum.
Bárður Olsen: 2 (▼82.)
Var nógv á bóltinum í uppspælinum,
men í løtum gekk tað ov seint. Misti
bóltin til 2-0 hjá ÍF og kom ov sjádan
við avgerandi ella upploysandi
avleveringini. Spældi ikki illa, men
feilurin til 2-0 málið telur niður.
Heini Vatnsdal: 4
Skoraði málið og kom fram til flestu
møguleikarnar, ið HB hevði. Tað var
bæði í opnum spæli og í deyðbóltum,
at hann helt srg framat. Eisini
sjónligur í uppspælinum, men skuldi
havt skorað minst eitt mál afturat.
Fróði Benjaminsen: 3
Hevði ringt við at koma í dystin.
Er altíð góður fyri at vinna nógvar
nærdystir og ganga á odda, men tað
bleiv ikki umsett til so nógv. Stóð í
skugganum av Heina á miðvøllinum.
Kristin R. Mouritsen: 4
Koppar akkurát til eitt 4-tal. Var
artytin allan dystin og hevði nakrar
góðar dribblingar, har hann opnaði
alla ÍF verjuna og. Bólttryggur og
avbjóðani í spælistíli.
Christian R. Mouritsen: 5
Best spælarin á HB liðnum. Stóð fyri
tí mesta av tí kreativa og kom til fleiri
góð innlegg og átti skotið, sum var
upprunin til málið. Var sera avbjóðani
á høgra kanti og bankar upp á byrja
inni á landsliðnum.
Andrew av Fløtum: 3
Hevði ein miðal dyst í álopinum hjá
HB. Sum altíð virkin í uppspælinum
og bóltførleikin er í serflokki. Kom tó
ikki til nakrar møguleikar.
Bárður Heinesen: (▲82.)
Kom inn seinastu átta minuttirnar og
hevði ein góðan møguleika, sum tó
bleiv bjargaður á strikuni.
Páll Mohr Joensen: (▲85.)
Kom inn alt for seint til at gera mun.
Var á bóltinum eina ferð, men ov
stutt tíð til at gera eina meting.
Avrik: tøl 1 til 6
Plussið hesa ferð er
ÍF, sum annað árið á
rað liggur til at vinna
silvurheiðursmerki.
Tað er væl arbeitt av felagnum
og tað legst meiri ungt fólk
til. Flottur sigur í einum
flottum kappingarári.
Tað er vantandi spenningurin
um FM heitið. Ímyndi tykkum
um munurin nú var tvey stig,
so bæði HB og ÍF høvdu
møguleika at vinna FM. Tað hevði gjørt
tað so ótrúlga spennandi at fylgt seinastu
umførunum. Tíverri er munurin heili
fimm stig og HB verður FM vinnari.
Gestur M. Teitsson
Pál Mohr Joensen Jóhan T. Davidsen
Tróndur Jensen Alex J. dos Santos ■
(Páll Mohr Joensen, 85.)
Heini Vatnsdal ■ Bárður Olsen
(Bárður J. Heinesen, 82.)
Fróði Benjaminsen
Chr. R. Mouritsen Kristin R. Mouritsen
Andrew av Fløtum
Hallgrím G. Hansen ■
Poul N. Mikkelsen ■ Høgni Zachariassen
Leivur Joensen ■ Jan Ó. Ellingsgaard
Ari Ó. Ellingsgaard Høgni Madsen
(Bogi R. Petersen, 78.)
Dánjal á Lakjuni Nenad Saric
(Áki Petersen, 78.)
Øssur Dalbúð Clayton Soares ■
ÍF - HB 3-1 (2-1)
1-0: Høgni Zachariassen 3.
2-0: Dánjal á Lakjuni 9.
2-1: Heini Vatnsdal 40.
3-1: Clayton Soares 90.
Dómari: Petur Reinert
Myndir: Álvur Haraldsen
HB-ararnir hava gjørt ein hvalbing í kvøld.
Einki ball
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Til lukku ÍF, men góðu tit, ikki fara í feriu næsta
summar. tá ið tit skulu út í Europa. Heilsan ein
HB-FAN
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
1
0-15
2
46-60
1
16-30
2
61-75
1
31-45
2
76-90