mánadagur 7. oktober 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 114
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
B36
2 (2)
TB
1 (0)
Hilmar Jan Hansen
At KÍ vann á Argjum leygar
kvøldið, fer allarhelst at hava
avgerandi týdning fyri, hvør
flytur niður og ikki í ár, tá
tað samstundis í gjár bleiv
ein sannroynd, at TB ikki
megnaði at fáa stig ímóti B36.
Trý stig eru millum tey bæði
gomlu feløgini, men av tí at
málúrtøkan hjá KÍ er 16 mál
frægari, er ikki nóg mikið hjá
TB bara at fáa trý stig.
Sostatt eru líkindini ikki
av teimum bestu hjá Suður
oynni, ið allarhelst næsta
ár stendur við ongum liði í
Effodeildini. Tað er í sjálvum
sær spell, men ikki er so nógv
at gera við tað, nú tingini
altso hava lagað seg soleiðis,
at niðurflytingin næstan er
blivin ein veruleiki.
Men
hóast
tað
sæð
uttanífrá kann síggja nokk
so dapurt út hjá TB, so livir
vónin enn um at klára tað og
fáa enn eitt ár millum tíggju
tey bestu liðini:
– Tað er eingin orsøk til at
síggja ringt upp á tað, tí ein
dystur er ein dystur og tað
eru ellivu ímóti ellivu. Her
eru seks stig eftir at spæla
um, og vit hava trý stig upp
til KÍ, so vit vilja sjálvandi
gera alt fyri at kunna spæla
Effo-fótbólt næsta ár, sigur
liðformaðurin hjá TB, Rógvi
Joensen.
– Vit høvdu eina avtalu
um, hvussu vit skuldu gera,
at vit skuldu lata teir spæla
har afturi. Men teir fingu
tvey nokk so keðilig mál, har
annað er eitt kiks har afturi
hjá okkum og hitt kom beint
fyri steðgin. Vit svaraðu aftur
stutt inn í seinna hálvleik og
høvdu ov mikið av tíð til bæði
at javna og fara framum, men
tað gekk ikki.
Málini í Gundadali
Í fyrra hálvleiki hevði B36
munandi meira spæl og nógv
fleiri kjansir, so einki var at
siga til, at vertirnir komu
framum og eisini høvdu
leiðsluna, tá fyrstu trý korter
vóru farin. Hóast yvirvágin
dovnaði eitt sindur í seinni
helvt av fyrra hálvleiki, tá TB
eisini tók seg alsamt meira
fram, var tað framvegis B36,
sum hevði tamarhald á tí
mesta.
Fyrra málið kom eftir 18
minuttir, tá Súni Olsen setti
ferð á frameftir í høgru síðu
og síðani sendi væl innfyri,
har
TB-veteranurin
Óli
Johannesen var so óheppin
at glíða og enntá fáa armin
á bóltin, og so var Adeshina
Lawal púra kaldur fyri mál
inum og sópaði bóltin inn til
1-0.
Undan hesum hevði B36
havt tveir rættiliga stórar
málmøguleikar, men royndir
nar fóru hvør sínu megin
málið, og somu lagnu fekk
einasta
ítøkiliga
royndin
hjá TB. Men í yvirtíðini í
fyrra hálvleiki fekk Lukasz
Cieslewicz eina góða sending
úr høgru frá Súna Olsen, og
Lukasz setti ferð á frameftir
í vinstru síðu, til hann
fáar metrar úr málinum
og næstan frá baklinjuni
smekkaði hart inn fyri málið.
Ivan Stojkovic í TB-málinum
tveitti seg fyri, men var
óheppin at fáa bóltin undir
seg og í albogan og inn, so
B36 nú brádliga var á odda
2-0.
Hetta kravdi sjálvandi av
TB, at annað lag skuldi fáast
á spælið eftir steðgin, og tað
sá eisini øgiliga ljóst út, tá
tað eftir ein deyðbólt endaði
við, at Óli Johannesen fekk
skallað inn fyri málið, har
Ragnar Tausen kundi seta
pannuna á og minkað um
munin tíggju minuttir inn í
seinna hálvleik. Nú var ein
møguleiki fyri spenningi,
tí fekk TB eitt mál aftrat,
kundi hvat sum helst henda,
og onkuntíð var tað eisini
nær við.
Brendi brotsspark
Men í staðin var tað B36,
sum fekk tann allarstørsta
møguleikan, tá smáspæl í
einum álopi endaði við, at
Rasmus Dan Sørensen rann
ígjøgnum, men bleiv krøktur,
so hann fór um koll. Brots
spark til B36 og reytt kort til
Óla Johannesen, men gestir
nir sluppu við restini av
skrekkinum, tá Súni Olsen
skjeyt so uttarlaga frá 11
metra blettinum, at hann
rakti stongina. Ivan Stojkovic,
sum vikuna frammanundan
tók brotsspark hjá AB, fór
forrestin rættan veg í fullari
longd og hevði kanska bjarg
að, um bólturin var innan
fyri stongina…
Restina
av
dystinum
bylgjaði tað aftur og fram,
og hóast tvøramenninir vóru
ein í minniluta, stríddust teir
so væl fyri sakini, at álops
spælið var munandi betri enn
frammanundan, tá teir vóru
ellivu á vøllinum. Onkurs
vegna sprellaði B36 ikki so
nógv, so tí fekk umskipaða
verjan hjá TB frið, so pláss
gavst
fyri
meira
spæli
frameftir. Men einki kom
burtúrúr, so tað endaði 2-1 til
B36, ið hevur onnur mál fyri
sínum síðstu dystum í ár.
– Vit trúgva 100 prosent
upp á tað enn, at vit náa
europeiskan fótbólt næsta ár,
og málsetningurin er fram
vegis tann sami hjá okkum.
Vit hava útidystir ímóti EB/
Streymi og ÍF eftir, og tað
eru lið, vit kappast ímóti um
at faa pláss í Europa, so vit
mugu bara fokusera uppá
at gera okkara og so síggja,
hvussu langt tað røkkur,
sigur B36-miðvallarin, Høgni
Midjord.
fótbóltur
Fimm til B36 og tvey til TB B36 hevði sítt hoyggj við TB í ársins effodeild. Ígjár vann
B36 ein tepran 2-1 heimasigur á ovara vølli í Gundadali. TB gav B36 skarpan gang í øllum
trimum dystunum, og tað eydnaðist TB at fáa stig ímóti B36 í teimum báðum fyrru dystunum.
Í fjórða umfari, tá liðini møttust fyrru ferð í Gundadali gjørdist talan um ein 1-1 javnleik. Tá
liðini møttust í Trongisvági í 13. umfarinum, gjørdist talan um ein málleysan javnleik.
Ivan Stojkovic
Óli Johannesen ■■ Babacar Ndiour
Teitur Olsen Teitur Justinussen
Rógvi Joensen Poul Ingason
(Eirikur M. Ellendersen, 68.)
Dan Mortensen Nicky F. Diverdics
Ragnar Tausen
Arthur D. Poulsen
(Aron Sørensen, 52.)
Tórður Thomsen
Hørður Askham Robert H. Askham ■
Høgni Eysturoy ■ Símun Joensen ■
Evrard Blé Súni Olsen
Høgni Midjord Rasmus Dan Sørensen
(Jákup á Borg, 70.) (Karl M. Danielsen,88.)
Adeshina Lawal Lukasz Cieslewicz ■
(Ámund Nolsøe, 90.)
B36 - TB 2-1 (2-0)
1-0: Adeshina Lawal 18.
2-0: Lukasz Cieslewicz 45.
2-1: Ragnar Tausen 55.
Dómari: Eiler Rasmussen
Tad lucast hjá Lucas
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Síðstu tveir dystirnar skal TB fáa fýra stig, samstundis sum KÍ einki fær,
og tá mótstøðan er HB úti og Víkingur heima, ger tað ikki júst útlitini
betri fyri, at TB skal hóra undan og yvirliva í bestu deildini
TB í klønum tráði
Savnsmynd: Álvur Haraldsen