Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur EB/Str. 0 (0) Víkingur 2 (0) Rólant Waag Dam Víkingur hevur við steypa­ finalu­sigrinum tann 24. august tryggjað sær luttøku í altjóða fótbólti næsta ár. Víkingur tryggjaði sær sig­ urin við at vinna 2-0 á EB/ Streymi. Soleiðis bleiv tað ikki steypakappingin, sum bjargaði nøkrum kapp­ingar­ ári hjá EB/Streymi. Men eitt pláss í evropeiskum fótbólti í 2014, hevði eisini verið eitt plástur upp á sárið. Ella tað vildu tey flestu hildið, men tað er møguligt, at teir eru av aðrari sannføring í hópinum hjá EB/Streymi. Í gjár sá í øllum førum soleiðis út. Øðrvísi greiðir eru teir hjá Víkingi. – Vit vilja gjarna enda gott. Tað hevur eitt sindur upp og niður hjá okkum. Vit vunnu so steypafinaluna, men eisini síðani hevur tað verið eitt sindur svingandi. Vit vunnu so í móti ÍF seinast, vit vinna so aftur nú og vit ætla okk­ um at vinna teir báðar dyst­ ir­nar, sum eftir eru. So fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur, men tað hevði sjálv­andi verið stuttligt, um vit fingu eina medalju, men tað taka vit sum tað kemur, segði Jann Ingi Petersen hjá Víkingi eftir dystin. Mettir sundalagsmenn 2013 hevur ikki verið árið hjá EB/Streymi. Liðið kom tó í steypafinaluna sjeynda árið á rað, sum er einki minni enn imponerandi. Avrikið í sjálvari finaluni var tó ikki serliga sannførandi – og tað hava avrikini í landskappingini heldur ikki verið. Hvørki áðrenn ella aftan á finaluna. Liðið hevur spruttað og sprellað nakrar dystir, men annars hevur ikki sama flog verið yvir felagsliðnum úr Sundalagnum, sum tað hev­ur verið undanfarin ár. Eftir steypafinaluna, tá EB/ Streymur hevði leverað eitt púra tannleyst avrik á Tórs­ vølli, skrivaðu vit soleiðis á hesum síðani: »Spurningurin er nú, um ella nær sigursvanda liðið fer at megna at reisa seg. Onkrir av mest royndu spælarunum kendust í finaluni at vera rættiliga troyttir og slitnir. Fyrr í ár hevur Vìkingur vunnið 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi, og í Streymnesi var úrslitið málleysur javn­ leikur. 6. oktober hittast lið­ ini aftur í Streymnesi, og tá skal nógv venda øðrvísi, enn tað gjørdi leygardagin, um víkingarnir ikki skulu vinna fulla úrtøku«, Í so máta vendi millum lítið og einki øðrvísi við Margáir í gjár. Menninir á heima­liðnum tóktust um ikki troyttir og slitnir, so rættiliga mettir og uttan íblástur. Viljin at vinna dystin, viljin at sleppa í Evropa var ikki at síggja. Hvørki á ella uttanfyri vøllin. Høgt press er uppskriftin Eins og í steypafinaluni var Víkingur grammari, og eins í steypafinaluni vann Víkingur við tveimum málum móti ongum. Víkingur vann fyri triðju ferð í ár. Fjórði dyst­ ur­in liðanna millum endaði við málleysum javnleiki. Veru­leikin er tann, at EB/ Streymur ikki hevur skorað eitt einasta mál í móti Víkingi í ár. Sambært Jann Inga Petersen hevur uppskriftin verið rættiliga einføld: – Vit stríðast hart og pressa teir øgiliga høgt. Tað er faktiskt tað, vit hava gjørt hvønn dyst og tað hev­ur riggað ógvuliga væl, ljóðaði frá­greiðingin frá tofta­mann­ inum, sum legði upp til fyrsta málið hjá Víkingi í gjár. Pætur Dam Jacobsen, sum spældi á høgra bakki hjá EB/ Streymi í gjár, segði millum annað soleiðis: – Teir vóru øgiliga gramm­ ir. Vit hava havt trupulleikar við teirra álopsspælið fyrr í ár. Tað hava vit aftur nú, men René helt okkum í dystinum í fleiri umførum, greiddi Pætur Dam Jacobsen frá. Dysturin endaði tó 0-2 til Víking. Filip Djordjevic og Finnur Justinussen gjørdu hvør sítt mál. Ljóspunktið hjá EB/Streymi var, at Arnbjørn Hansen fekk stívliga 20 min­ uttir á vøllinum aftur. Hann hevur ikki spælt bólt síðani steypa­finaluna. rolant@sosialurin.fo Eitt stig og einki mál EB/Streymur hevði tað ikki gott ímóti Víkingi hetta kappingarárið. Umframt at tapa finaluna um løgmanssteypið 0-2 ímóti Víkingi, so upplivdi EB/Streymur at tapa tvær ferðir ímóti Víkingi í effodeildini. Víkingur vann 3-0 á heimavølli í fjórða umfar­ inum, og ígjár vann Víkingur 2-0 á EB/Streymi á útivølli. EB/Streymur fekk ein 0-0 javnleik ímóti Víkingi á heimavølli í 13. umfarinum, og fekk sostatt einki mál ímóti Víkingi í ár. Arnbjørn Hansen Fyri fyrstu ferð síðani 2006, tá Arnbjørn skoraði sítt fyrsta mál í bestu deildini, verður vandamikli kollfirðingurin ikki toppskjútti hjá EB/Streymi. Hann hevur frá 2006 til og við 2012 skotið 113 mál Geza Turi Atli Gregersen Erling Jacobsen Hjartvard Hansen ■ Dánjal Pauli Lervig ■ (Kaj Leo í Bartalsstovu, 69.)  Sølvi Vatnhamar Jann Ingi Petersen Hanus Jacobsen Filip Djordjevic (Magnus Jarnskor, 89.) Bárður Hansen Finnur Justinussen René Tórgarð Egil á Bø ■ Marni Djurhuus ■ Pætur Dam Jacobsen Rógvi E. Nielsen Brian Olsen Niels Pauli Danielsen ■ (Arnar Dam, 71.) Levi Hanssen (Arnbjørn Hansen, 62.) Leif Niclasen Hans Pauli Samuelsen Gunnar Zachariasen EB/S - Víkingur 0-2 (0-0) 0-1: Flip Djordjevic 67. 0-2: Finnur Justinussen 76. Dómari: Ransin N. Djurhuus Arnbjørn skorar ímóti øllum uttan Víkingi Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: At tað var EB/Streymur, sum hevði evropeiska luttøku upp á spæl, sást á ongan hátt, tá Víkingur vitjaði við Margáir í gjár. Menninir úr Sundlagnum tykjast ikki verða svangir, meðan øðrvísi stríðsandi er at finna millum víkingar fótbóltur Ongan hug til Evropa Mynd: Sofus D. Johansen