Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 114 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur NSÍ liðformaðurin, sum er ovast á máltindinum, heldur málini vera eyka bonus, men fegnast meiri um góðu gongdina hjá liðnum, ið er á bronsuplássinum 07vestur 2 (0) NSÍ 4 (1) Jóannes Hansen Tað gongur sum eftir ánni hjá NSÍ. Burtursæð frá 1-5 lúsing­inum við Margáir fyri tveimum vikum síðani, so hev­ur NSÍ vunnið úrtøku burturúr øllum dystunum síðani 3-2 tapið ímóti HB ólav­søku­dag. NSÍ hevur síðani stutta summarsteðgin skorað nógv mál, og tað er serliga ein maður, ið ofta hevur funn­ið vegin til meskarnar aftanfyri málverjan hjá mót­støðu­lið­ unum. Talan er um NSÍ lið­for­ mannin Klæmint A. Olsen. Tá ið NSÍ í gjár vann 4-2 í Sørvági, skoraði Klæmint tríggjar ferðir. Harvið togaði hann seg upp á sjálvan mál­tindin. Klæmint hevur skor­að átjan mál. Næstu kappingar­neytarnir eru Páll A. Klettskarð í KÍ og Leif Niclasen í EB/Streymi, sum hava skorað seytjan ferðir í part. Inntil 20. umfar bendi lítið og einki á, at Klæmint A. Olsen skuldi verða topp­ skjútti, tí inntil tá hevði hann bara skorað seks mál. Síðani 30. august, tá ið NSÍ vann 4-2 í Sarpugerði, hevur liðið fimm ferðir skorað fýra mál og hvørja ferð vunnið fulla úrtøku. Einasti bletturin hetta tíðarskeiðið var við Margáir, tá ið heimaliðið vann 5-1. Av hesum 21 NSÍ mál­unum er Klæmint A. Olsen skrásettur fyri tey tólv. Í gjár skoraði hann trý, ímóti TB skoraði hann tvey, eitt ímóti EB/Streymi, fýra ímóti KÍ og tvey ímóti Víkingi. Merkisvert er tað, at tá ið NSÍ næstsíðsta sunnudag vann sannførandi 4-0 sigur á heima­vølli ímóti B36, taldist Klæmint A. Olsen ikki millum mál­skjúttarnar. Klæmint A. Olsen er NSÍ liðformaður, og trý av teimum átjan málunum hevur hann skorað við brotssparki. Men hann sigur seg ikki ganga so høgt uppí, hvør tað er, sum skorar málini: – Hjá okkum ræður um at vinna dystirnar. Tað er ikki so avgerandi, hvør verður skrá­settur sum málskjútti, men tað er ikki so galið bonus at fáa, sigur 23 ára gamli Klæmint A. Olsen, sum eisini trý tey undanfarnu árini hev­ ur skorað nógv og ofta. Málini í gjár vóru kanska ikki tey torførastu at skora? – Vit vunnu 4-2, og vit høvdu gott tak á spælinum mesta partin av tíðini. Eisini tá ið Camara longu í 7. minutti eftir frísparksinnlegg frá Tór- Ingar Akselsen legði 07Vestur framum við stútara. Tríggjar minuttir seinni javnaðu vit. Ta ferðina gjørdist eg leysur frammanfyri Andras Gango. Pól Jóhannus Justinussen legði okkum framum, eftir at Jónhard Frederiksberg hevði lagt innfyri úr høgru. 3-1 málið varð skorað eftir leys­ an bólt í brotsteiginum, og 4-1 málið var við høvdinum eftir innlegg frá Árna Frederiks­ berg. Klæmint A. Olsen heldur, at tað var ongantíð vandi fyri, at sigurin skuldi gleppa teimum av hondum, hóast 07Vestur minkaði um munin til 2-4, tá ið tað restaði ein lítil hálvur tími. – Camara skoraði seinna málið við góðum fluktara eftir innlegg. Tá vóru teir nógv meiri við í spælinum. Kanska var tað eisini tí, at vit ikki vóru so nærlagdir, tá ið vit vóru so greitt á sigurskós, held­ur Klæmint A. Olsen. Stórar avbjóðingar bíða NSÍ er fýra stig frá ÍF og silvur­krónunum, og tað eru tvey stig aftur til B36 og fjórða plássið. Í tveimum teim­um seinastu umførunum bíða HB og ÍF, sum eru ovast á stiga­talvuni: – Talan verður um stórar avbjóðingar. Tað verður rokn­að við, at álopsspælarar skora mál, og nú er neyðugt hjá okkum at skora, tí vit ætla okkum at sleppa upp í part í europeisku kappingunum næsta summar, sigur NSÍ lið­formaðurin Klæmint A. Olsen. Tað hevur leingi verið greitt, og í gjár varð tað stað­ fest, at 07Vestur næsta kapp­ ingar­ár verður í næstbestu deildini. joannes@sosialurin.fo 07Vestur - NSÍ 2-4 (1-2) 1-0: Ibrahima Camara 7. 1-1: Kæmint A. Olsen 10. 1-2: Pól Jóhannus Justinussen 27. 1-3: Klæmint A. Olsen 46. 1-4: Klæmint A. Olsen 58. 2-4: Ibrahima Camara 67. Dómari: Rúni Gaardbo 0 Stig Vestur eru í Mariannugrøvini nú Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Sjey til NSÍ og eitt til 07Vestur NSÍ fekk eina góða úrtøku ímóti 07 Vestur hetta kappingarárið. Ígjár vann NSÍ ein rímiliga lættan 4-2 sigur á 07Vestur í Sørvági, men so lætt gekk ikki tær báðar fyrru dystirnar. Tá liðini møttust í Sørvági í fjórða umfarinum gjørdist talan um javnleik 1-1. NSÍ vann heimadystin í 13. umfari ímóti 07Vestur, men tá gjørdist talan um ein tepran 2-1 sigur. Sjey stig má kortini sigast at verða ein góðkend úrtøka ímóti 07Vestur. Klæmint er ein málmaskina Kristian Joensen Andras B. Vágsheyg Einar Tróndargjógv Jónhard Frederiksberg Pól J. Justinussen Magnus Olsen Sjúrður Jacobsen (M. H. Jacobsen, 90.) (Meinhard Olsen, 61.) Karl Løkin ■ Árni Frederiksberg (Haraldur R. Kjeld, 89.) Klæmint A. Olsen Andy Olsen Andras Gango Téhé Aristide Emil Mikkelsen Petur G. Dalbø Jákup G. Joensen (Høgni E. Nielsen, 60.) Holgar Durhuus Jovan R-Panic (Hørður Johansen, 57.) Tór-Ingar Akselsen Eli Falkvard Nielsen (Ásmund Hansen, 76.) Jákup S. Olsen Ibrahima Camara Savnsmynd: Álvur Haraldsen Í tveimum teimum seinastu umførunum bíða ÍF og HB. Um tvær vikur skal NSÍ til Fuglafirðar, og leygardagin 26. oktober fær NSÍ vitjan av HB. Higartil í ár hevur úrtøkan ímóti hesum báðum liðunum ikki verið so stór. Ímóti HB hevur NSÍ tapt 4-0 á heimavølli og 3-2 á útivølli. Ímóti ÍF endaði tað 3-3 í Fuglafirði, eftir at NSÍ var frammanfyri 3-0, og í Runavík vann NSÍ 3-2, eftir at ÍF var frammanfyri 3-2. joannes@sosialurin.fo Síðani 2007 hevur Klæmint A. Olsen verið part­ur av NSÍ liðnum í bestu deildini. Serliga eyð­sýndur hevur hann verið sum málskjútti hesi seinastu árini. Í fjør skor­aði hann fjúrtan mál í landskappingini, í fyrra­árið skoraði hann átjan mál, og í 2010 skoraði hann ellivu mál í landskappingini. joannes@sosialurin.fo Stórar avbjóðingar bíða Klæmint nógv mál