Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Sær gott út hjá KÍ Støðan hjá KÍ er nú so góð í niðurflytingarstríðnum, at um KÍ vinnur seinasta dystin móti longu niðurflutta 07 Vestur, so plássið í Effo-deildini so gott sum tryggjað, tí KÍ hevur metri málúrtøku enn TB. fótbóltur AB 0 (0) KÍ 1 (0) Tróndur Arge – Argir Gleðin er ikki til at taka feil av. Hond í hond koma allir spælararnir hjá KÍ rennandi móti viðhaldsfólkunum, sum eru komin longu leiðina úr Klaksvík at stuðla liðnum. Tá teir nærkast síðulinjuni, so tveita teir seg fram eftir rommum á váta vøllinum inni á Vika. Fagnaðurin er ovurhonds stórur. Spælarar, hjálparfólk og ikki minst venjarar hjá KÍ klemmast og smílast, sum tey ikki hava gjørt seinastu 160 dagarnar. Sigurin kom heldur ikki undir land fyrr enn í evstu løtu. Munurin var ongantíð meiri enn tað eina málið og AB trýsti líka til seinasta bríksl, tá millum annað Karstin Højgaard rakti tvør­ stongina. Tí sótu KÍ við­halds­ fólk á nálum líka til Lars Muller bríkslaði í floyuna fyri seinastu ferð. Eldru gingu á odda Liðið hjá KÍ varð umskipað til dystin móti AB. Liðskiparin, Hjalgrím Elttør, sum hevur verið fyri ákoyringum í hes­ um kappingarárinum, bleiv fluttur aftur á verjukenda miðvøllin, tí bæði Henry Heinesen og Atli Danielsen høvdu leikbann. Men í staðin fyri at seta Ivan Joensen og Heðin Klakstein á miðvøllin, sum fleiri mettu var tað mest sannlíka, so bleiv Hjalgrím hál­aður aftur á verju­ kenda miðvøllin saman við Kristoffuri Jakobsen. Hetta fyri at takla sterka miðvøllin hjá AB, sum telur menn sum Kára Nielsen, Dmitrije Jankovic og Sorin Anghel. Tað skuldi vísa seg at verða eitt góð avgerð hjá venjaranum hjá KÍ, Eyðuni Klakstein. Ivan Joensen varð fluttur á framrættaða mið­vøllin, meðan Heðin Klakstein endaði á vinstra vongi. Fyri KÍ hevði tað stóran týdning, at Meinhardt Joensen, Heðin á Lakjuni og Hjalgrím Elttør gingu á odda á vøllinum. Sjónligastur av teimum var Hjalgrím, sum var gramm­ur eftir bóltinum á miðvøllinum. Fleiri ferðir vann hann bóltar frá mið­ vøll­inum hjá AB, meðan hann til aðrar tíðir tveitti seg í taklingar fyri at steðga argjamonnum at koma í álop. Stóð nógv á seinastu løtuna Tað stóð nógv á seinastu løt­una hjá KÍ. Málið kemur longu tveir minuttir inn í seinna hálvleik. Heðin Klakstein verður sendur av­ stað í vinstra borið og legg­ur bóltin innfyri. Fleiri mans fara eftir bóltin, sum endar hjá Álvi Christiansen, ið skor­ ar sítt níggjunda mál í hesum kappingarárinum. Eftir málið leggur AB meiri fyri og trýstir, men tað blívur sjáldan veruliga spenn­andi. Tvær ferðir er tó nær við. Tíggju minuttir tíð blívur Sorin Anghel púra leysur, men bólturin liggur til minni góða vinstra beini, og skotið fer við síðuna av. Langt inni í yvirtíðini fær Karstin Højgaard, sum javnaði til 1-1 í fyrsta dyst­ inum millum liðið, ið varð fyrsti dysturin hjá Eyðuni sum venjari hjá KÍ, fótin á eitt innlegg. Bólturin brestur í tvørstongina. KÍ sleppur við skrekk­ inum. Minuttin eftir vinnur KÍ bóltin og fer í álop í høgru. Teir vinna eitt innkast og so kemur forloysandi løtan, tá dómarin bríkslar fyri sein­ astu ferð. KÍ hevur vunnið sín dyst í 160 dagar og næstan tryggja sær pláss í Effo-deildini kom­ andi kappingarár. trondur@sosialurin.fo Fyrsti sigurin í 160 dagar Tað hevur í longri tíð bara verið skrivað og tosað um, hvussu langtsíðani tað er at KÍ vann í landskappingini. Í dag eru tað bara tveir dagar síðani! AB - KÍ 0-1 (0-0) 0-1: Álur F. Chistiansen 47. Dómari: Lars Múller  Hettar er ikki ein joke. Men KÍ vann á AB í gjár Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Á veg norður aftur til Klaksvikar frá AB-KÍ dystinum var bæði regn og váta-slettingur - so hatta er ikki bara skemt við kava og heglingi, tá KI vinnur. Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: KÍ stórtreivst á Argjum KÍ hevur ikki havt eitt kappingarár, har tað hevur gingið eftir vild, men á Argjum hevur gingið eftir vild hjá KÍ. KÍ vann báðar útidystirnar ímóti AB. Leygardagin vunnu teir 1-0, og í 4. umfari vann KÍ 3-1. Tað eydnaðist AB at fáa eitt stig ímóti KÍ hetta kappingarárið. Hetta var í 13. umfari við Djúpumýru í Klaksvík, tá AB í evstu løtu tryggjaði sær eitt stig í einum dysti, sum endaði við javnleiki 1-1. Meinhardt Joensen Jógvan Isaksen Sørmundur Kalsø Gunnar Christiansen Heðin á Lakjuni (Ísak Simonsen, 66. ■) Hjalgrím Elttør, Ivan Joensen Kristoffur Jakobsen Álvur F. Christiansen Páll A. Klettskarð  Heðin Klakstein Símun R. Hansen Morten Overgaard Rói Danielsen Jobin Drangastein Gert Drangastein (Karstin Højgaard, 82.) Dmirije Jankovic Sorin Anghel (Hørður M. Mohr, 69.) Kári Nielsen Dion B. Splidt Ahmed Keita Rógvi Poulsen (Mikkjal T. Hentze, 52.) Líka so hugaligt tað var at hoyra fagnaðarróp og felagssang, líka so hug­ stoytt var tað at hoyra tápiligu ýlini frá ávísum KÍ-fjepparum, tá onkur EB/Streyma-leikari lá niðri við sjónligari pínu eftir ógvusligar takk­ ling­ar. Slík háðan hoyrir onga­staðni heima. rolant@sosialurin.fo Keðiligir tónar Myndir: Álvur Haraldsen