mánadagur 7. oktober 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 115
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Valið er millum ein nýggjan skúla
ella tveir gamlar skúlar
Annika Sølvará,
Magnus Tausen og
Mona N.Steintún
Foreldraumboðini
í Skúlastýrinum fyri
Venjingarskúlan
Í tørvslýsing av miðbýarskúl
um, sum Mentamáladeildin í
Tórshavnar Kommunu júst
hevur gjørt, er greitt, at tað
skulu brúkast á leið 200
mió. kr. til miðbýarskúlar
komandi árini. Tað er ikki
ein spurningur, um hendan
íløgan er neyðug, tí tað er
hon. Spurningurin er, hvussu
íløgan skal gerast: Skulu tveir
skúlar umvælast heilt frá
grundini til at lúka dagsins
krøv, ella skal byggjast ein
heilt nýggjur skúli?
Tórshavnar Býráð hevur
leingi vitað, at tað er neyðugt
at gera nakað munagott við
fólkaskúlarnar í miðbýnum í
Tórshavn. Hini økini í býnum
hava heilt nýggjar skúlar ella
skúlar, sum eru ella fara at
vera høvuðsumvældir í næst
um. Teir tveir stóru skúlarnir,
sum eru eftir, Venjingarskúl
in og Kommunuskúlin, eru
niðurslitnir, soppafongdir í
støðum og lúka als ikki dags
ins krøv til skúlar. Í saman
bering við nýggju skúlarnar
á Løgmannnabreyt og Argj
ahamri eru karmarnir fyri
næmingarnar á hesum báð
um skúlum við umleið 750
næmingum tilsamans alt ov
vánaligir.
Hvat skal ella kann Býráð
ið so gera? Jú, tað má handla
og geva miðbýarbørnunum
somu góðu karmar, sum hini
børnini í býnum hava fingið.
So Býráðið má annaðhvørt
umvæla tveir gamlar skúlar
ella byggja ein nýggjan.
Fremsti politiski spurn
ingurin er altíð, hvat neyðugu
loysnirnar kosta. Um vit
ganga út frá roknistykkinum
í álitinum, so er fíggjarligi
kostnaðurin við umvæling/
bygging og eftirfylgjandi
rakstri annaðhvørt umleið
tann sami ella, meiri sann
líkt, er tað bíligari at byggja
nýggjan skúla og savna alt
virksemið har.
Í tørvslýsingini er høvuðs
umvæling av Kommunuskúl
anum mett at kosta 120 mió.
kr. Aðrar dagføringar koma
afturat.
Høvuðsumvæling
av Venjingarskúlanum er
mett at kosta minst 48 mió.
kr. Aðrar dagføringar koma
afturat. Ein nýggjur tvey
sporaður
Vesturskúli
er
mettur at kosta 170-180 mió.
kr. Við verandi næmingatali
verður mett, at tað ikki er
neyðugt at byggja meira enn
tveysporaðan skúla í fyrsta
umfari, men møguleiki er
fyri útbygging, um tørvurin
økist. Verður nýggjur skúli
bygdur, er neyðugt at gera
nakrar umvælingar á bæði
Kommunuskúlan og Venj
ingarskúlan beinan veg, men
langt frá í tí príslegu, sum
ein høvuðsumvæling krevur.
Skjótari Vesturskúlin verður
bygdur, meira avmarkaður
verður umvælingartørvurin
á gomlu skúlunum.
Uttan at kenna rokni
stykki í smálutum, er tað
rættiliga vist, at raksturin av
einum nýbygdum skúla við
frítíðarskúla og møguliga
forskúla er munin bíligari
enn raksturin av tveimum
umvældum skúlum og trim
um-fýra ymiskum frítíðar
skúlum.
Tað er ikki bara fíggjar
liga roknistykkið, sum talar
fyri einum nýggjum skúla
til miðbýarbørnini. Í einum
nýggjum skúla ber til at hava
alt skúlavirksemið í somu
eind.
Við ætlanunum hjá land
inum at játta tímatal til ein
staka næmingin heldur enn
til flokkar, er eisini stórur
tørvur á at fáa samlað eind
irnar mest møguligt. Um
metingarnar av næminga
tilgongdini halda, so kunnu
tað vera tvey ella trý spor
við 20-24 næmingum í Vest
urskúlanum,
heldur
enn
tvær ferðir tvey spor við 15-18
næmingum, kanska onkuntíð
eitt spor við 24 næmingum.
Verða flokkarnir og samlaða
næmingatalið í hvørjum ár
gangi ov lágt, gongur hetta
útyvir
møguleikarnar
at
kunna bjóða nøktandi val
møguleikar, eitt nú fjølbroytt
úrval av tilboðum í handverk/
list og tilboðum av vallæru
greinum í framhaldsdeildini.
Foreldraumboðin í Skúl
astýrinum fyri Venjingar
skúlan halda, at skilabesta
loysnin er at byggja Vest
urskúlan og tað skjótast
gjørligt. Ynskir Býráðið aðra
loysn av politiskum orsøkum,
má tað vera av øðrum atlitum
enn fakligum og fíggjarligum.
Tí hesi atlit peika øll móti
Vesturskúlanum sum røttu
loysnini.
ES: Ein miðbýarskúli er aft
urat, Sankta Frans skúli,
sum eisini hevur tørv á
høvuðsumvæling.
Roknað
verður við, at uttan mun til,
hvør loysn verður vald fyri
Vesturskúla ella Kommunu
skúla og Venjingarskúla, so
skal Sankta Frans skúli um
vælast og varðveitast við
á leið sama virksemi sum í
dag. Tí er hann ikki tikin við
í metingarnar omanfyri.