mánadagur 7. oktober 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 115
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað er ikki lítið, sum verður
gjørt burtur úr í Sandoynni,
tá veðrar verða flettir kring
um í bygdunum.
Soleiðis
var
eisini
í
leygarkvøldið, tá menn flettu
16 veturgamlar veðrar í ein
um bilhúsi á Sandi.
Her vóru nógvir góðir,
royndir og raskir flettarar.
Fýra borð vóru til fletting,
og soleiðis vórðu fýra veðrar
flettir samstundis.
Menninir skipaðu seg líka
sum lið, har fýra flettu í senn.
Tá teir fýra fyrstu veðrarnir
vóru flettir, fóru fýra aðrir
mans undir teir næstu fýra.
Meðan menninir stóðu í
bilhúsinum og flettu, og fleiri
áskoðarar hugdu at, stákaðist
húsmóðurin við mati, og tað
var ikki lítið, sum gjørt varð
burturúr.
Longu, tá menn høvdu
verið eftir veðrunum fyrr um
dagin, bjóðaði hon pannu
køkur.
Síðan varð farið at fletta,
og tá teir fyrstu 12 veðrar
nir vóru flettir, bjóðaði hús
móðurin inn aftur til stórt
og vælbúgvið borð til einar
25 mans.
Nú varð etið eina góða
og langa løtu og tá allir, sum
tóku lut í flettingini, høvdu
fingið mettuna og ríkiliga tað,
varð farið út aftur í bilhúsið
at fletta teir seinastu - og
størstu - fýra veðrarnar, ið
eftir vóru.
Spenningurin um vektina
á hvørjum einstøkum veðri
var stórur.
Veðrarnir,
sum
hava
gingið á træðum og høvdu
ikki fingið seyðafóður, lógu
flestu rundan um 50 pund,
meðan
teir,
sum
høvdu
fingið seyðafóður, vóru nógv
størri.
Størsti
veðrurin,
sum flettur varð á Sandi
leygarkvøldið,
vigaði
89
pund.
Eftir at flettingin varð
fingin frá hondini, krovini
vóru komin upp at hanga, og
bilhúsið var vaskað, bjóðaði
húsmóðurin aftur inn á gólvið
til køkur, ís og annað gott.
Fólk hugnaður sær hesar
tímarnar, meðan flett varð
og ikki minst við frálíka
matinum,
sum
borðreitt
varð við, og hetta var soleiðis
eitt rættiligt veitslukvøld á
Sandi
Størsti veðrurin
vigaði 89 pund
Tað er hátíðardagur í Sandoynni, tá veðrarnir verða flettir,
og soleiðis var eisini á Sandi leygarkvøldið.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vilmund Jacobsen
Síðsta mikukvøld var
vælmøttur
borgara
fundur í Nólsoy, har
eittans
evni
var
á
skránni - nevniliga, at
nólsoyingar
ynskja
fólkavøkstur í oynni.
Seinastu tølini siga,
at 216 fólk eru búsit
andi í Nólsoy. Hetta er
lægsta talið í nógv ár.
Í 1985 var fólkatalið í
Nólsoy 315.
Fólkatalið í bygdini
er soleiðis minkað við
100 fólkum seinastu 28
árini.
Á borgarafundinum
hevði Høgni Reistrup
eina framløgu um gong
dina í fólkatalinum í
Føroyum og í Nólsoy.
Eftir
framløguna
tóku nólsoyingar og
politikarar í býráðnum
orðið, og her vóru nógv
ymisk mál havd á
lofti, og hugskot vóru
frammi um, hvørjar
gongdar leiðir eru.
100 fólk
færri eftir
28 árum
Línuskipið
Klakkur,
sum
brøðurnir, Líggjas og Bethuel
Johannesen í Klaksvík, skift
ast um at føra, hevur gjørt
fleiri góðar túrar í heyst.
Hósdagin kom skipið und
an Føroyum við 170.000 pund
um, harav umleið 130.000
pund var stórur og góður
toskur. Henda túrin royndu
teir í níggju samdøgur á
Rygginum.
- Hetta er góð tíð á Ryggi
num, og vit høvdu góðan
fiskiskap á túrinum, sigur
skiparin, Líggjas Johanne
sen.
Hann vísir á, at túrin
undan hesum hevði Klakkur
205.000 pund, harav umleið
140.000 pund var longa.
Roynt varð eystur av Sand
oyarbankanum.
- Túrurin undan longu
túrinum var eisini góður. Tá
vóru vit í Íslandi og komu
heim við smekkfullum skipi,
umleið 218.000 pundum.
Líggjas Johannesen letur
væl at fiskiskapinum í ár,
men hann er vónbrotin av
prísinum, sum teir hava fing
ið fyri toskin.
- Tá saman um kemur, er
minni munur á miðalprísi
num á einum longu-túri og
einum toskatúri, sigur skip
arin, sum heldur, at stóra
útboðið av toski úr Noregi
er ein orsøkin til lága toska
prísin.
Klakkur hevur verið seks
túrar undir Íslandi í ár og
tveir í Eysturgrønlandi.
Klakkur gjørt góðar túrar
Línuskipið Klakkur hevur gjørt tríggjar góðar túrar
í heyst - tveir undir Føroyum og ein í Íslandi
Flettingin er liðug
fyri í ár. Miðalvektin
var 29,8 pund, sum
er tað lægsta í 10 ár.
Eingi heilt smá og
eingi stór lomb. Ærnar
vóru tó góðar, sigur
Jørgin Niclasen
Í Nólsoy eru tríggir hagapartar, sum eru
Heimarahelvt, Junkarshagi, sum er miðhagin
- og Borðan, sum er hin ytsti hagin á oynni.
Henda myndin er tikin, tá nólsoyingar vóru
á fjalli á Borðuni, haðani seyðurin verður
førdur heim í bygdina til sláturs
Veturgomlu veðrarnir, sum ikki
hava fingið seyðafóður, lógu um
50 pund hvør, meðan teir, ið hava
fingið fóður, lógu nógv hægri í vekt
FISKIVINNA - Fiskiskapurin
í ár hevur roynst væl, men
toskaprísurin er eitt vónbrot, sigur
skiparin, Líggjas Johannesen