Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 115 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Enn hevur P/F Jókin, sum eigur ísfiskatrolaran Sjaga­ klett, ikki fingið annað skip fyri systirskipið Gullberg, sum bráddliga sakk á fiskileið hin 30. juli í ár. Tummas Christophersen, reið­ari, sigur, at felagið hev­ ur fingið tilboð um ymisk skip, sum kundu komið í fiski­skipaflotan fyri Gull­ berg, men felagið hevur onga støðu tikið enn. Sjagaklettur hevur ligið í eina tíð, har skipasmiðjan MEST hevur gjørt onkrar van­ligar umvælingar, og hesi arbeiði verða liðug í vikuni. - Vit hava gjørt av, at Sjaga­klettur í fyrstu syfti fer at trola við lemmum og frysta veiðina umborð. Skip­ ari verður Tórhallur Randrup, sum er royndur í leikum. Reiðarin sigur, at P/F Jókin varð­veitir loyvi til annað skip fyri Gullberg í tvey ár, men í løtun dugir hann slett ikki at siga, um ella hvussu teir møgu­liga fara at brúka hetta loyvi. Hava verið óhepnir Tummas Christophersen dyl­ ur ikki, at teir á ymiskan hátt hava verið óhepnir, síðan systir­skipini, Sjagaklettur og Gull­berg, komu til landið. - Hetta vóru lutfalsliga nýggj og góð frystiskip, og tað vóru royndir og dugna­ ligir menn, sum fóru undir hesa verkætlan. Allar fyri­ treyt­ir vóru til steðgar, men eg noyðist at viðganga, at hepni hevur ikki verið á okk­ ara síðu. Reiðarin vísir á, at Sjaga­ klett­ur og Vesturleiki hava verið á makrelveiði í heyst, men heldur ikki henda tíð­in royndist hjá skipi og mann­ ing. - Allar fyritreytir vóru til steðar, tá vit fóru undir verkætlanina við tveimum frystiskipum, men eg noyðist á ásanna, at hepni hevur ikki verið á okkara síðu, sigur reiðarin, Tummas Christophersen Sjagaklettur fer at trola við lemmum - Vit hava fingið nøkur tilboð um nýtt skip fyri Gullberg, men enn er eingin støða tikin, sigur reiðarin, Tummas Christophersen Í 2001 byrjaði Jógvan Nord­en­dal í Bø at keypa seyða­skinn. Tað byrjaði í smá­um. Fyrsta árið vórðu nøk­ur hundrað skinn keypt, saltaði og útflutt. Í 2011 varð talið 19.000, og í fjør var talið 25.000 skinn. Í staðin fyri at lata seyða­skinnini enda í ovninum hjá KOB, Kom­ munalu Orku-og Brenni­ støðini á Hjalla ella hjá IRF í Leirvík, hava bønd­ ur og fólk annars, sum eiga og fletta seyð, møg­u­ leik­an at lata skinnini til Sp/f Oikos, sum Jógvan og sonurin, Sigurd Nord­ en­dal úr Bø, eiga. Í byrjanini vóru tað fleiri, sum royndu seg við at útflyta skinn. Tá heilsu­frøði­lig krøv seinni vórðu sett til skinnini, sum skuldu útflytast, so­leið­is at djóralækni skuldi góðkenna seyðin, sum varð flettur, góvust tey flestu at taka ímóti og út­flyta. Oikos brúkar ein før­ oysk­an djóralækna, sum býr í Danmark. Hon er í Føroyum í umleið ein mánaða, nú fjøllini verða gingin. Skipanin er tann, at bønd­ur og ánarar annars ring­ja og siga frá, nær teir fara á fjall, og so kemur djóra­læknin á rættina at kanna seyðin. Oikos hava veit­ar­ar kring alt landið, og tí verður eisini farið víða um at kanna seyðin og eftir skinnum, tá flett er. - Seyðaskinnini verða út­flutt til eitt nú Noreg, Týsk­land, Háland og Pó­ land, og flestu keyparar senda lambsskinnini til Pólands at verða garvaði. Ærskinn verða smeltaði til lím. Leitað verður alla tíðina eftir nýggjum marknaðum úti í heimi, sum kunnu rinda ein betri prís, tí føroyski útflytarin vil fegin, at veitararnir eisini kunnu fáa meira fyri skinnini. Sp/f Oikos keypir nøkur garvaði skinn heim aftur úr Pólandi, sum síðan verða seld í Føroyum. vilmund@sosialurin.fo 25.000 skinn til útflutnings Vilmund Jacobsen - Vit hava staðfest, at ein stór nøgd av landingum í 2013 ikki eru fráboðaðar sambært kunngerð nr. 67 frá 16. mai 2012 um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum. Tað sigur Fiskiveiðieftirlitið, sum leggur aftrat, at slíkt als ikki kann góðtakast og má fáast í rættlag alt fyri eitt. - Avgjørt verður tí, at allar vantandi fráboðanir skulu verða okkum í hendi seinast sjey dagar eftir dagfesting av hesum skrivi. Annars verða málini beind til fútan og kann væntast, at málið verður revsað við bót, smbr. § 10 í áðurnevndu kunngerð. Fiskiveiðieftirlitið leggur aftrat, at samstundis verður varskógvað, at framyvir verða brot uttan ávaring beind til Føroya Landfúta. Neyvari kunning um fráboðanar-og landingar­ viðurskifti kann lesast á heimasíðuni hjá Fiski­veiði­ eftirlitinum www.fve.fo Hóttir við fúta Fiskiveiðieftirlitið hevur staðfest, at fleiri skip og landingarstøð ikki eru nóg ágrýtin at boða frá landingum. - Nú verða brot á reglurnar uttan ávaring beint til Føroya Landfúta, sigur Fiskiveiðieftirlitið Sum skilst, gongur tað út yvir inntøkurnar hjá Trygdargrunninum, at nógvar landingar ikki verða fráboðaðar Heystið er hugna­ lig tíð á bygd. Her eru tað In­golf Jacobsen og René Samuelsen í Nól­s­oy við hvør sínum veðurlambi Hóast fólkatalið í flestu bygdum minkar, gongur gerandislívið sína gongd. Her er tað Julian Nolsø, vanliga róptur Ba, sum er í holt við at skifta eina neystatekju í Nólsoy