mánadagur 7. oktober 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. oktober 2013 · Nr. 115
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Á vitjan í heimsins størsta »sunnudagsskúla«
Jenis av Rana
Í tríggjar dagar hevði 12 ára
gamli smádrongurin staðið
á einum gøtuhorni og bíðað
eftir mammu sínari, sum tó
ongantíð kom. Drongurin
var Bill Willson, sum í dag,
fimti ár eftir hendingina í St.
Pætursborg í Florida, leiðir
eitt heimsumfatandi arbeiði
millum børn, har málið er,
at øll skulu fáa tann møgu
leikan, hann fekk. Møgu
leikan, sum umbroytti tilveru
hansara, møguleikan at møta
Jesusi.
Ein heilt vanligur
trúgvandi á súklu.
Dave Rudenis fór súklandi til
arbeiðis, og aftur í dag stóð
smádrongurin á sama staði
sum í gjár og í fyrradagin,
á einum horni við Pinellas
parkina.” Stendur hann her,
tá eg komi heim aftur frá arb
eiði, fari eg at spyrja hann”,
gjørdi hann av við seg sjálv
an, ” spyrja, hví hann stendur
her ”.
Og
seinnapartin
stóð
hesin vesaligi og illa kladdi
smádrongurin á sama stað
sum hinar dagarnar. Dave
fór yvir til hann og spurdi
spurning sín. ” Eg bíði eftir
mammu,
hon
bað
meg
standa her, til hon kom
aftur, men hon kemur ikki
”, higstraði svangi og illa á
hold komni drongurin. Eftir
eitt kærleiksfult prát eydn
aðist Dave at fáa Bill, sum
drongurin nevndist, við sær
heim, og seinni um kvøldið
fór øll familjan, eisini Bill,
á vikuskiftislegu við sam
komuni, sum Dave var partur
av.
Bill og Jesus møtast
Har hoyrdi Bill fyri fyrstu
ferð um Jesus. Tá fyrsta
møtið var liðugt, og onnur
tóku av tilboðnum at koma
fram til talarapallin at fáa
hjálp og forbøn, fór Bill
við. Hini løgdu seg á knæ,
kærleiksfullir armar fevndu
tey, biðið varð fyri teimum,
og tey fóru glað aftur á sessir
sínar. Bara ikki Bill, tí eing
in tyktist leggja í hendan
fremmanda og neyðarsliga
drongin. ” Men ”, sigur Bill, ”
tað gjørdi einki, tí Jesus kom
til mín, Hann broytti meg, og
onki hevur verið tað sama
síðani tá ”!
Finn mær vandamikl
asta økið í New York
Skjótt gjørdi Bill av, hann
vígdi lív sítt til Hansara, sum
hevði bjargað honum, tá øll
vón tóktist farin. Og hann
gjørdi av at brúka lív sítt at
virka millum børn í heims
ins vánaligastu umhvørvum.
Hann spurdi seg fram, og
flestu mæltu honum til at
byrja í New York.
Sum ætlað, so gjørt. Ein
vakran dag stóð hann á
Central Station í New York
fyri fyrstu ferð, við tí í huga
at finna heimsins ringast
støddu børn. Men hvar vóru
tey? Hann fór yvir til ein
taxaførara at frætta nærri,
og har var eingin ivi. ” Í
Buskwick í Brooklyn, finnur
tú ikki bert børn sum eru
illa fyri, men tað er eisini
vandamiklasta staðið yvir
høvur at liva í og at vitja ”,
svaraði
taxamaðurin
av
gjørdur ”. ” Koyr meg hagar
”, svaraði ein glaður Bill og
gjørdi klárt at sessast í bil
inum. ” Á nei, ikki talan um,
tað er alt ov vandamikið, og
tú fær heldur ikki nakran
annan at koyra teg hagar
”, var avgjørda svarið hann
fekk. Og legði bilførarin
afturat, ” sjálvt løgreglan og
sjúkrabilar fara treyðugt á
tey støðini, tí tú setur títt
egna lív í vága ”.
Tá var Bill ikki í iva, hann
hevði funnið rætta staðið til
virksemi sítt.
Ein heimsumfatandi
sunnudagsskúli
Tá eg saman við konuni og
tveimum synum í 2000 vitj
aði ” sunnudagsskúlan ”, vóru
tey forfard yvir, at vit uttan
víðari komu hagar, tí til tað
var økið alt ov vandamikið.
Tó vóru vit vælkomin, men
áðrenn vit fóru avstað aftur,
tryggjaðu tey sær, at einki
illgrunasamt var við bilinum
og bilføraranum, sum koyrdu
okkum heimaftur.
Síðani varðisligu byrjanina
er ” sunnudagsskúlin ” vaks
in til 25.000 børn, sum hvørja
viku verða vitjaði og heintaði
úr vandamiklastu økjunum í
New York. Og í fleiri enn 1000
býum runt allan heim virka
fólk í líknandi arbeiðum,
sum smádrongurin á gøtu
horninum byrjaði eftir ta
umbroyting, sum eitt møti
við Jesus gjørdi.
Bill og tey, ið virka við
honum, seta hvønn dag lív
ið í vága. Fimm ferðir eru
royndir gjørdar at myrða
hann, fleiri av hjálparfólk
unum hava mist lívið í
tænastuni og fysiskur ágang
ur, voldtøkur og rán er dagligi
kostur teirra, sum tey tæna
hinum ósjónliga. Umframt ”
sunnudagsskúlan ” hava tey
hvønn dag í vikuni aktiv
itetir uti á gøtunum. Stórir
trailarar koyra út í slummið,
lastalúkurnar verða lagdar
niður, og so halda tey úti
gudstænastur, siga frá um
Frelsaran og tæna teimum,
sum fylkjast um tey.
Ein ávøkstur, ið sæst
Og ávøksturin av arbeiði
teirra er ótrúligur og sjón
ligur. Ein dagin vitjaðu vit á
einari av skrivstovum teirra,
ið er innrættað í einum pakk
húsi nær við. Allastaðir sótu
tey, yngri og tilkomin, og
tæntu Harranum. Tey søgdu
søguna hjá nøkrum teirra,
nevndu í hvørjari gøtu tey
fyrstu
ferð
funnu
við
komandi sum barn, hvussu
vónleyst støðan tá var, og
hvussu alt broyttist, tá Jesus
slapp framat við kærleika
sínum. Og har sat so ein
hjartansglaður,
smílandi
unglingi og strálaði sína gleði
móti okkum, tí ein var, sum
einaferð møtti Jesusi og ikki
legðist á boðini.
Út á gøturnar
eftir børnunum
Seinasta leygarmorgun høv
du konan og eg forrættin at
sleppa at vera við í einum av
bussunum, sum hvønn leyg
ardag koyra runt at heinta
børn í Brooklyn. Ein blaðung
kanadisk genta koyrdi stóra
gula
skúlabussin,
ungur
drongur úr Schweits, ein
ung genta úr Belarus og ein
av gentunum, sum er vaksin
upp í sunnudagsskúlanum,
vóru við. Staðkend koyrdu
tey runt, trýstu á lúðurin,
sum boðaði børnunum frá,
at nú var bussur teirra á
veg. Kvikliga leitaðu tey út
á gøturnar, funnu børnini,
fevndu tey, vístu teimum
umsorgan og kærleika og
leiddu tey í bussin, sum
koyrdi tey í sunnudagsskúl
an. Í ” okkara ” bussi vóru
stívliga fimmti, íalt vóru 55
bussar úti hvørjaferð, sam
anlagt tríggjar ferðir tann
dagin.
Í ” sunnudagsskúlanum
” varð sungið, dansað, spælt
og sagt frá søgum, við ein
um intensiteti, sum vit illa
megnaðu at fylgja. Har góvu
ein stórur hópur av ungum
og eldri úr nógvum ymisk
um londum, alt tey høvdu,
fyri at hesi børn skuldu fáa
upplivilsir, sum trupli og
vónleysi dagur teirra ikki
megnar at bjóða. Og har
hoyrdu tey um Jesus, sum
er tann besti vinur, eitt
menniskja kann eiga.
I am standing for Jesus
Kanska lýsir hetta brotið
hjá einum av børnunum,
12 ára gamla Vincent, best
týdningin av arbeiði teirra.
Hann sigur:
“Lately in the news they've
been talking about how
likely it is for a black male
teenager to get shot and kill
ed - especially in my neigh
borhood. They say it's even
more likely that in a couple
of years I'll be carrying a
gun. But what they don't
know is what a difference
God's made in my life. Ever
since I was three I've been
going to Sunday school, and
I've learned about God and
His ways. And I made up my
mind to follow Jesus. No,
you'll never see me with a
gun shooting anyone. Ever!
Because no matter what's
going on around me, I am
standing for Jesus."
Hvussu byrjaði hendan
lívgevandi tænastan?
Óivað eru hagtøl, ið siga frá,
hvussu mong eru umbroytt
gjøgnum arbeiði í og út frá
” sunnudagsskúlanum ”, eg
kenni tey ikki, men hesi eru
ovurhonds mong. Hugvekj
andi er at hugsa um, at alt
byrjaði við einum persóni!
Manninum, sum brýggjaði
seg um smádrongin á horn
inum, og smádronginum,
sum ynskti, at onnur skuldu
uppliva tað sama, sum hann
upplivdi! Men fyrst av øllum
er alt grundað á Hann, sum
ikki hugsaði um seg sjálvan,
men sum okkara vegna doyði
á Krossi og vann okkum eitt
lív, ið er vert at liva - og nakað
mangan betri, tá vit fara hið
ani!