Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. juni 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 119 - 24. juni 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 119 - 24. juni 2000 JÁKUP MØRK Bólkaspælið í EM-enda- spælinum er nú farið aftur um bak, og meðan helming- urin av liðunum hava stung- ið í sekkin, gera hini átta seg til reiðar til týdningar- miklu fjórðingsfinalurnar. Komandi europameista- rin kann ikki longur loyva sær at snáva eina einastu ferð, og tí eru hesir dystir ofta merktir av, at leikarar- nir eru dekan ov fjálturs- stungnir. Vónandi verður tó talan um fýra áhugaverdar dystir, har tað verður besta álopið heldur enn sterkasta verjan, sum verður avgerandi fyri, hvørji lið vinna seg fram til hálvfinalurnar. Týskir portugisar Fyrsta av teimum fýra fjórð- ingsfinalunum verður mill- um Portugal og Turkaland. Uttan at himprast við, kunnu vit helst staðfesta, at Portugal er stórfavorittur at vinna dystin. Í bólkaspæl- inum fingu teir fult stigatal, og hátturin hetta varð gjørt uppá, boðar frá, at ein broyt- ing er um at koma í portu- gisuskum fótbólti. Ofta hevur nevnliga verið tikið til, at portugisar hav verið ov bleytir, tá tað ráddi um týdningarmiklar dystir, men júst tað øvugta hendi í bólkaspælinum. Móti Onglandi fingu teir vent 0-2 til 3-2, og í dyst- inum móti Rumenia, hildu teir alla tíðina á fram at trýsta, og eftir 94 minuttir gav hetta eisini úrslit. Talan hevur sostatt nær- um verið um týsk fyribrigdi á portugisiska liðnum, og fyri at undirstrika hetta, varð Týskland í seinasta dystinum hølvað ígjøgnum av eykamonnunum hjá Portugal. Turkaland hevur fyri fyr- stu ferð ogna sær stig í ein- um endaspæli, og mangt bendir eisini á, at teir skulu sláa seg tols við hesum. Turkisku leikararnir hava snøgt sagt ikki sama klassa, sum teir hjá portugal, og eisini má tað metast iva- samt, um teir hava neyðuga støðufesti í verjuni til at halda leikarum sum Figo og Joao Pinto frá fatinum. Gáva til Hagi Dysturin millum Italia og Rumenia, sum verður tann seinni leygarkvøldið, kann tykjast ógvuliga torførur at spáa um. Italska landsliðið tykist í løtuni at vera væl betri fyri, enn teir hava verið í nógv ár. Í verjupartinum standa teir seg eins væl, og teir altíð hava gjørt, men í álops- partinum hevur verið nógv meira flog yvir spælinum, enn tað, við vanliga seta í samband við italskan fót- bólt. Hartil hevur italski lands- liðsvenjarin tann positiva trupulleika, at hann helst má velja millum Totti ella Del Piero til annan av álopssess- unum. Kanska eitt trupult val, men hinvegin ger hetta eisini, at ábyrgdin fyri i- talska álopsspælinum ikki bert hvílir á einum persóni, tí hevur hesin ein ringan dag, kann ein fult so góður leikari setast inn ístaðin. Rumensku møguleikarnir kunnu tykjast smáir, men kortini skulu teir so avgjørt ikki avskrivast. Talan er um sera royndar leikarar á flest- u plássum, og ikki minst kann tað hava stóra sálarliga ávirkan, at talan kann verða um seinasta dystin hjá Hagi á landsliðnum. Bóltsnillingurin hevur í fleiri ár verið partur av evnaríkum rumenskum lið- um, men tað hevur ongantíð eydnast honum at verið við at vinna nakað heiðurs- merki á landsliðnum. Liðfelagar hansara góvu honum eina gávu, tá teir, uttan leikbannaða liðskip- aran, vunnu seg fram til fjórðingsfinalurnar, og møguliga megna teir enn einaferð at stríða seg til sig- urs. Trýst á hollendingum Á pappírinum tykist mest áhugaverda uppgerðin at standa millum vertirnir úr Hollandi og Jugoslavia. Skal talan gerast um ein minniligan dyst fyri hyggj- aran, er tó neyðugt, at ju- goslavarnir vísa seg frá síni bestu síðu, soleðis sum teir gjørdu seinasta partin av dystinum móti Slovenia, ella fyrra partin av dystinum móti Spania. Móti Noreg var í øllum førum ikki talan um tann positiva fótbólt, sum vit vanliga seta jugo- slavar í samband við. Mótstøða teirra verður tó sera hørð, tí skal metast eftir leikarunum, er hollendski landsliðshjópurin so avgjørt millum teir sterkastu í Eu- ropa. Spurningurin tykist tó vera, um tað endiliga eydn- aðist at fáa ferð á fótbólts- maskinuna í dystinum móti Fraklandi, ella um hollend- ski sigurin bert var grund- aður á ta sannroynd, at Frakland spardi stóran part av stuðulsleikarunum. At hollendsku leikararnir megna at gera mál móti jugoslavia, man lítil ivi vera um. Spurningurin tykist hinvegin vera, um hollend- ska liðið megnar at halda jugoslavunum og serliga Savo Milosevic frá egnum máli. Fyrimunurin av heima- vøllinum kann vísa seg at verða avgerandi fyri dystin, men hetta er samstundis við til at leggja eitt øgiligt trýst á hollendsku leikararnar. Megna teir at liva upp til hetta? Endurtøka frá ’84 Seinasta fjórðingsfinalan verður millum Spania og Frakland. Talan er um eina endurtøku av finaludysti- num frá 1984, og tað tykist ikki ósannlíkt, at talan eisini verður um endurtøku av úr- slitinum frá teirri uppgerð- ini. Frakland hevur í dystu- num í bólkaspælinum sýnt eina ræðandi styrki, og hó- ast ósigurin móti Hollandi, verða teir av mongum mett- ir sum mest sannlíka boðið upp á ein komandi europa- meistara. Hagtølini eru tó ikki við fraklendingum, tí enn hevur tað ongantíð eyd- nast einum verandi heims- meistara at vinna EM- heitið. Spanska liðið hevur ofta havt tað trupult, tá talan er um endaspøl, hóast teir seinnu árini altíð hava verið roknaðir milum favo- rittarnar. Í Fraklandi fyri tveimum árum síðani noyddust teir at siga farvæl eftir bólka- spælið, og bert ein ótrúligur endaspurtur í seinasta dyst- inum móti Jugoslavia forð- aði fyri, at teir fingu somu lagnu hesafarð. Møguliga var sigurin á Jugoslavia júst tað, sum skuldi til fyri at tendra spon- sku leikararnar, soleiðis at teir nú veruliga vinda seg upp. Hetta verður eisini neyð- ugt, um Spania skal vinna á Fraklandi. Tað var ikki av tilvild, at landið vann heimsmeistaraheitið fyri tveimum árum síðani, og liðið tykist ikki vera vikna síðani hendan sigurin. Held- ur tvørtur ímóti. Nú er álvara Bæði í kvøld og annaðkvøld verða tvær fjórðingsfinalur at síggja á sjónvarpsskýggjanum. Vit hava mett eitt sindur at einstøku dystunum Seinasta útkall hjá B36 Fyri fyrstu ferð í ár er líkt til, at Johann Nielsen hevur allar leikarar tøkar Jákup Mørk Fyrsta partin av kapping- arárinum var líkt til, at B36 skuldi verða full- komuliga einaráðandi í spurninginum um kom- andi føroyameistaran. Eftir fimta sigurin á rað, kom tó brádliga stíg- ur í, og síðani hetta hevur árstalsfelagið bert vunnið ein dyst, meðan tríggir eru taptir. Mugu hanga í Laka úrtøkan seinastu vikurnar hevur havt við sær, at grannarnir úr HB nú eru farnir fimm stig framum, men við sigri í sarpigerði sunnudagin, kann B36 minka hendan munin niður aftur í tvey stig. Verður dysturin taptur, kann støðan eftir viku- skiftið verða tann, at árs- talsfelagið dettur aftur á fimta plássið í lands- kappingini. Ein av orsøkunum til, at úrtøkan hjá B36 hevur verið so løk, er helst, at óvanliga nógvir skaðar hava verið í hópinum, men nú er tó líkt til, at ein glotti er at hóma hesum viðvíkjandi. Bjarni Prior, sum er plág- aður av skaða í lærkrik- anum, hevur longu fingið summarfrí, men hinvegin verður roknað við, at bæði Mikkjal Thomassen og Jens Kristian Hansen verða við sunnudagin. Teir báðir hava ikki vant við fullari ferð í vikuni. Tað hevur Egil Zachariasen heldur ikki, men roknað verður við, at teir allir eru tøkir í morgin. Allir tøkir Eins og B36 hevur GÍ eisini verið meint rakt av skaðum hetta kappingarárið. Eitt fyribrigdi, sum hevur viðf- ørt, at Johann Nielsen ong- antíð hevur havt møguliga at sendu somu ellivu á vøll- in tveir dystir á rað. Fyri fyrstu ferð er tó líkt til, at allir GÍ leikararnir eru til reiðar at fara á vøllin sunnudagin. Soleiðis var støðan í øllum førum, tá vit frættu fyrrapartin í gjár. GÍ hevur higartil havt eitt heldur vánaligt kappingarár, men í steypakappingini hevur tó gingist betri, og ein sigur móti HB komandi sunnudag kann ivaleyst bjarga nógvum í so máta. Jóann roknaði tó ikki við, at hetta fór at nerva leikararnar nakað, soleið- is at teir hugsaðu meira um steypafinaluna enn um dystin sunnudagin. – Vit spæla sum vit altíð hava gjørt, var einasta viðmerkingin frá GÍ ven- jaranum hesum viðvíkj- andi. Hagtølini fyri uppgerðina boðað greitt frá, at talan verður ikki um javnleik. Seinasta tíggjuára- skeiðið hevur GÍ verið við yvirlutan sjey ferðir, með- an B36 hevur vunnið sær øll stigini tríggjar ferðir. JÁKUP MØRK Tá Sumba í fjør tryggjaði sær framhaldandi tilveru í fremstu deildini, var tað í stóran mun takkað verið teimum seks stigunum, sum teir vunnu frá grann- unum úr Vági. Fyrra uppgerðin mill- um liðini bæði endaði tó við VB sigri, men árið í fjør vísur týðuliga, at tá talan er um lokalupp- gerð, kann ikki roknast við nøkrum sum helst. Bíða eftir summarinum Milan Cimburivic, sum venur sumbingar, sigur við Sosialin, at teir fara at royna at halda fast um stigið, sum teir hava und- an dystinum. Hópurin er tó nakað skerdur undan granna- uppgerðini. Undir øllum umstøðum er vist, at hvørki Mortan úr Hørg (leikbannaður) ella Jan Poulsen (burturstaddur) verða við í morgin. Har- umframt er ivamál um Eirik Joensen, sum hevur drigist við skaða megin- partin av árinum, eins og umstøðurnar hjá Trygva Nielsen at spæla fótbólt í ikki eru av teimum bestu. Milan vónar tó, at dyst- urin í Vági kann kasta okk- urt av sær, og so er bara at bíða eftir, at summarið kem- ur til Sumba. Tað er nevnliga væntandi, at bæði jugoslaviski Baja, sum í fjør varð toppskjútti hjá Sumba, og Páll Magnar Kjærbæk verða við aftur, tá farið verður undir seinnu kappingarhálvu, og ivaleyst verða hesir báðir sera týd- ningarmiklir í stríðnum um at sleppa undan niður- flyting. Góða jóansøku Í Vági er tað so undir ong- um umstøðum niðurflyting, sum er samrøðuevnið í hes- um tíðum. Higartil hevur gingist sera væl hetta kappingarárið, og vágbingar hava ongar ætl- anir um at lata sumbingar oyðileggja sær spælið. Leikani venjarin, Krzy- stof Popczynzki, ásannar, at talan kann vera um ein sera strævnan dyst fyri hansara leikarar. – Sumbingar geva seg altíð 150%, tá spælt verður móti VB, og tí mugu vit taka dystin í størsta álvara, sigur pól- lendingurin. VB liðið verður helst nakað skert, undan dyst- inum, tí hvørki Tórður Holm og Jón Pauli Olsen hava vant við fullari ferð hesa vikuna, orsakað av smærri skaðum. Harum- framt er Predrag Zivkovic leikbannaður, meðan Ja- nus Kjærbo hinvegin er tøkur aftur. Jóansøka er, og einki er at ivast í, at nógv fólk verður á Eiðinum, tá dyst- urin verður floytaður í- gongd. Stendur tað til leikararnar, so ætla teir sær at gera sítt til, at talan verður um eina góða jó- ansøku fyri Vágs bygd, er seinasta viðmerkingin, sum vit fáa frá Krzysstof. Jóansøkan karmur um lokaluppgerð Bæði VB og Sumba mugu helst vera týdningarmiklar leikarar fyri uttan, tá tey leygarkvøldið skulu avgreiða seinnu lokaluppgerðina Toll- og Skattstova Føroya, Stýrið Skrivstovufólk Vegna barnsburðarfarloyvi er avloysarastarv í umsitingardeildini í Stýrinum leyst at søkja til setan frá 15. august 2000 og 1 ár fram, møguliga longri. Arbeiðstíðin er kl. 8–13. Arbeiðsuppgávur Talan er um nógvar ymiskar uppgávur, t.d. kunnu hesar nevnast: • kontering og bóking av rokningum • umsita klokkuskipanina • umsita felags innkeyp av skrivstovulutum v.m. Førleikakrøv Skrivstovuútbúgving er ein fyrimunur. Annars vænta vit okkum at tú hevur hesar førleikar og eginleikar: • kanst arbeiða sjálvstøðugt • ert nærløgd/lagdur • hevur lætt við at samskifta við onnur Setanarviðurskifti Starvið verður lønt í 8. ella 9. lønarflokki í sáttmálanum millum Starvs- mannafelagið og Fíggjarmálastýrið. Løn og setanarviðurskifti verða ásett eftir sama sáttmála. Umsóknir Handskrivað umsókn saman við avritum av prógvum og viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. juli 2000. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postboks 2151 FO-165 Argir Vilt tú frætta nærri um starvið, kanst tú ringja til Birgit Hansen á tlf. 352026. Um stovnin Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálastýrinum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 145 starvsfólk og er skipaður soleiðis at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Í stýrinum eru fýra deidir: Eftirlitsdeildin, Lógardeildin, Menningardeildin og Umsitingardeildin. Tær 6 økisskrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík røkja raksturin. Málningaframsýningin á Varmakeldu 2000 Tey, sum vilja lata verk inn til Málningafram- sýningina á Varmakeldu, skulu lata tey inn í Fuglafjarðar skúla mikukvøldið 28. juni kl. 20 til 22. Saman við verkunum skal vera listi yvir: heiti, tøkni og prís og verkini skulu vera merkt samsvarandi við listan. Fyrireikararnir tilskila sær rætt at velja ímill- um verkini og at skipa framsýningina. Fyrireikararnir Sethúsaogn í Skálavík Um hóskandi boð fæst, verður ognin matr. nr. 10 b, Skálavík seld. Talan er um grundøki til støddar 1015 m2 við ástandandi eldri set- húsum. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Advokatskrivstovuna Fr. Petersensgøta 9 Att: Fríða Patursson, adv. Halgir Winther Poulsen, adv. Magnus S. Petersen, adv. Fríða Patursson, adv. Ólavur Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Tlf. 311145 SUÐUR- OYINGAR! TEORISKEIÐ byrjar mánakvøldið 3. juli kl. 19.00 í Trongisvágs skúla –––––––––––––––– Koyriskúlin 2000 v/ Alva Mortensen, Tvøroyri Tlf. 221199 & 372020 Reyði krossur Føroya Sorgarlinjan hjá Reyða Krossi Føroya svarar allar dagar frá kl. 1700 til 2300  212380 Sandvíkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Leverandørurin til entreprenørar í 28 ár... Skerimaskinur verða nýttar til: • asfalt og betong • umvæling av vegum • skering í asfalt til útgrevstur Sosialurin - 311820 Lesið -tað loysir seg