Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-07, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. oktober 2013síða 53

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 41 | 7. oktober 2013 Ókeypis lýsingarblað 21 Slakt Vilmund Jacobsen Zacharias Leitisstein, sum hevur hand­il við Fjøruvegin í Runavík, hevur patrónir til gamlar seyðabyrsur til sølu. - Tað var soleiðis, at bóndur og fólk, sum hava seyð, vendu sær til okk­ara og spurdu, um vit kunnu skaffa smáar patrónir til tær gomlu seyða­ byrsurnar. Hetta eru byrsurnar, sum menn brúktu til at skjóta lomb við. Tað eydnaðist okkum at fáa fatur á nøkrum patrónum, sum vit nú hava í okkara vøruútboði. Rúni Leitisstein sigur, at handilin soleiðis liggur inni við nøkrum skotum, har 100 patrónir eru í hvørji dós. - Tað eru fleiri, sum fletta nøkur fá lomb á hvørjum heysti og sum eiga eina gamla seyðabyrsu, sum kanska er gingin í arv. Nú eiga vit so patrónir á goymslu til hesar gomlu byrsur. Heilur kassi Rúni vísir á, at øll, sum skulu keypa patrónir, skulu hava eitt politiloyvi, sum er eitt pappír, ið verður fylt út til endamálið. - Vit hava útvegað okkum ein heil­ an kassa av hesum patrónum, sum er eini 10.000 skot. Gamla seyðabyrs­an er ikki egnað at skjóta veðrar við, men í fyrsta lagi lomb, sigur Rúni Leitis­ stein, sum leggur aftrat, at fólk eru væl­komin inn á gólvið í handlinum í Runavík. Leitisstein hevur patrónir til gomlu seyðabyrsuna - Tað eru fleiri, sum fletta nøkur fá lomb á hvørjum heysti og sum eiga eina gamla seyðabyrsu, sum kanska er gingin í arv. Nú hava vit patrónir til hesa byrsu, sigur Rúni Leitisstein Hetta eru patrónirnar, sum Zacharias Leitisstein í Runavík hevur útvegað til gomlu seyðabyrsurnar Vilmund Jacobsen Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur í heyst eisini gjørt burtur úr, hvussu leivdir frá slakti skulu burturbeinast, og her verður dentur lagdur á, at leivdir eiga at verða burturbeindar í bingju, sum er ætlað til hetta endamál. - Vil, vembur, kleyvar og aðrar leivd­ir frá fletting, sum ikki verða gagn­nýtt, mugu burturbeinast á skyn­ saman hátt. Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir á, at leivdir frá fletting eiga ikki at verða beindar í áir, fjøru ella haga. - Slík dálking av umhvørvinum kann ofta síggja ótespilig út. Hetta gev­ur ringan lukt og kann vera atvold til smittu. Lagt verður aftrat, at tað er ikki loyvt at grava niður leivdir frá flett­ ing. IRF leiðbeinir Tað er ikki nú sum fyrr, tá tað mesta frá slaktinum varð gagnnýtt. Nú fer nógv burtur, og tað er ein avbjóðing - bæði fyri tey, sum fáast við slakt og fyri IRF, sum tekur ímóti innvølum og øðrum leivdum frá skurði. IRF vísir á, at áðrenn vembur verða beindar í bingjur, skulu tær tømast, og mælt verður til, at innvølur, sum fer burtur, er í plastposum við passaligari nøgd í hvørjum posa. - Tað eru virkir, sum keypa og salta seyðaskinn, og vit kunnu upplýsa, hvørjir keypararnir eru. Skinn, sum eru væl hagreidd, eru ikki burturkast, men rávøra. Skulu skinnini seljast, er neyðugt, at tey verða væl hagreidd. - Skinnini skulu breiðast út og sleppa at kólna sum skjótast eftir fletting. Tá hitin er farin úr teimum, kunnu skinnini leggjast upp í stakk og saltast. IRF er altíð til reiðar at veita ráð í samband við burturbeining av slakti. Tá leivdir frá slakti skulu burturbeinast Í gomlum døgum varð tað mesta frá slaktinum gagnnýtt í húsarhaldinum. Tíðir broytast, og broytingar hava avbjóð­ ing­ar við sær. Soleiðis er eisini, nú innvølir og leivdir frá skurði verða burturbeindar. Bæði Heilsufrøðiliga Starvsstovan og IRF leiðbeina um um hesi viðurskifti Bæði Heilsufrøðiliga Starvsstovan og IRF eru góð í ráðum, tá leivdir frá slakti skulu burturbeinast