Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mai 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Meira fyri minni. So- leiðis lýsa GM Daewoo við nýggja Daewoo La- cetti sum avloystur Daewoo Lanos. Bilurin bleiv sýndur á Copen- hagen Motor Show 2004 og er júst nú kom- in til landið BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Daewoo eru nú ein partur av General Motors, heimsins størstu bilkonsern. Við nýggja Daewoo Lacetti koma teir við einum praktiskum og rúmligum bili í sokallaða Golf-klassanum. Lacetti er teknaður hjá ital- sku designfyritøkuni Itald- es ign við evropeiskum de- signi. Bilurin er sera væl koyrandi og kappingarførur í prísi í hørðu kappingini í klassa- num. Lacetti er ein hatchback við fimm hurðum, hann er 4,30 m langur, viðførisrúmið er 275 litrar, og við baksetrinum lagt niður verður tað heilar 1045 litrar. Í fyrstu atløgu eru tveir motorar at velja ímillum: ein 1,4 litur við 93 hk, og ein 1,6 litur við 109 hk. Seinni í ár kemur ein útgáva við 1,8 litur motori og 122 hk Í útgávuni við 1,6 litur mot- ori hevur Lacetti 4 airbag, el- síðurútar og fjarsýrt sentral- lás, aircondition, og fleiri møguleikar við stilling av ratti og førarasetrinum. Innan er bilurin annars merktur av góðum kvaliteti, og av at hann er sera rúmligur við góðum beinplássi. Stórur partur av el-skipan- ini er gjørdur í samstarvi við Bosch í Týsklandi. Ólíkur øðrum Daewoo er hetta fyrsti bilurin, sum ikki hevur eyðkenda Daewoo køl- aragittari. Lacetti er júst nú komin Føroyar í hesum verða seldir til sera kappingarførar prísir, sigur Esmar Simonsen, sølu- maður hjá P/F Esmar Simon- sen. Prísurin fyri nýggja Dae- woo Lacetti er úr einans 149.000,- Daewoo Lacetti: Koreanari við italskum designi 25 ára gamli Esmar Sim- onsen í Fuglafirði er sett- ur sum sølumaður hjá P/f Esmar Simonsen á Kambsdali. Esmar er sonur Trónd Simonsen og abbasonur stovnaran av fyritøkuni, Esmar Simonsen. Esmar hevur starvast á goymsl- uni hjá trolvirkinum Vón- ini seinastu 4 árini, og fekk útbúgving sum sølu- maður har. Esmar Simonsen sølumaður hjá Esmar Simonsen Daewoo Lacetti er teknaður í Italia við evropeiskum designi. Bilurin er væl koyrandi og kappingarførur í prísi Mynd: Álvur Haraldsen Innan er Lacetti merktur av góðum kvaliteti og av at hann er rúmligur Mynd: Álvur Haraldsen Esmar Simonsen í Fuglafirði er settur sum sølumaður hjá P/F Esmar Simonsen Mynd: Jonhard Hammer