Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mai 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Á stóru bilframsýningini í Bella Centrinum, sum var í døgunum 15. til 25 apríl, vórðu bilarnir úr sjónvarps- filminum »Krøniken« sýndir fram GAMLIR BILAR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tey, ið fylgdu við sjónvarpsfilminum »Krøniken« hjá Danmarks Radio, sum eisini varð vístur í Føroyum fyrr í ár, varnaðust bilarnar, ið nýttir vóru í filminum. Har vóru nógv áhugaverd ellisakfør frá tríati, fýrati og fimmti- árunum. Hesi akfør vórðu øll sýnd fram á Copenhagen Motor Show í Bella Centrinum, sum var í døgunum 15. til 25. apríl. Kanningar vísa, at yvir 2,5 mió hyggjarar fylgdu við »Krøniken«, sum fer fram fyrra partin í fimmtiáru- num. Tøkniliga var hetta ein spenn- andi tíð – menningin tók rættuliga dik á seg hetta tíðarskeiðið, og talið av bilum í Danmark trífaldaðist í fimm- tiárunum. Tey fyrstu árini eftir seinna heims- bardaga var tað trupult at fáa fatur á einum nýggjum bili í Danmark. Ben- sinið var ein mangulvøra, og ein nýggjur bilur var bara nakað, tú kundi droyma um. Donsku bilarnir vóru so at siga allir gamlir bilar frá árunum fyri kríggið. Fyri at keypa ein nýggjan bil kravdist, at tú søkti Direktoratet for Varefor- syning um loyvi til tess. Har sat ein strong metingarnevnd, sum gjørdi av, hvør hevði størstan tørv á einum nýggjum bili. Í 1950 fekk bara 10. hvør, ið søkti, ynskið uppfylt, og tá vóru tað ofta jarðarmøður, læknar og handilsferðandi, sum stóðu í fremstu røð, tí teirra flutningstørvur varð hild- in at hava størri týdning. Millum bilarnar síggjat eitt nú ein Buick Coupe frá 1941 (bilurin sum Cederholm lænti frá pápanum), ein Ford V8 Cabriolet frá 1946 (sum Søs kastar brúðarbukettina í, tá hon rýmur undan sínum egna brúdleypi), ein Dodge D5 Sedan frá 1937 (bilurin hjá Kaj Holger), ein Jaguar Mk VII frá 1953 (stjórabilurin hjá Bella) og nógvir aðrir spennandi bilar. Men í tíðarskeiðinum, tá »Krønik- en« fer fram – 1952-57 – kundu onnur eisini sleppa at keypa bilar. Tað kravdi bara eina góða uppsparing, tí uttan innkeypsloyvi var avgiftin hægri, og ein nýggjur bilur kostaði meira enn tað, sum ein arbeiðsmaður forvann um árið. Bilurin gjørdist í hesum tíð- arskeiðið eitt symbol fyri frælsi og nýggjar modernaðar tíðir. Í bløðum og á bilframsýningum vóru nýggju útlendsku modellini sýnd fram – og tey hugtóku fólk. Tann stóri dreymur- in tá var at fáa ein av teimum stóru av- fjaraðu amerikansku dollaragrinu- num, men tað vóru tó fáir danir, sum náddu tað. Fyri flestu danir varð dreymurin um lívstíl og ferð loystu av eyðkendu Bobluni frá Volkswagen ella einum lítlum Fiat, sum t. d. Fiat 500. 37 Ráðið fyri Ferðslutrygd fer nú undir at royna at fáa fleiri limir til RFF. Høvuðsendamálið er at gera Føroyar til eitt land við sunnari bil- mentan FERÐSLUTRYGD Fyri stuttum byrjaði Anna Louisa Joensen í starvi hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Ein av fyrstu uppgávunum hjá henni verður at fáa einstaklingar, virkir og feløg at tekna seg sum limir hjá RFF. Endamálið við at fáa fólk og virkir at tekna seg sum lim hjá RFF er, at tey samstundist skulu leggja seg eftir at hava eina sunna bilmentan. – Vit hugsa okkum, at tey virki, sum tekna seg sum lim, eisini leggja seg eftir at hava ein ferðslupolitikk. Hetta kann til dømis gerast við at virkið syrgir fyri, at bilførarnir og bilarnir hjá virkinum lúka allar trygdar- fyriskipanir, sigur Anna Louisa. Hon roknar við, at tað fer at fáa eina positiva ávirkan á bilmentanina í Føroyum, um fyrtøkurnar, sum gerast limir til dømis lýsa við, at tær koyra trygt. RFF ynskir at menna okkara samfelag, soleiðis at tað gerst betri og tryggari hjá okkum øllum í ferðsluni. – Og her er tað, at týdningurin hjá limunum kemur inn, tí limirninr taka samstundis undir við Null- hugsjónini, og verða virkandi til, at øll verða vird og vard í ferðsluni, sigur Anna Louisa. Í fyrstu syftu verða tað fyritøkur og virkir, sum fáa tilboð um at gerast limir hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og seinni fáa einstaklingar eisini møguleikan at gerast limir. Ongin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku Alt virksemi í sambandi við ferðslu verður í samljóði við hesa stevnu RÁÐIÐ FYRI FERÐSLUTRYGD STEPHANSSONS HÚS / UNI ARGE . . NULL HUGSJÓNIN NULL HUGSJÓNIN 36 Føroyar eitt land við sunnari bilmentan Ráðið fyri Ferðslutrygd fer nú undir ymisk átøk fyri at menna bilmentanina í Føroyum, soleiðis, at ferðslan verður sunn og trygg. At fremja hesa uppgávu í verki, er Anna Louisa Joensen sett í starv á RFF Tøl ið ræða Í 2002 vóru 702 børn fødd í Føroyum. Men hvat siga hag- tølini okkum, tá ið hugsað verður um ferðsluóhapp og vanlukku? Jú: - at umleið helvtin av hesum børnum verða fyrr ella seinni skadd í ferðsluni, - at 1 av hvørjum 5 børnum, tað eru um 140, verða skadd meir enn eina ferð í ferðsluni, - at o.u. 6 av teimum fara at doyggja í ferðsluni, - at 3 - 4 av teimum 6 doyggja í ferðsluni, áðrenn tey eru til- komin, og - at umleið 14 av teimum 702 verða avlamin av eini ferðslu- vanlukku. Kelda: Ávegis til Nullhugsjónina Krønikubilarnir í Bella Centrinum Ford V8 Cabriolet frá 1946. Hetta er bilurin, sum Søs kastar brúðarbukettina í, tá hon rýmur undan sínum egna brúdleypi Myndir: Álvur Haraldsen