Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 dupultlønir dupultari løn Løgmaður liggur oman á málinum Høgni & Aksel: Jákup Mikkelsen: Kaj Leo Holm Johannesen skal hava ein møguleika at koma við lógaruppskoti, sum broytir lønarviður­ skift­ini. Men ger hann einki, so gera vit tað fyri hann, siga for­menninir í stóru andstøðuflokkunum Jón Brian Hvidtfeldt – Viðgerðin av lønarviður­ skiftum hjá landsstýris- og løg­tingsfólki er at rokna sum móðurin at øllum hyklaríið. Tað sigur Høgni Hoydal, for­ maður í Tjóðveldi, sum sjálv­ ur hevur kent smakkin av at fáa dupulta løn, tá hann fór úr Tinganesi aftur í løg­ tingið. Stóru andstøðuflokkarnir eru samdir um, at lønar­ viðurskiftini hjá lands­stýris­ fólki skulu vera tey somu sum hjá øðrum alment sett­ um. Tað merkir við øðrum orð­ um, at landsstýrismaðurin varðveitir hægru lønina eitt tíðarskeið, tá hann fer úr løgtinginum og tekur sæti á løgtingi. – Tað hevur týdning at hava eina skipan við greiðum gjøgnumskygni, soleiðis at politikarar verða lønt á sama hátt sum alment lønt, sigur Aksel V. Johannesen. Báðir teir stóru and­ støðu­flokkarnir vísa á, at løg­maður í vetur fekk eitt til­mæli um, hvussu lønar­ viður­skiftini eiga at skipast fyri landsstýrisfólk. Eitt av høvuðstilmælinum í tí álit­ inum er, at onnur almenn løn skal mótroknast í frá­ faringar­lønini hjá einum lands­stýrisfólki. – Síðani er einki hent, og vit bíða framvegis eftir løg­manni, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðar­flokkinum. Somuleiðis verður í álitinum mælt til, at lands­ stýrisfólk fáa somu eftir­ lønar­viðurskifti sum onnur al­ment lønt. Tað vil siga eitt eftir­lønargjald á 15 prosent, sum verður goldið inn á eina góð­kenda eftirlønarskipan. – Landsstýrisfólk eiga at verða lønt eftir somu prin­ cippum sum onnur almenn starvsfólk. Bæði viðvíkjandi eftir­løn, koyripengum og eis­ini fráfaringarløn, tá tey fara úr aftur landsstýrinum, sigur Aksel V. Johannesen, og Høgni Hoydal er púra samdur. Tolið Tað var á ólavsøku í fjør, at løgmaður boðaði frá, at hann nú fór at taka sær av mál­ inum um umstríddu lønar­ viður­skiftini hjá løgmanni. Hann setti ein arbeiðsbólk at viðgera málið, og álitið varð skrivað liðugt gamlaárskvøld í fjør. Men framvegis er sama skipan galdandi fyri lands­ stýrisfólk, sum áðrenn løg­ maður segði seg fara at taka málið upp. – Vit hava verið á fundi við løgmann um hetta málið og ført okkara sjónarmið fram. Men eftir øllum at døma h e v ­u r løg­mað­ ur nú slept øll­ um mál­ inum, tí at semja ikki fekst um allar smá­ lut­ir­nar í tí álit­inum, sum løg­ maður fekk frá nevnd­ini, sigur Høgni Hoydal, sum heldur at skip­anin eigur at vera broytt beinan­vegin, so­ leiðis at hon kann koma í gildi eftir næsta løgtingsval. – Løgmaður boðaði í vár frá, at hann fór at leggja eitt broytingaruppskot fyri tingið á ólavsøku. Nú vit eru komin út í oktober er framvegis einki uppskot komið frá løg­ manni. Men málið stendur tó á løglistanum, og tí skal løg­maður fáa møguleikan at koma við uppskotinum sjálv­ ur, sigur Aksel V. Johannesen, sum greitt gevur til kennar, at tolið hjá andstøðuni er við at vera uppi. – Kemur einki uppskot frá løgmanni, so verður Javn­ aðar­flokkurin við til at leggja eitt uppskot fyri løgtingið, sum broytir hesi viðurskifti, sigur Aksel V. Johannesen. Sambært Høgna Hoydal er Tjóðveldi eisini til reiðar at leggja upppskot fyri løg­tingið um at broyta lønar­viður­ skiftini hjá landsstýrisfólki, um so er at løgmaður einki ger við málið. jonbrian@sosialurin.fo – Yvirskipað haldi eg at tað er ikki í lagi, at fólk fáa lands­stýrismannaløn og løg­tingsmannaløn í senn, heldur formaðurin í ting­ bólki Fólkafloksins. Jákup Mikkelsen held­ ur, at landsstýrisfólk og løg­tings­fólk eiga at fáa eina rími­liga løn, sum hvørki skal vera ov høg ella ov lág. Og formaðurin í tingbólkinum hjá Fólka­ flokkinum hevur ikki hug at gera viðmerkingar til løn­ina hjá Kára P. Højgaard. Men Jákup Mikkelsen heldur tó ikki, at verandi skipan, har til ber at fáa landsstýrismanna- og løg­ tingsmannaløn í senn, er rímilig. – Nei, tað er ikki rímiligt, at sami persónur kann fáa tvær lønir útgoldnar frá sama arbeiðsgevara í senn, heldur formaðurin í ting­ bólk­inum hjá Fólka­flokk­ inum. Órímiligt við dupultari løn Alfred Olsen NEI Bárður Nielsen NEI Reimund Langgaard NEI Høgni Hoydal NEI Páll á Reynatúgvu NEI Helgi Abrahamsen NEI Rósa Samuelsen JA Jóna M. Mortensen NEI Kristina Háfoss NEI Sirið Stenberg NEI Edva Jacobsen NEI Eivin Jacobsen NEI Bjørt Samuelsen NEI Gunvør Balle NEI Kári P. Højgaard NEI Føroyingur við heimsins størstu vín- app VS s10-11 Eingin børn eft miðbýn Lars Olsen: Eg meinti russiskan fótbólt ítr s Fríggjadagur 4. oktober 2013 Nr. 114 87. árg. kr. 25,00 Sum tingmaður helt hann tað ikki vera í lagi, og vildi hava tingið at broyta lógina. Nú hann sjálvur fær 250.000 kr í eyka løn, vil hann einki gera. – Eg havi onnur og størri mál at arbeiða við, sigur Holm Johannesen s4-5 GÓÐTEKUR DUPULTA LØN Løgmaður: KEYP FØROYSKT Tann naTúrliga modellin armgarð morTensen www.lm.fo - lm@lm.fo - tel 35 12 20 EL-motorar GATES REIMAR Bonfiglioli GEAR Les Sosialin á telefonini