Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 It´s the Demography, Stupid! Jørgen Niclasen hevur boðað frá, at “fráflytingin er steðgað”. Og løgmaður vil vera við, at trupulleikin er yvirdrivin og miðlaskaptur. Á hvørji planet búleikast hesir menn? Heini í Skorini »Fráflytingin er steðgað.« So greiður var sjefurin í Kvíggjartúni, tá fíggjarlógin varð løgd fram í farnu viku. Og samstundis hugleiddi løg­ maður á sínum altíð so hend­ ingarríka Facebook-profili um sama evnið: »At tosa um katastrofur og vanlukkur í hes­um sambandi hevur einki við dagsins veruleika at gera.« Løgmaður helt, at fjølmiðlarnir gera alt ov nógv av, og hann fegnaðist um, at vit standa okkum betri enn Bornholm. Har er fólka­minkingin nógv størri enn heima í Føroyum. Innan fyri nakrar fáar sólar­ringar fekk tjóðin altso at vita frá nummar eitt og nummar tvey í samgonguni, at fráflytingin er steðgað, og at hesin trupulleikin er púrasta yvirdrivin. Fráflytingin stendur við Hesin hugburðurin er bæði villleiðandi og vanda­mik­ il. Fyri tað fyrsta er frá­ flyt­ingin framvegis so stór, at hon etur upp eitt tað hægsta burðaravlopið í Evropa á umleið 230 fólk. Heilt nágreiniliga var netto­ fráflytingin í fjør minus 211 fólk, men av tí at føroyskar kvinnur áttu 233 børn í fjør, lupu 22 fólk av. Og tað skulu vit sjálvandi fegnast um. Men at billa sær sjálvum og øðrum inn, at fráflytingin er steðgað í einum ári, tá 233 fólk færri fluttu til landið enn av landinum, er beinleiðis ósatt. Um Føroyar vóru eitt tolu­ liga normalt land uttan eitt so ógvusligt, árligt exodus, tá unga ættarliðið kollektivt pakk­ar pjøkarnar, hevði burð­aravlopið tryggjað ein natúr­ligan fólkavøkstur hvørt ár. Fyri tað næsta eru 12 mánaðir eitt alt ov skroypi­ligt grundarlag fyri at prokl­amera nakran nýggjan tendens, serliga í einum lítl­ um landi, tá lutfalsliga smáar broyt­ingar skapa stór sveiggj í hagtølunum. Tí mugu vit í minsta lagi hyggja at einum longri áramáli, áðrenn ein nýggjur tendensur yvir­høv­ ur kann staðfestast. Sjálv­ andi roynir Jørgen at vera bjart­skygdur, men hetta evn­ ið er alt ov álvarsamt til slíkt populistiskt møsn. Tann stóra myndin er at kalla óbroytt. Síðani 2004 hevur fráflytingin verið so stór, at hon gloypir burð­ ar­av­lopinum, inntil lítið og einki er eftir. Unga ættarlið­ ið rýmir framvegis í syrgiliga stórum tali í august og sept­ ember, og alt ov fá koma heim­aftur. Samstundis er burðar­avlopið fallandi, bæði tí at kvinnurnar fáa færri børn í Føroyum eins og í restini av heiminum, og tí at talið av kvinnum (og monnum) í burðarførum aldri er støðugt minkandi. Vit kunnu ikki blíva við at dúva uppá aktivitetin á føði­ deildini. Pínumarkið Og tað er hetta seinna – talið av fólkum í burðarførum og arbeiðsførum aldri – sum er tað avgerandi. Sum í grundini er nógv meiri avgerandi enn sjálvt fólkatalið. Og sum løg­ maður ignorerar, tá hann skriv­ar á Facebook, at fólka­ mink­ingin nú ikki er so stór, sum miðlarnir vilja vera við. Og nú gerast tølini enn meiri álvarsom. Síðani 2005 eru 1463 færri fólk millum 15 og 44 ár í Føroyum. Og luta vit fólkið í tveir bólkar og hyggja at lutfallinum mill­um ættarliðið undir og yvir 40 ár, verður myndin enn greiðari (sí stabbamynd). Í 1985 vóru tvífalt so nógvir íbúgvar und­ir 40 sum yvir 40 (umleið 30.000 fólk frá 0-39 og um­leið 15.000 fólk yvir 40). Í 2012 er lutfallið næstan vorðið fifty- fifty. Við øðrum orðum eldast Føroyar við rúkandi ferð. Tey yngru gerast færri, og tey eldru gerast fleiri. Bú­skap­ arliga avleiðingin er, at færri og færri skulu rinda fyri fleiri og fleiri. Flestu búskaparligu prognosurnar vilja vera við, at um 15 ár eru umleið 4.000 fleiri pensjónistar og 4.000 færri á arbeiðsmarknaðinum. Og jú longri fram vit rokna, jú skeivari verður aldurs­ sam­ansetingin. Fyrr ella seinni náa vit einum pínu­ marki, tá roknistykkið ikki long­ur hongur saman. Tá vit ikki longur hava ráð til tað samfelagið, sum vit ynskja okkum. Og tá er ov seint at vakna og fremja teir reformar, sum í longdini kunnu tryggja búskaparligt haldføri, fólkavøkstur og eitt minimum vælferðarstøði. Komiski Ali Er hetta ein miðlaskaptur trupulleiki? Er fráflytingin steðgað? Svarið er sjálvandi eitt rungandi nei. Eg ivist ikki í, at bæði Jørgen og Kaj Leo ynskja fólkavøkstur eins væl og øll onnur. Trupulleikin er nógv størri og nógv eldri enn teir báðir, og eg fegnist um teir glottar, sum eru at hóma í fíggjarlógaruppskoti­num, hóast lúturin framvegis er ov veikur. Men tað seinasta, sum Føroyar hava brúk fyri, eru politik­arar, sum stinga høvdið í sandin. Eins og komiski Ali, tá hann við áræði og optimismu vissaði heims­press­una í Baghdad um, at irakiski her­ur­in fór at knógva super­mak­t­ini, sam­stund­is sum sam­eindu stríðs­vognarnir rullaðu inn í irak­isku oyðimørk­ina. Tá Bill Clinton tryggjaði sær Hvítu Húsini á valinum í 1992, orðaði legendariski spunasmiðurin, James Car­ ville, eitt famøst og effektivt slagorð: It´s the Economy, Stupid! Ein hóskandi umskriv­ing í Føroyum anno 2013 kundi verið: “It´s the Demography, Stupid!”