týsdagur 8. oktober 2013síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein annar vegur...
Eina Andreasen,
forkvinna
Ergoterapeutfelagið
Nú vit nærkast 10. oktob
er, sum er Altjóða Psykia
tridagur, kemur mær til
hugs hendan sama dagin
fyri einum ári síðani, tá
ein ungur føroyingur valdi
at taka sítt egna lív. 10.
oktober minnir okkum á,
hvussu viðbrekin vit sum
menniskju eru, og hvussu
viðbrekið lívið kann vera.
Hetta eigur at seta tankar
í gongd hjá okkum øllum,
og ikki minst avvarðandi
skipanum, um, hvussu vit
sum samfelag kunnu hjálpa
sálarliga
viðbreknum
og
sjúkum fólkum. Vit mugu
gera tað øðrvísi enn nú.
Bæði so sjálvmorð kunnu
fyribyrgjast, og so vit fáa
hjálpt og stuðla sálarliga við
breknum og sjúkum fólki til
góða viðgerð og eitt gott lív.
Ein, sum kennir til truplu
støðuna hjá fólki, ið eru
sálarliga viðbrekin og sjúk,
er fyrrverandi danski for
sætisráðharrin Poul Nyrup
Rasmussen, hvørs dóttir fyri
tjúgu árum síðani tók lívið av
sær. Frammanundan hevði
dótturin verið sálarliga sjúk
í fleiri ár og hevði tørv á hjálp
frá avvarðandi skipanum
m.a. psykiatriini. Poul Ny
rup Rasmussen er í dag for
maður í felagsskapinum “Det
sociale netværk”, ið hevur til
endamáls at betra um viðgerð
og lívsumstøður hjá sálarliga
viðkvæmum fólkum.
Poul Nyrup Rasmussen
skrivaði 12.10.12 ein kron
ikk í dagblaðnum Politiken,
sum fekk nógva umrøðu
í
Danmark.
Høvuðsboð
skapurin í hesum kronikki
var, at psykiatriin hevði tørv
á at verða gjølla endurskoð
að. Ein av orsøkunum var, at
skjalprógvan var komin um
tvingsil og yvirmedisinering
umframt um brádligan deyða
hjá psykisk sjúkum fólki
orsakað av ov nógvum og
skeivum medisini. Í atfinn
ingunum mótvegis donsku
psykiatriini vísir Poul Nyrup
Rasmussen á, at tørvur er á
at hyggja kritiskt eftir ment
anini í psykiatriini.
Ergoterapeutfelagið í Før
oyum ynskir eisini, at vit
hyggja kritiskt at okkara
psykiatri og kanna aðrar
vegir, ið eru vísindaliga skjal
prógvaðir.
Trupulleikin
við núverandi
psykiatrimentanini
Hvør
er
hendan
áður
nevnda serstaka “psykiatri
mentanin”? Ein psykiatrisk
deild er partur av sjúkrahús
verkinum, har tann grund
leggjandi hugsunarhátturin
er náttúruvísindaligur. Í tí
náttúrvísindaligu tilgongdini
hevur tann medisinska við
gerðin ein stóran leiklut. Tað
vil siga, at ein sjúka er nakað,
sum skal lekjast við medisini.
Sjálvandi, kunnu vit siga!
Ein sjúka skal eisini hava
eitt heiti – tað vil siga eina
diagnosu. Fyri at fáa eina
diagnosu, skal tú hava nøkur
ávís symptomir. Í tilgongdini
er eitt stórt fokus á at finna
og staðfesta hesi symptom
ini, tí diagnosan er so avgerð
andi fyri, hvør viðgerðin er.
Tað skilja vit væl, og sjálvandi
skal psykiatriin ikki viðgera
fólk í blindni. Men, sum
mentanin og tilgongdin er
nú, kann tað vera trupult at
fremja aðrar arbeiðshættir til
fulnar, sum krevja ein heilt
annan hugsunarhátt, enn
tann náttúruvísindaliga.
So hvørt sum tað er blivið
meira vanligt at tosa opið
um sálarligar sjúkur, hava
fleiri fyrrverandi sjúklingar
sett orð á, hvussu tey hava
upplivað skipanina, og fleiri
góðar bøkur finnast um
hetta. Tey kunnu fortelja,
hvussu tey upplivdu at blíva
sædd bert sum ein diagnosa
og ikki sum eitt menniskja
við egnari serstøku lívssøgu.
Og hvussu tað kendist ikki
at verða hoyrd og ikki at
verða tikin við í gongdini. Á
hendan hátt mistu tey heilt
tamarhaldið á egnari støðu.
Tey kunnu eisini fortelja,
hvussu tey á annan hátt
komu víðari í lívinum, og
í dag liva eitt gott og inni
haldsríkt lív við millum øðr
um góðari útbúgving.
Í teimum størru londun
um kring okkum er nógv
skjalprógvan at finna um
omanfyrinevndu
viður
skifti. Tíverri finnist tann
vísindaliga lýsingin av psyk
iatrisku viðurskiftunum ikki
í sama mun í Føroyum. Men
tað er ikki orsøk til at halda,
at viðurskiftini og mentanin
innan psykiatrisku skipanina
er øðrvísi her enn í okkara
grannalondunum.
Hetta
kann eg eisini siga út frá,
at eg sjálv havi arbeitt sum
ergoterapeutur innan psyki
atrisku skipanina í Føroyum
í 12 ár.
Afturat hesum kemur, at
Psykiatriski Depilin í 2008
byrjaði eina tilgongd við
stórum broytingum í skipan
ini við støði í ynskinum um
eina øðrvísi psykiatri. Hend
an broyting er enn í gongd,
og broytingar krevja nógva
orku
av
starvsfólkunum.
Tann drúgva broytingartíð
in ávirkar arbeiðið við fólk
um, sum frammanundan
eru viðbrekin. Vit eru vitandi
um, at nógv dugnalig starvs
fólk við drúgvum royndum
innan økið hava valt at fara
úr skipanini, og hetta er alt
annað enn gott fyri neyðugu
menningina á økinum.
Hugsa heild og
samanhang
Felagsskapurin Det Sociale
Netværk og onnur feløg, ið
arbeiða við at betra psyk
iatriina, vísa á aðrar vegir at
ganga í viðgerðini av sálarliga
viðbreknum fólkum. Vegir,
sum hava støði í at møta
menniskjanum
“aftanfyri
diagnosuna” í arbeiðinum við
at lekja og/ella hjálpa teimum
til at fáa og liva eitt so gott lív
sum til ber. Dømir um aðrar
vegir eru “Recovery, “Opin
Dialogur” og “Tann narrativi
hugsunarhátturin”.
Tilgongdin “Opin Dial
ogur” verður eisini nevnd
“Laplandsmodellið”, har tað
í Finlandi hevur ført við sær
imponerandi
skjalprógv
aði úrslit, og ført til viðgerð
av sálarliga sjúkum fólkum
uttan
heilivág.
Maðurin
handan modellið er sálar
frøðingurin Jaakko Seikkula.
Arbeiðshátturin
verður
m.a. eisini nýttur á ávísum
støðum í Danmark við góð
um skjalprógvaðum úrsliti.
Í august í ár var Ergo
terapeutfelagið til “Nordisk
Forum” í Danmark, har øll
Ergoterapeutfeløgini í Norð
urlondum møttust um evnið
psykiatri, og har sjúklinga-
og
avvarðandifeløg
vóru
boðin við at fortelja okkum
um teirra tankar og ynskir.
Niðurstøðan her var júst
tann sama, sum kemur fram
í kronikkinum hjá Poul Ny
rup Rasmussen, og sum Det
Sociale Netværk roynir at
fáa sett inn.
Felags
fyri
omanfyri
nevndu arbeiðshættir er, at
virðing er fyri, at einstaka
fólkið verður sætt sum ser
frøðingur í egnum lívi. Hetta
merkir, at tey verða hoyrd og
hava ávirkan á gongdina í at
koma fyri seg aftur. Umframt
hetta er meira fokus á lívs
søgu og umhvørvi , og á hvørj
ir samanhangir eru at síggja
í hesum í sambandi við sjúku
og symptomir. Netverkið
hjá tí einstaka verður eisini
tikið við í arbeiðið, og her
verður ikki einans hugsað
um familjuna. Út frá hesum
verða mál sett fyri viðgerðini/
gongdini, sum eru snikkaði
til tann einstaka.
Hetta seinasta árið hevur
verið nógv at hoyrt í Føroy
um um Fountain House, sum
er eitt arbeiðsrættað tilboð
til sálarliga viðkvom og sjúk
fólk, sum m.a. eftir eina inn
legging hava tørv á at fáa
ein góðan og innihaldsríkan
gerandisdag. Meginreglurnar
í Fountain House-hugtaki
num hanga væl saman við
omanfyrinevndu
arbeiðs
hættum. Sama ger seg gald
andi við rehabilitering, ið
eisini er eitt hugtak, sum
verð-ur nýtt í psykiatriini
eins og innan tær almennu
skipaninar í dag.
Ergoterapeutfelagið
ynskir ein annan veg
Ergoterapeutfelagið
tekur
undir við sjónarmiðunum í
omanfyrinevnda
kronikki
hjá Nyrup Rasmussen og við
tí niðurstøðu norðulendsku
ergoterapeutfeløgini komu
fram til á Nordisk Forum í
august. Eisini vit ynskja ein
annan veg.
Vit ynskja eina psykiatri
her í Føroyum, har heild og
samanhangur er í tilgongdini
og viðgerðini, og har virðing
in fyri tí einstaka og teimum
avvarðandi altíð er til staðar
og ongantíð verður løgd til
síðis.
Vit ynskja eisini, at øll
starvsfólk innan psykiatri
ina eru tilvitaði um tann
etiska partin í arbeiðinum.
Tá tú arbeiðir á psykiatrisku
deild, fært tú við tínum
starvi tillutað stórt vald.
Hetta valdið má handfarast
við eyðmýkt, so vit øll trygt
kunnu taka ímóti einum
psykiatriskum tilboði, um so
verður, at okkum tørvar tað.
Hetta kann vera eitt av
boðunum
uppá,
hvussu
hond verður tikin um tað
menniskja, sum við sálar
ligum viðbrekni kann vera
í vanda fyri at taka lívið av
sær. Tá verður ikki einans
hugsað um psykiatriina, men
eisini ta almennu skipanina
sum heild, har hesi menn
iskju verða møtt.
Nólsoy aftur eftir hæli
Jógvan Arge
varaborgarstjóri í Havn,
býráðslimur fyri
Tjóðveldi
Fólkatalið minkar í Nólsoy.
Í dag búgva 100 fólk færri
í Nólsoy enn fyri 30 árum
síðani. Hesi árini er fólkatalið
minkað næstan ein heilan
triðing. Í 1986 búðu 315 fólk
í Nólsoy. Í dag eru tey 216 í
tali.
Í dag eru so at siga eingi
privat arbeiðspláss í Nólsoy.
Flakavirkið er burtur, skipini
eru burtur, útróðurin er so at
siga hildin uppat o.s.fr. Tey
allarflestu, sum hava arbeiði,
arbeiða í Havn og ferðast
dagliga ímillum.
Alt gott um tað at siga,
men tann stóri munurin í
fólkatalinum stendst helst
av, at nólsoyingar ikki longur
hava síni egnu arbeiðspláss,
sum tey, ið áður vóru á
flakavirkinum, á skipunum,
í útróðri og alivinnu. Ein
máti at steðga minkingini
í fólkatalinum í eini oyggj
sum Nólsoy er at virka fyri
nýggjum virksemi og arb
eiðsplássum í bygdini.
Tórshavnar býráð hevur
ásannað,
at
bygdirnar
í
kommununi skula raðfest
ast fremri. Tí er sett ein økis
nevnd, har allir flokkar eru
umboðaðir. Stevnan í breiða
samstarvinum um bygdir
og økismenning er púra
greið: “Avgjørt er at stovna
eina serstaka økisnevnd at
viðgera og taka stig til at
menna bygdir kommununnar
á øllum økjum”.
“Nevndin arbeiðir í høv
uðsheitum yvirskipað og
tvørgangandi,
men
tekur
eisini upp mál fyri einstakar
bygdir. Dømi um mál, sum
nevndin kann taka upp, eru:
útstykkingar til bústaðir og
vinnu, vetrarfriðing, vegir
og ferðslutrygd, vinnumenn
ing, ferðasamband, skúla
viðurskifti, dagstovna- og
ungdómsmál, ítróttar- og
frítíðarvirksemi til allar ald
ursbólkar v.m.”
Var á borgarafundinum í
Nólsoy hendan dagin. Áhuga
verdur og lívligur fundur við
nógvum hugskotum. Nógvir
spurningar vóru daglig mál,
sum kunnu loysast í eini
handavend, er vilji til tess.
Onnur eru truplari at fáast
við og krevja meira tíð og
pening.
Tað, sum peikaði einamest
frameftir,
var
uppskotið
um eina peningajáttan til
mennandi endamál í oynni.
Hetta samsvarar væl við
tað, sum Tjóðveldi í býráð
num hevur framført um,
at økispolitikkurin er at
rokna sum einki, verða ikki
teir bjørtu tankarnir fylgdir
upp við eini peningaligari
avseting, sum økisnevndin
kann gera tilmæli til býráðið
burturúr.
Fyrsta
fíggjarætlanin
hjá nývalda býráðnum er til
viðgerðar í hesum døgum.
Vit vænta, at býráðið í verki
verður samt um at raðfesta
bygdirnar so mikið ítøkiliga
við serstakari peningajáttan
hesi komandi árini, at nógv
munagott
sæst
eftir,
tá
skeiðið er runnið.
Vit hava við opnum ørm
um tikið bygdirnar upp í
landsins oddakommunu. Nú
eiga vit ikki at lata tær sigla
sín egna sjógv.
---