Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. oktober 2013 · Nr. 117 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Munnligu fyrispurningarnir til løgmann kundu teljast á tveim­um hondum, tá Kaj Leo Holm Johannesen miku­dagin svaraði fyri seg og sín leiklut í málinum um Skála­fjarðartunnilin. Fyri­ spurn­ing­ar­nir komu í kjalar­ vørri­num á nógv um­røddu sjón­varps­send­ing­ini ”Skála­ fjarð­ar­tunnilin, kosta hvat tað kosta vil” týskvøldið, og tað merkti eisini orðaskiftið. Løgmaður er eittnú lagd­ ur undir at bera fram mót­ stríð­andi upplýsingar, at hal­da aftur upplýsingar fyr­i løgtinginum og at hava ver­ ið við til at gera avtaluna um milliónaendurgjald til Copen­hagen Infrastructure Part­n­ers (CIP). Spurningarnir frá and­ støðuni hegla niður yvir løg­ mann. Hví sigur løgmaður, at hann hevur ikki verið við til at gera endurgjaldsavtaluna við CIP, samstundis sum hann sigur seg hava verið við á fundi­num, har avtalan varð gjørd? Og hvør var lógar­heim­ ild­in fyri at gera avtaluna? Hví heldur løgmaður tað vera í lagi, at landsstýrismaðurin í innlendismálum ikki bar løg­ tingi­num upplýsingarnar frá Landsverki? Hví helt løg­mað­ ur tað vera í lagi, at løg­tingið ikki slapp at síggja sátt­málan millum lands­stýrið og CIP, tá lóg­in varð løgd fyri løgtingið? Og hvat heldur løgmaður um, at løgtingslimir skuldu skriva und­ir trúnaðarváttan, tá tey lok­sins fingu møguleika at sígg­ja tunnilssáttmálan. Meðan spurningarnir vóru nógv­ir, so vóru svarini fá. Løg­maður tví­held­ur stutt sagt um, at hann hevur einki skeivt gjørt. CIP milliónin Milliónin til CIP bleiv sum vera man nógv umrødd, og and­støðan krevur at fáa at vita leiklutin hjá løgmanni í hes­ari umstríddu avtalu. - Eg meti meg ikki hava gjørt nakra avtalu við CIP. Har var ein harðligur fundur 27. juni. CIP pressaði á og tey vildu eisini hava meg at skriva undir. Men eg svaraði, at eg kundi ikki skriva undir, mill­um annað vísandi til stýris­skip­an­ar­lógina, segði Kaj Leo Holm Johannesen. - Tað merkir also, at løg­ mað­ur var til staðar. Hann hoyr­di, hvat bleiv sagt. Og hann sá, at tað bleiv skriv­að undir, segði Bjørt Samuel­ sen. - Ein munnlig avtala er líkan bindandi sum ein skriv­lig avtala, suppleraði Krist­ina Háfoss, áðrenn Ak­sel V. Johannesen fór at samanbera støðuna við eina privata fyritøku, har stjór­in fer á fund og hevur rokn­ skap­ar­leiðaran við, fyri síð­a­ ni seinni at avnokta, at hann hev­ur nakað við avtaluna at gera. - Hvat segði løgmaður á fundi­num við CIP. Var hann bara ein fluga á vegginum? Og hví upplýsti hann ikki løg­ting­ið um hesa milliónina undir 1. viðgerð í løgtinginum 6. august, spurdi Høgni Hoy­ dal. Og formaðurin í Mið­ flokki­num tók yvir: - Eg dugi snøgt sagt ikki at skil­ja, at CIP-menninir ikki vórðu bidnir um at skrubba av, tá teir komu við hesum hes­um kravinum. Hetta má steðga, segði Jenis av Rana. - Hví er milliónin ikki flutt til CIP, spurdi Høgni Hoydal. - CIP hevur sagt við okkum, at nú mugu vit nú mugu bíða eftir, hvussu leik­ur fer. Vit mugu síggja gongd­i­na í málinum, svaraði Kaj Leo Holm Johannesen. Orðadrátturin fekk for­ mannin í Sjál­v­stýris­flokki­ num at taka orðið. - Eg havi heldur ikki skriv­ að undir nakra avtalu við CIP. Tíverri ikki, tí løgmaður steðg­aði mær áðrenn, segði Kári P. Højgaard. Stormurin Ferð eftir ferð royndi and­ støðan at fáa tær 14 undir­ skriftirnar, sum skulu til fyri at løgtingið sjálvt kann seta ein kanningarstjóra. Men hóast løgmaður sigur seg ikki leggja nakrar bind­ing­ ar á sam­gongu­limir, so fekk an­d­støð­an ikki sínar undir­ skriftir. Sjálvur skírdi løgmaður málið at vera ein storm í ein­ um vatnglasi. - Ja, eg var við á fundi við CIP. Men nei, eg havi ikki gjørt nakra avtalu við CIP. Og eg havi heldur ikki ábyrgd av avtaluni við CIP. Eg havi steðg­að eini avtalu, tí eg vildi hava málið aftur í løgtingið. Men so var eg dømdur í eini sjón­varpssending, segði Kaj Leo Holm Johannesen og legði afturat: - Hetta málið er ein storm­ ur í einum vatnglasi, tá man tosar um tað løgfrøðiliga. Polit­iskt kann eg ikki gera meira. Eg hangi longu saman við Kára P. Højgaard. Nú er tað upp til løgtingið, hvat síða­ni hendir, segði Kaj Leo Holm Johannesen. Tað hendi so dagin eftir, tá Ak­sel V. Johannesen, Høgni Hoy­dal og Poul Michelsen í felag løgdu fram misálit á løg­mann. - Hetta málið hevur undir­ griv­ið politisku skipanina so­mik­ið nógv, at eg kann ikki meira standa modell til hetta. Tað er eitt mark fyri, hvussu langt man vil fara. Eg vil ikki longur vera partur av ábyrgd­ini, og vit seta nú eina striku í sandin, segði Poul Michel­sen, tá uppskot um mis­álit varð lagt fram. - Ja, eg eri blakaður upp á polit­isku vektina, og tað má eg so bara fyrihalda meg til. So­leið­is er skipanin, svaraði Kaj Leo Holm Johannesen. Framsøgumenninir hjá Fólka­flokkinum og Sam­ bandsflokki­num gjørdu beinanvegin greitt, at teir fóru ikki at taka undir við mis­áliti­num. Og tá Jákup Mikkel­sen og Bárður Nielsen tos­aðu vegna tilsamans 17 ting­lim­ir, var beinanvegin und­ir orðaskiftinum greitt, at løgmaðurin eisini eitur Kaj Leo Holm Johannesen, tá dagurin var av. - Hetta er eitt sjálvmál av tí aðru verð, segði Jenis av Rana við adressu til andstøðuna, tá hann tók orðið. Formaðurin í Mið­flokki­ num hevur givið til kennar, at h­ann tekur undir við at seta ein kanningarstjóra at kan­na málið um Skála­fjarð­ ar­tunnil­in. Men fyrst eigur Lands­stýris­mála­nevndin at fáa einar tvær vikur afturat at gera sítt arbeiði liðugt. Hóast úrslitið av at­ kvøðu­greiðsluni um misálit á løgmann tíðliga var greitt, so helt tað fram, tá hetta blað­ið fór til prentingar seint seinna­partin hósdagin. Stormurin í vatnglasi løgmans Kaj Leo Holm Johannesen er í politiskum ódnarveðri fyri sín leiklut í málinum um Skálafjarðartunnilin. Ein dagur við fyrispurningum bleiv avloystur av einum nýggjum degi við misáliti á landsins leiðara, sum sjálvur skírir málið at vera ein stormur í einum vatnglasi