Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 gjørd­ist annarleiðis enn væn­ta. - Eg fleyg frá Mallorca og til Danmarkar, og tann túrurin gekk væl. Á flog­ vølli­num á Kastrup byrjaðu røddirnar og rang­hugsan­ir­ nar veruliga at gera vart við seg. Sá eg onkran til dømis við eini dokumentmappu, ímynd­aði eg mær, at tað var ein lækni, sum skuldi tosa við meg. Slíkum hugsanum sat eg við. Eg var so í øðrviti, at eg kláraði heldur ikki at finna innskrivingardiskin, for­tel­ur Jóannes Joensen, sum ristir við høvdinum, tá hann hugsar um, hvussu illa hann var fyri á hesi ferðini. Í flúgvarinum, sum skuldi til Føroya, bleiv heilt galið. - Vit vóru komin út á flog­ breytina, tá eg brádliga fór at hugsa, at ein bumba var á flogfarinum, og flogfarið fór at spreingjast í luftina, og vit fóru at detta niður. Eg var als ikki í iva, um at tað var soleiðis, tað var. Eg segði tað við flogternuna, og hon syrgdi fyri, at eg kom úr flogfarinum, minnist Jóan­nes Joensen. Komin úr flogarinum, bleiv hann hand­ tikin av politinum og koyrd­ ur á lukkaðu deild á sjúkra­ húsinum í Glostrup, har hann var í 10 dagar, áðr­enn hann slapp heim til Fø­roya. Tað er einastu ferð, hann hevur verið innlagdur. Sjálv­ ur helt hann ikki, at nakað bagdi sær tá. - Eg hugsaði, at tað var ikki mær nakað feilti, men øll­um hinum fólkunum, sigur Jóannes Joensen og legg­ur afturat, at tað júst er so­leið­is, fólk við skizofreni ofta hava tað; tey hava tor­ ført við at góðtaka, at tað, tey hugsa, ikki er veruleiki. - Tá eg so kom til Føroya, fór eg á Landssjúkrahúsið, men sálarlæknin har, Sofus Joensen, helt meg vera hampi­liga væl fyri tá, so hann gav mær tablettir fyri skizo­freni, og eg slapp heim til Leirvíkar. Og her havi eg so havt mín gerandisdag líka síða­ni. Hoyrir røddir Hóast Jóannes Joensen hev­ ur tikið heilivág, líka síð­a­ ni hann gjørdist sjúkur um aldar­skiftið, er ger­andi­s­ dag­urin nógv merkt­ur av, at hann hevur eina sálarsjúku. - Tað hevur allatíðina ver­ ið torført hjá mær at passa eitt arbeiði, tí eg hoyri fyri mær. Harafturat havi eg tor­ ført við at hugsavna meg í langa tíð. Eftir ein tíma fara tank­ar­nir á flog, og eg fái illa savna meg um tað, eg skal gera, greiðir Jóannes Joen­ sen frá. Heilivágurin hevur við sær, at hann altíð kennir svongd, er linur og kann til tíðir ristast í fingunum og bein­unum. Men Jóannes Joen­sen er fegin um, at hann kann taka heilivág fyri skizo­ freni, tí hann merkir væl, at røddirnar í høvdinum ger­ast færri, tá hann tekur heili­vág­ in. - Tá eg leggi meg at sova um kvøldarnar, tá hoyri eg ofta røddir. Tað er akkurát, sum at tær koma út gjøgnum munn­in, og tí snakki eg við meg sjálvan. Tá eg havi havt tað ordiliga ringt, er tað, at eg síggi ymiskt fyri mær, sum ikki er í veruleikanum. Tí­ betur havi eg ikki havt nakað veruligt tilbakarfall í fleiri ár, sig­ur Jóannes Joensen, sum held­ur, at tónleikurin er ein stór hjálp, tá hann hevur tað ringt. - Er tað onkur dagur, har eg hoyri fyri mær, taki eg violin­ina, floyti eitt lag og skrivi niður á nótapappír. Eg plagi at gera ametriskan tón­ leik, har sløgini fella øðrvísi í tón­leikinum, enn tey vanliga gera, og eg fái skrivað nógv, tá eg hoyri fyri mær røddir. Tónleikurin hjálpir mær væl, sigur Jóannes Joensen. Fólk vita lítið Tann 11. oktober er altjóða sálarheilsudagur, har ljós hvørt ár verður varpað á sálar­sjúk­ur. Og tað heldur Jóan­nes Joen­sen, er ógvuliga týdn­ing­ar­mikið. - Tey flestu fólkini vita lítið um skizofreni og aðrar sálar­sjúkur. Tey hava kanska sæð onkran film, og so halda tey, at soleiðis eru øll fólk við eini sálarsjúku, fortelur Jóan­nes Joensen, sum tó ikki sigur seg hava upplivað, at fólk hava ávísar fordómar ímóti sær, tí hann hevur skizo­freni. - Tað er ikki soleiðis, at eg eri vandamikil og kann finna upp á at gera alt møgu­ ligt. Fólk, sum eru í eini psy­ kosu og hava tað ordiliga ringt, kunnu møguliga verða vanda­mikil, men tað er sum oftast, tá tey eru undir trýsti ella verða provokerað. Sjálv­ ur havi eg øst meg og skeld­ ast við onkran, tá eg havi kent meg pressaðan, sigur Jóan­nes Joensen. Skizofreni er ikki ein kron­isk sjúka, og tí vónar Jóan­nes Joensen, at hann eina­ferð verður frískur. - Tað, sum er keðiligt, er at verða kallaður ónytta, tí fólk ikki hava innlit í sjúku­ni. Tíbetur havi eg tað hampi­ liga gott og klári at hava ein gerandisdag – við góðari hjálp frá heilivágnum. rannva@sos.fo skizofreni Hvat er skizofreni? Skizofreni er ein sjúka í heilanum, sum broytir tankar og atburð hjá tí sjúka. Sjúkan hevur við sær, at tann sjúki hevur tíðarskeið, har viðkomandi ikki dugir at skyna millum veruleika og egið hugflog. Kanningar, sum eru gjørdar seinastu árini, vísa, fleiri menn enn kvinnur fáa skizofreni. Sjúkan byrjar aloftast í 15-30 ára aldri. Vandin at fáa skizofreni er minni enn 1 prosent. Sum avvarandi til ein person við skizofreni er vandin øktur. Jú tættari tú ert í familju, jú størri er vandin fyri sjálvur at gerast sjúkur. Kelda: netdoktor.dk - Tey flestu fólkini vita lítið um skizofreni og aðrar sálarsjúkur. Tey hava kanska sæð onkran film, og so halda tey, at soleiðis eru øll fólk við eini sálarsjúku, sigur Jóannes Joensen Myndir: Eydbii Myndir