hósdagur 10. oktober 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. oktober 2013 · Nr. 116
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
- Tá eg møti nýggjum fólkum,
og tey spyrja, hvat eg geri, so
plagi eg at skemta og siga,
at eg hoyri fyri mær. Tá tey
so spyrja, hvat eg meini við,
sigi eg, at eg havi skizofreni,
og tað duga fólk ofta ikki so
frætt sum at úttala sjúkuna.
So lítið vita fólk um hesa
sálarsjúkuna, sigur Jóannes
Joensen.
Hvønn dag tekur hann
eini fýra tablettir, ið gera, at
hann kann hava ein nøkun
lunda vanligan gerandisdag.
- Um eg ikki taki heilivág
in, havi eg tað ikki gott og
hoyri allatíð fyri mær. Sam
stundis verði eg ógvuliga
troyttur av heiliváginum og
eri altíð svangur, men tað
havi eg lært meg at liva við,
fortelur Jóannes Joensen,
sum sigur seg hava tað
hampiligt í dag, takkað verið
heilivágnum.
- Tá eg havi ein ringan dag,
klári eg ikki at vera úti millum
nógv fólk, tí tá koma enn fleiri
røddir í høvdið. Og so geri eg
mær óveruligar tankar, um
at onkur er eftir mær. Tað er
óbehagiligt, men tíbetur er
tað nakað síðani, eg hevði ein
slíkan ringan dag.
Undirhelt á Mallorca
Sálarsjúkan gjørdi fyrstu
ferð um seg í 2000, tá Jóan
nes Joensen arbeiddi á frí
tíðaroynni
Mallorca
sum
undirhaldari. Gjøgnum eina
danska
ferðaskrivstovu
hevði hann fingið starvið,
har hansara uppgáva var
at vera á ymsum hotellum,
har hann skuldi syrgja fyri
frítíðarvirksemi fyri bæði
børn og vaksin. Hetta starv
ið hevði hann í nakað yvir
tvey ár.
- Eg var tann persónurin,
sum skuldi fáa hotellgestir
upp á senuna at dansa, eg
fekk tey at syngja, spældi
onkrar sjónleikir og ymiskt
annað undirhald. Tað kundi
verða eitt sindur strævið
viðhvørt, tí eg arbeiddi um
dagin og um kvøldið seks
dagar um vikuna, greiðir
Jóannes Joensen frá.
Hann heldur, at tað, at
hann var millum so nógv
fólk, skuldi undirhalda og
hava yvirskot, ivaleyst hevur
ávirkað hann sálarliga.
- Tá eg legði meg um
kvøldarnar, hoyrdi eg fyri
mær. Røddir, sum bara søgdu
okkurt tilvildarligt. Sum oft
ast var tað á sponskum, týsk
um, donskum og enskum.
Soleiðis byrjaði tað, fortelur
Jóannes Joensen, sum ikki
sjálvur var greiðir yvir, at tað
bara var hann, sum hoyrdi
røddirnar.
- Upp á ein ella annan
máta ert tú stýrdur av
røddunum, og tú dugir ikki
at skyna, millum hvat er
veruleiki og hvat er títt egna
hugflog. Tí hugsaði eg ikki
sum so, at nakað var galið
við mær, men eg merkti væl,
at eg ikki hevði tað gott.
Vinkaði til Mercury
Ta einu ferðina var heilt galið.
Umframt at hoyra røddir og
síggja ymisk skepilsi fyri sær,
fekk Jóannes Joensen eisini
ranghugsanir, har hann helt,
at onkur var eftir sær.
- Tað var, tá foreldur míni,
Jákup og Hanna Joensen,
vóru komin til Mallorca at
halda frí í nakrar dagar. Eg var
farin í býin tað eina kvøldið,
og næsta morgun var púra
galið við mær. Eg ræddist øll
og alt. Minnist at eg legði eina
tannbust undir hurðina á
hotellkamarinum hjá mammu
og babba, soleiðis at tey vóru
innisperrað, tí eg helt, at
onkur var eftir teimum. Tey
sóu, at tað var heilt galið við
mær og fingu meg til lækna,
fortelur Jóannes Joensen.
Læknin
gav
honum
heilivág
ímóti
hallusina
tiónum, men Jóannes Joen
sen vildi ikki taka heilivágin.
Hann var ikki í iva um, at
okkurt vandamikið var í hes
um tablettunum.
Tað gingu eini 14 dagar,
og foreldrini fór heim aftur
til Føroya. Jóannes Joensen
hevði tað framvegis ikki gott
sálarliga.
- Eg minnist væl ta eina
kvøldið á Mallorca, har eg
hugdi upp í luftina. Brád
liga síggi eg sjálvan Freddie
Mercury koma fram millum
skýggini og vinka til mín.
Eg havi altíð verið Queen
fjeppari, so tú kanst ætla, at
hetta var stórt fyri meg. Men
eina løtu seinni hvarv hann,
og ein figurur, ið minti um
Várharra ella okkurt líkn
andi, kom fram, sigur Jóan
nes Joensen og er skjótur at
leggja afturat:
- Tá hevur mann ikki verið
heilt normal, sigur Jóannes
Joensen og hevur hug at
flenna eftir sær sjálvum.
Óveruligir tankar
stýrdu
Tá summarið var komið at
enda, og Jóannes Joensen
var liðugur at arbeiða fyri
hesaferð, valdi hann at fara
til Føroya. Men ferðin heim
skizofreni
- Tað byrjaði við, at eg hoyrdi røddir fyri mær, tá eg fór í song um kvøldarnar. Knappliga byrjaði eg eisini
at síggja fyri mær og helt, at onkur var eftir mær og vildi mær ilt. Tá var eg ógvuliga illa fyri. Soleiðis sigur
42 ára gamli Jóannes Joensen úr Leirvík, sum fyri 13 árum síðani brádliga bleiv sjúkur og fekk staðfest
sálarsjúkuna skizofreni. Sjúkan ger, at hann ikki kann hava eitt vanligt arbeiði og má taka heilivág
Eg hoyri
røddir