hósdagur 10. oktober 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 11. oktober 2013 · Nr. 117
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
12. oktober verður kendi fiski
maðurin og evangelisturin,
Levi Joensen úr Klaksvík,
áttati ár. Hann vaks upp á
Vágsheygnum í Klaksvík, og
hann hevur alt gott at bera
sínum foreldrum og barn
dómsheimi. Hann segði í eini
samrøðu
við
undirritaða
fyri nøkrum árum síðani:
“Eg Vaks upp hjá trúgvandi
foreldrum. Var ynkstur av 10
systkjum. Heimið hjá okkum
var eitt gott heim at vaksa
upp í. Eldri systkin hjá mær
vóru trúgvandi, og tey vitn
aðu og sungu um Harran –
tað píndi mína sál, at eg ikki
átti hendan friðin, sum tey
vitnaðu um.”
Kemur til trúgv
Levi gekk í sunnudagsskúla
í Betesda, har hann hevði
hin navnframa Líggjas á Váli
sum sunnudagsskúlalærara.
Hann kendi seg hart kallaðan
at lata seg frelsa, og so ein
dagin í sunnudagsskúlanum
reisti Levi seg og vitnaði um
frelsuna í Jesusi. Tá var Levi
bert 9 ára gamal. 65 ár seinni,
74 ára gamal, sigur hann
í nevndu samrøðu: “Tann
dagin eg vitnaði í sunnu
dagsskúlanum, kom friðurin
og gleðin í mítt bróst, og eg
havi ongantíð síðani hugt
til høgru ella vinstru eftir
friði.”
Byrjar at vitna
At vitna um hesa frelsu hevur
verið aðalmálið í lívinum
hjá Levi, og nú hann fer um
tey áttati, er als einki broytt
hesum viðvíkjandi. Longu
sum smádrongur savnaði
hann spælifelagarnar inn í
kjallaran á Vágsheygnum, har
hann við barnsligum orðum
royndi at lesa úr bíbliuni
og vitna. Nakrir av hesum
dreingjum komu til trúgv, og
sum vaksnir menn gjørdust
stuðlar í samkomuni. Ein av
spælibrøðrunum hjá Levi,
sum kom til hesi kjallaramøt
ini, var John Høj, sum seinni
gjørdist ein kendur vinnu
lívsmaður í Klaksvík.
Stamandi til
Danmarkar
Sum 13 ára gamal, í 1947, fór
Levi til Danmarkar í sam
bandi við, at hann stamaði.
Hann mynstraði sum messu
drongur við Tjaldrinum, tí
eingin ferðaseðil var at fáa.
Hann kom í land á Asiatisk
Plads
í
Keypmannahavn,
og leiðin gekk til Statens
Taleinstitut for talelidende
í Hellerup, har hann var í 9
mánaðir.
Eisini har royndi hesin 13
ára gamli Klaksvíksdrong
urin,
hóast
stórar
talu
trupulleikar, at vitna um
Harran. Ein av dreingjunum,
sum Levi vitnaði fyri, var
úr Køge og kallaðist Svend
Erik Nielsen. Eitt vinarband
knýttist teirra millum, sum
hevur vart til dagin í dag.
Av tí, at Levi mynstraði
sum messudrongur umborð,
so kann man siga, at hansara
fyrsti túrur til skips var sum
13 ára gamal við Tjaldrinum;
men fyrst hann var komin
heim
aftur
til
Føroyar,
mynstraði hann sum 14 ára
gamal við koltrolaranum
Dragaberg, tann 8. august
í 1948. Túrurin gekk eystur
í Hvítahavi og skipari var
bróðurin, Jóanis Joensen.
Levi sigur, at tað sum gleddi
hann ómetaliga nógv, var at
síggja sangbøkurnar, tá hann
kom niður í kahyttina, tí tá
vitsti hann, at møtir vórðu
hildin umborð.
Hjáveiða
Levi hevur virkað á sjónum
í 36 ár, frá 1947 til 1983, tá
hann legðist uppi til fordeil
fyri virkið á Malta. Ein
kann møguliga siga tað sol
eiðis, at Levi hevur øll árini á
sjónum havt eina “hjáveiðu,”
og tað var sum menniskja
fiskimaður. Tað var eingin
túrur, har Levi ikki hevði
møtir umborð, hóast hann
stríddist nógv við talutrupul
leikar orsaka av stamingini.
Við síni “hjáveiðu” hevur
hann vunnið nógvar fiski
menn fyri Harran; ein av
teimum var André Hentze
sáli, av Sandi, sum fór á møti
hjá Levi við einum einasta
endamáli at hava stuttleika
av at hoyra ein stamandi
talara. Men tá møti var liðugt,
var André raktur av stamandi
vitnisburðinum hjá Levi, og
inni á skiparakamarinum
kom André til trúgv á Jesus.
Levi, Gretha og Malta
Levi og Gretha giftust 20.
november 1954. Tey fingu
børnini Jóan Páll, Malan,
Jónu, Rógva og Miriam.
Gretha og Levi eiga í dag 16
barnabørn og 21 langabørn.
Levi sigur um Grethu: “Eg
og Gretha eru eitt. Hvønn
týdning hon hevur havt fyri
meg, bæði sum sjómaður og
í arbeiðinum á Malta, liggur
goymt í Himli, og Harrin fer
at løna henni ríkiliga fyri
tað.”
Í 30 ár stóðu Gretha og
Levi saman í arbeiðinum á
Malta í Hirtshals, sum upp
runaliga var eitt arbeiði
millum fiskimenn burturav.
Fyrsta møti á Malta varð
hildið sunnumorgunin 1. juli
1984, men Levi roknar arbeiði
á Malta at byrja við tí fyrsta
møtinum, sum varð hildið á
Nótaverkstaðnum Cosmos
Trawl á havnalagnum í Hirts
hals tann 18. juni 1982.
Tey, sum vóru við til
fyrsta møti uppi á Malta,
vóru Gretha og Levi, sonur
in Rógvi, og Leivur Vitalis
og konan. Síðani tá hevur
tað verið reglulig breyð
bróting og evangelisk møtir
sunnudagar á Malta. Sum
árini gingu, løgdust fleiri til,
og sunnudagsskúli byrjaði og
eisini reglulig bønar- og upp
byggingarmøti mikukvøld.
Ein partur av arbeiðinum
var at vitja umborð á tey
mongu skipini, við føroyskari
manning, sum komu inn í
Hirtshals at landa. Levi hevði
møtir umborð og hann bjóð
aði monnunum niðan á Malta
til møti og eina hugnaløtu.
Sum árini gingu, so øktist
arbeiði millum føroyingar til
onnur støð í Jyllandi. Mán
aðarlig møtir vórðu hildin
í
Frederikshavn,
Ålborg,
Vejle, Esbjerg, Sønderborg og
enntá á Bornholm. Einaferð
um mánaðin, í mong ár, fylti
Levi bilin við bensini, sang
bókum og góðum andaligum
lesnaði, áðrenn hann og
Gretha settu kósina “Suður
á land,” sum Levi kallaði
hesar møtitúrarnar. Tá Levi
og Gretha vóru aftur á Malta
seint sunnukvøld, tá vóru
gott 1.000 kilometrar komnir
afturat upp á kilometur
teljaran. Tá Levi endaði
tænastuna á Malta, eftir 26
árum, tá hevði hann koyrt
túsundavís av kilimetrum
á Jyllandi við evangeliinum
– túsindavís av kilometrum
sum menniskjafiskimaður.
Alt hevur sína tíð
Mikukvøldið 17. november
2010 høvdu Levi og Gretha
farvælløtu á Malta, har tey
takkaðu fyri tíðina á Malta,
og tað vóru mong, sum nýttu
høvið at takka teimum fyri
tíðina, sum hevði havt ein
avgerandi týdning fyri lívs
leiðina hjá fleiri.
Ein av teimum, sum kom
at siga farvæl var fyrrverandi
borgarstjórin
í
Hirtshals,
Knud Størup. Í samband
við føroyskar familjur, sum
fluttu til Hirtshals-komm
unu í fíggjarkreppuni fyrst
í 90unum, kom Levi at hava
nógv samskiftið við komm
unumyndugleikarnar í Hirts
hals, og her var tað, at eitt
serligt forhold kom at vera
millum Knud Størup, sum
tá var borgarstjórii, og Levi.
Fyrrverandi
borgarstjórin
segði í røðu síni til Levi:
“Han fik direkte forbindelse
med mig som borgmester, og
sådan blev det!”
Aftur á Vágsheygnum
Levi byrjaði at vitna um
Harran í kjallaranum í barn
dómsheiminum á Vágsheyg
num, hann vitnaði í 36 ár
umborð á skipi, og í 26 ár
talaði
hann
ótroyttiligur
evangeliið fyri føroyingum í
Jyllandi. Nú er hann komin
aftur har, sum hann byrjaði, á
Vágsheygnum. Levi er ikki so
mobilur í dag, sum áður, men
hesar seinastu mánaðirnar
hevur hann skrivað lívssøgu,
sum væntandi kemur út til
jólar. Tað verður spennandi
at lesa bókina um Levi og
Grethu, sum kemur at hava
ikki færri enn 250 myndir.
Dagurin
verður
hildin
í
Betesda 12. oktober frá kl.
17.00 til kl.22.00.
Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@olivant.fo
Kendur fiskimaður og
evangelistur rundar 80
Levi og Knud Størup í hugnaligari samveru
undir farvælmøtinum á Malta
Føðingar
29. september fingu Hans Arni Bjarnason Thomsen og
Durita Thomsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long
og vigaði 3950 gr.
20. september fingu Anna Abelsen og Hans Pauli
Samuelsen eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3180
gr.
29. september fingu
Mirjam og Kjartan á
Dul, Tórshavn, ein son.
Hann var 51 cm langur og
vigaði 3330 gr.
2. oktobur fingu Barbara
Vestergaard og Sigmund
Ludvig, Vágur, eina
dóttur. Hon vigaði 4120
gr og var 56 cm long.
Tann 1. oktober fingu Esther Suðuroy og Dagfinn Olsen,
Vágur, ein son, ið var 54 cm langur og vigaði 3840 g. Á
myndini sita systrarnar Torgerð og Marna Lý undir
lítlabeiggjanum.
5. oktober fingu Simona, Hákun og Súsanna ein lítlabeiggja.
Hann var 53 cm langur og vigaði 4080 g. Foreldur eru Jákup
Sverri og Poula M. Kass, Hoyvík