hósdagur 10. oktober 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. oktober 2013 · Nr. 117
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í faldaranum ”Listaleypurin” – sum Norðurlandahúsið
í Føroyum, Kommunusamskipan Føroya og Føroya
kommunufelag skipa fyri við stuðli frá Menta mála ráðið
- stendur tilboð til næmingar í føroyska fólka skúlanum
sjónleikurin “FUCK”.
Á heimasíðuni hjá Listaleypinum stendur, at “Lista-
leypurin er ein verkætlan, sum hevur til endamáls, at
skúlabørn í øllum Føroyum skulu fáa góðar listarligar
upplivingar sum partur av skúladegnum...”
Í stuttu lýsingini av júst hesum sjónleikinum, har mál-
bólk urin er 7. til 10. flokkur, stendur, at hann er um: ”at
ganga saman, forelskilsi, tú, eg, vit, at vera normalur,
dreymar, vinir, mørk, kenslur, tryggleiki, fyrstu ferð,
humor, samleiki, humørsvingningar, villir pissilingar, at
fleyga sær, homosexualitetur, porno, maktin hjá kusuni,
fordómar, fantasiir, murtar, boppur, paradise og sex…
verðin flippar út í ungdómsárunum.”
Sum eg las, mátti eg smílast eftir nøkrum av “óskikki ligu”
orðunum, sum tó tóktust rættiliga kiksað í saman-
hanginum. Víðari stendur so, at hetta er ”eitt stutt ligt
ískoyti til vanligu sexualfrálæruna, við denti á tað sunna
sex- og kærleikslívið”.
Víst verður eisini til heimasíðuna www.teaterietapropos.
dk, har lagt er upp til danskt frálæru til far til lærarar,
sum kann vera brúkt í tímunum eftir vitjanina av
Teateri et Apropos. Eitt av poetisku brot unum í frálæru-
til far inum er “scene 4”: Cille og Anna på opdagelse i
kvinde kroppen (kvindens skød). Her møder de Moder
Liv (livmoder), G, Kli-Toris, menstrua tions tsunami og
Venus bjerget. De to piger snakker om deres tissekone/
mus/fisse.
Hugvekjandi er, at vit uttan trupulleika lata danskar
sjónleikarar hesa løtuna standa fyri stuttligari seksual -
frálæru í fólkaskúlanum við støði í donskum frálæru-
tilfari.
Sjálvsagdur er týdningin í, at sjónleikarar, lærarar og
næmingar fáa eitt læruríkt prát um tað, sum rørir seg
í gerandisdegnum hjá næmingunum. Men hvussu
gjøgnumhugsað er hetta tilboð til før oysk ar fólka skúla-
lærarar og næmingar? Hvar er mark ið fyri, nær tað
kula gerst kiksað og støðið pín ligt? Hetta tilboð er jú
ætlað øllum næmingum í fram halds deild ini – ikki bara
nøkrum.
At Norðurlandahúsið, KSF og FKF góðtaka støðið og
danskt frálærutilfar er so tað, men tað kann undra, at
Mentamálaráðið, sum ábyrgdari fyri gerð av frá læru-
tilfari, heldur, at hetta er hóskandi frálæru tilfar og støði
til aldursbólkin – ella er tað bara lættari at lata danir seta
dagskránna?
Ymiskar vilja meiningarnar altíð vera um, hvat støði
fólkaskúlin skal hava ella hvørji tilboð fólkaskúlin skal
bjóða. Tó er fólkaskúlin fyri øll, at tað avmarkar eisini –
ella hvat? Dugi ikki at síggja, at hetta heldur tekur støði í
nýggju námsætlanini.
Í morgunsendingini her fyri varð sagt, at føroyingar
duga ov illa føroysku orðini á likamslutunum. Hóast góð
føroysk orð eru fyri allar likamslutir, brúka vit tey ikki.
Niðurstøðan var, sum vera mann, at týdn ingarmikið
er, at tey vaksnu fyrst læra seg orðini, og síðani geva
børnunum tey.
Tá kunnu vit spyrja, hvussu kiksað tað í veruleikanum er,
at vaksin og myndugleikin við ábyrgdini av frálærutilfari
ikki taka ábyrgdina á seg, men lata danir ístaðin seta
dagsskránna.
Hugskot og viðmerkingar – se
Tóra við Keldu
Lærari
EYGA
MÁLIÐ
Kul ella kiksað?
KJAK
KJAK
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Feløgini skipa ítróttina
og felagslívið
– kommunan lynnir undir fyritreytirnar
Tórbjørn Jacobsen
virkandi borgarstjóri í
Runavíkar kommunu
Skiftandi býráð í Runavíkar
kommunu
hava
í
mong
Harr ans ár rikið ein sera ak-
tivan ítróttarpolitikk. Øk ið
fevnir víða í ymsum ítróttar-
greinum, og semja hevur altíð
verið um, at stuðla feløgunum
í ymsu ítróttarbrigdunum
eftir einum og sama frymli,
og higartil hava vit havt
ta fatan, at stórt nøgdsemi
hevur verið við skipanina
og upphæddirnar, sum borg-
arin á henda hátt hevur lynt
undir feløgini við - fyri at
menna eina sunna sál í ein-
um sunnum likami.
Sæð í hesum ljósinum
harm ast Runavíkar Komm-
una almikið um, at nevndin
í Hondbóltsfelagnum Tjaldur
fríggjakvøldið í seinastu viku
valdi at siga seg frá. Táið nak-
að av orðaskifti hevur verið
um hesa bráðkomnu støðu
í loft- og sosialum miðl um,
hava vit valt at gera hesar
fáu viðmerkingar í almenna
rúm inum:
Tjaldur hevur verið í
fremstu røð í bestu kvinnu-
deildini og hevur í gerandis-
degnum røkt eitt dygdar- og
munagott ungdómsarbeiði,
og hevur felagið á henda
hátt verið ein týðandi partur
av teimum frítíðartilboðum,
sum eru og eiga at vera til
børn og ung í kommununi.
Nú fráfarna nevndin í
Hondbóltsfelagnum Tjaldur
hevur
lagt
kommununa
und ir ikki at útvega felag-
num nøktandi karmar, og
sigst hetta vera orsøkin til,
at nevndin í bráðskundi valdi
at leggja ábyrgdarsessirnar í
leiðsluni frá sær.
Tað kennist marg hátt ligt,
undarligt, at ein ítøkiliga av-
máldur stutt tíðar trupulleiki
- tað at muga samskifta og
samvirka um ítróttarhøllina
á Skála við eitt annað felag
í nakrar mánaðir, meðan
karm arnir hjá júst sama
felag verða dagførdir og
mót vegis framtíðini betraðir
munandi - skal vera orsøkin
til, at nevndin leggur frá sær,
og at tað í ramasta álvara
verður tosað um, at felagið
og tess virksemi møguliga
má leggjast niður.
Runavíkar
Kommuna
hevur víst Tjaldur á eina
ítøkiliga loysn, meðan høllin
í Runavík verður dagførd.
Teir 26½ tímarnir, ið eru
settir av til hondbólt í høllini
á Skála, skuldu eftir ætlan
nýtast av StÍF og Tjaldur í
felag. Eftir var bert at avtala
eitt
skynsamt
samstarv
millum feløgini. Somuleiðis
hevur kommunan útvegað
Tjaldur fimleikarhøllina í
Søldarfjarðar skúla at nýta til
sítt virksemi mánadag, miku-
dag og fríggjadag hesa tíðina,
bíða verður eftir umbótini og
nýgerðini í Runavík
Leikluturin hjá komm un-
uni er at stimbra og stuðla
ítróttina við góðum kring-
umstøðum
og
kørmum.
Runavíkar Kommuna leggur
sum sagt stóra orku í at
menna ítróttarfasilitetirnar
í kommununi. Gøtan við
Toftavatn verður nógv nýtt
av fólki, sum gongur ella
renn ur. Seinastu árini hevur
verið arbeitt við at klæða
ítrótt ar høllina á Skála av
nýggj um. Graslíkisvallirnir
í Runavík og á Skála eru
skiftir í ár. Hópurin av sparki-
vøllum eru komnir og koma í
kommununi.
Størsta einstaka íløgan
er tó nýggja fimleikahøllin
við Løkin. Tann mest fram-
komna í landinum. Um framt
umstøður til fimleik, eru
felags umstøður til fundar-
virksemi, sum øll feløgini á
økinum, eisini Tjaldur, koma
at hava nýtsluatgongd til.
Tjaldur hevur verið partur
av bygginevndini fyri nýggju
fimleikahøllina.
Verandi
ítróttarhøll í Runavík verður í
løtuni longd, víðkað, dagførd
og umvæld, soleiðis, at hon
betri nøktar tørvin hjá júst
hondbóltinum. Í løtuni er
økið við hallirnar eitt stórt
byggi pláss,
men
samlaða
arbeiði verður eftir ætlan
liðugt, táið komið er nakað
inn í 2014. Hesum átaki og
avleiðingunum hava allir
partar vitað av í eitt longri
tíðarskeið. Eisini at neyðugt
var at rætta inn eftir hesum
í byggitíðini.
Runavíkar kommuna lut-
ar út ítróttarstuðul á hvørj-
um ári, sum tekur støði í
virkseminum hjá ein støku
feløgunum. Eisini tá feløg
hava verið illa sperd fíggjar-
liga, hevur kommunan sam-
starvað við tey og hjálpt
teimum á føtur aftur. Hond-
bólts felagið Tjaldur er onki
undantak í so máta. Komm-
unan hevur víst stóra væl vild
og tol í samband við hallar-
leigu, og var so stutt sum fyri
tveimum árum síðani við í
eini ætlan, ið skuldi bjarga
fe lagnum fíggjarliga.
Runavíkar
kommuna
ar beiðir soleiðis alsamt og
áhald andi fyri at betra fyri-
treyt irnar hjá ítróttar fe løg-
unum í kommununi at virka,
- bæði við nútíðar hósk andi
kørm um
og
fíggjarligum
stuðli.
Tað verður kortini ongan-
tíð
uppgávan
hjá
einari
komm unu at reka ítróttar-
ella onnur áhugafeløg. Tað
mega eldsálir og samtøk av
hugaðum fólki gera, sum
duga at fyriskipa og sum
hava áhuga fyri ítróttini, ið
eitt felag umboðar. Tørvurin
á
treystari
fíggjarligari
leiðslu er eisini eyðsýndur.
Alt ov ofta hava vit kring
um landið sæð júst henda
tørvin sum bágan, ið gjørdi,
at tíðaravmáldur stígur kom
í virksemið hjá einum felags-
skapi.
Runavíkar
Kommuna
vónar, at fólk í økinum, ið eru
góð við hondbóltin, taka seg
saman, soleiðis at virk semið
ikki fer fyri bakka. Hølis um-
støðurnar hjá hond bóltinum
í Runavík verða komandi
ár so góðar sum ongantíð
fyrr, og harvið skuldu verið
bestu fyritreytir fyri einum
virknum og kappingarførum
hondbóltsfelagi í Runavík, ið
kann menna ungdómarnar
í økinum uppaftur meira í
hesi siðvandu ítróttargrein
í økinum eystaru megin á
Skálafjørðinum.
Lygnin á løgtingi
Árni Dahl
eftirløntur lærari
“Á hesum høga tingi!” soleiðis
málbera tingfólk seg ofta.
Eg meini tað! hugsar tú
eitt týskvøld í oktober 2013,
nú
sjónvarpssendingin
“Skála fjarðartunnilin – kosta
hvat tað vil” er lokin, og tú
spyrt teg sjálvan:
Hvussu leingi skal tjóðin
tola
hesa
eyðmýking?
Hvussu djúpt kann politiska
skip anin smokka?
Tað er væl og virðiliga
prógv að, at løgmaður í hes-
um máli hevur logið – fleiri
ferðir.
Og so koma fram fyri teg
hesir persónarnir, sum halda
hondina yvir honum.
Eru ikki millum teirra fleiri
fólk, sum dagliga prædika
kristna siðalæru? Sum vísa á
hann sum fyrimynd, ið segði
seg vera vegin, sannleikan og
lívið?
Er ein sannleiki galdandi í
kirkjum og samkomuhúsum
og ein annar á løgtingi?
Eru alt bara gudiligar
lótir?
Tað eru mong, sum siga, at
álitið á politisku skipanina er
fokið.
Skal nú takast frá okkum
tann hugmynd, ið foreldrini
lærdu okkum, frá tí vit dugdu
á at skyna: at vit vuksu upp
í einum kristnum samfelag,
sum setti sannleikan høgt?
Svarið hevur meirilutin á
Føroya løgtingi.