Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 11. oktober 2013 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Jógvan Sundstein fyrrverandi løgmaður Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Edmund Joensen Summarið er farið, og politiska ar­beiðið við nýggjari tingsetu er byrj­að aftur. Tó so, ikki kann sig­ ast, at virksemið á politiska øki­n­ um hevur ligið stilt. Stórmál hava verið viðgjørd gjøgnum summ­ ar­ið, okkurt av teimum seri­øst og í álvara og okkurt annað meira sum ein glantrileikur við politisk­ um høggum. Her hugsi eg um ES boy­kottið og viðgerðina av Skála­fjarðar­tunlinum. Eg fari at loyva mær at viðgera hesi málini, men eisini onnur týdningarmikil viðurskifti. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 er framlagt, og harvið er eisini politiska orðaskiftið um búskap, skatt, vinnumøguleikar, fólka­flyting v.m. í gongd. Og oman fyri alt sveimar – enn sum áður – spurningurin um Føroya støðu sum fullveldistjóð. Stríðið um sildakvotuna og ES boykottið Einki er at ivast í, at Føroyar hava grein í sínum máli, tá ið um býtið av sildakvotuni ræður. Sjónarmiðini eru eisini væl framførd, bæði av fiskimálaráðharranum og embætis­ fólkunum, ikki minst frá teim løg­ frøðiskønu. Politiska skipanin hev­ ur eisini verið rættiliga samd, og tað gevur góða styrki. Vónandi og væntandi hava Føroyar eina góða søk, tá málið kemur fyri altjóða hav­rættardómstólin. Men helst tek­ur hetta langa tíð, og tað verður drúgt at liva við einum stongsli á ES markn­að­inum og í ES havnum. Tí er gott, og tað ræður um, at føroyingar standa saman í stríðnum. Hetta er eitt stórmál, og tað eigur at prógva styrkina hjá føroysku tjóðini, tá ástendur. So vítt eg skilji støðuna, stríð­ast vit á tveimum mótum. Ann­að er í havrættardómstólinum, og hitt er við vanligu strandalanda sam­ráðingunum um býtið av kvot­ unum. Í fyrra førinum er ES mót­ støðu­parturin, meðan øll hini 4 lond­ini eru mótpartar við vanliga sam­ráðingarborðið. Tað sær tíverri út til, at her eru norðmenn nakað tung­ir at dansa við. Eg vil ynskja okk­ara samráðingarfólki góða eydnu og gott hepni við teirra ar­ beiði. Tunnlamálið Líka so væl, sum sigast kann, at før­oyingar standa saman í stríð­ num móti ES, líka lítið hava teir víst samhald og skynsemi, tá tað snýr seg um heimligu útbyggingina av tunnilskervinum. Málið um Skála­ fjarðartunnillin hevur víst eina mynd av politiskum handalagi, tá tað er vánaligast. Tá ein roynir at fylgja við í orðaskiftinum um hendan tunnillin, hevur tað nærm­ ast verið sum at hugt at einum glantri­leiki. Syndabukkurin hevur í stóran mun verið Kári P. Højgaard. Møguliga hevur hann ikki avgreitt málið heilt professionelt, men har­ frá og so at fáa allar skolurnar oman yvir seg frá bæði “lærdum og ólærdum”, er eitt langt lop. Fyri so ikki at tala um “loysnina” hjá løg­manni, sum var bara at koyra landsstýrismannin frá. Um nú nøkur loysn fæst á málinum er iva­samt, tí tað kemst ikki utta­ num, at tað týdningarmesta í tunn­ils­problematikkinum er at fáa samanbinding millum størru oyggjarnar. Sjálvt um ein Eystur­ oyartunnil hevur stóran týdning og hevur búskaparligan vøkstur við sær, so hevur fast sam­band við Sandoynna, og sum frá­líður eisini Suðuroynna, nógv størri samfelagsligan týdning. Tí má ein tunnil í miðøkinum ikki forða fyri útbygging av landinum sum heild. Annars dámar mær persón­ liga best uppskotið hjá Palla Gre­gorius­sen um Eysturoya­ tunnil­in, av teimum sum liggja í rætt­ar­nevndini. Búskapur, vinnulív, skattaviðurskifti, fíggjarlóg v.m. Hetta er ein fjølbroytt yvirskrift, men hesi øki hoyra øll saman. Tað verður ofta hildið, at landsins fíggjarlóg og samfelagsbúskapurin eru eitt og tað sama. Men so er ikki. Fíggjarlógin er ein partur av samfelagsbúskapinum – ein týð­ andi partur – men als ikki alt. Sam­ felagsbúskapurin byggir fyrst og fremst á framleiðslu í landinum. Væl at merkja framleiðslu í víðasta týdningi. Tað vil siga vinnuliga framleiðslu, lønarframleiðslu innan øll øki, bæði privat og almenn, sølu og keyp o.s.fr. Almenni fram­ leiðsluparturin verður hildin innan­ fyri landsins fíggjarlóg og kommu­ nalu fíggjarætlanirnar. Almennu útreiðslurnar eru um leið 5,5 mia. tilsamans, svarandi til um leið 40 % av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni. Samfelagsins bruttotjóðarúrtøka ella samlaða framleiðsla er um leið 14 mia. kr. Hendan hevur verið økjandi nøkur fá procent á hvørjum ári, partvís sum inflatión og partvís sum beinleiðis framleiðsluvøkstur. Sostatt sæst, at “tað almenna”, t.v.s. landið og kommunurnar, taka um leið tveir fimtingar av samlaðu samfelagskøkuni til almenna nýtslu. Hesar almennu inntøkurnar stava mest frá skatti og avgjøldum (um leið 80 %), ríkisstudningi (um leið 11-12-%) og lántøku/undirskot (um leið 8 %). Hetta seinasta talið skiftir nakað tey ymisku árini. Upp­lýst er annars, at landskassans brutto­skuld nú er ca. 5,5 mia. kr. ella nøkulunda tað sama sum árligu almennu útreiðslurnar. Tað svarar so eisini til ca. 40 % av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni. Viðmerkjast skal eisini, at ríkisstuðulin ca. 640 mió. svarar til eini 4-5 % av brutto­ tjóðarframleiðsluni. Um vit samanlíkna við onnur lond, so standa Føroyar seg rættiliga væl, ja, eru í tí frægara endanum, tá ið um tjóðarúrtøku, skuld og almennar útreiðslur ræður. Einasta land í okkara nánd, sum skarar burtur úr til tað betra, er Noreg. Tað er orsakað av oljuinntøkunum. Í nøkur ár hevur landskassin havt hall, og harav økjandi lántøku. Sitandi landsstýri roynir at minka um hallið og harvið eisini um lántøkuna. Tað hevur bert lutvíst eydnast. Ætlanin um at fáa hallið heilt burtur í 2016 er næstan slept og útsett til 2017. Grundarlagið fyri at fáa yvirskot á fíggjarlógini er, at samfelagsframleiðslan økist. Og her snýr tað seg fyrst og fremst um, at vinnulívið økir sínar inntøkur. Vinnulívið í Føroyum er í dag nógv meira fjølbroytt enn tað var áður. Útlitini fyri vanliga fiskiskapinum eru kanska eitt sindur ivasom, men uppisjóvarfiskiskapurin hevur tað gott júst nú, og framleiðslan á landi veksur. Eisini hevur alivinnan tað gott. Vit síggja eisini framgongd á fleiri øðrum økjum, til dømis fær frálandavinnan størri og størri týdning. Eisini heilt nýggjar vinn­ ur vísa seg, til dømis innan KT vinn­una.Ferðavinnan tekur seg eisini fram. Í heila tikið meti eg, at útlitini fyri føroyska vinnulívinum yvirhøvur eru góð. Vit hava nógv at takka føroyskum vinnulívsfólki og slóð­brótarum fyri. Nakað hevur verið kjakast um, hvønn týdning tað hevur, at nógvir føroyingar arbeiða uttanlands. Eg meti tasð at vera sera positivt, at so mangir føroyingar, tað veri seg handverkarar, fiskimenn, ella skipsmenn, navigatørar og maskin­menn, arbeiða og vinna til lív­sins uppihald í Noregi, Dan­ mark, Bretlandi ella hvar tað skal vera. Serliga hugaligt er tað, tá hesir varðveita bústaðin heima í Før­oy­um og familjan kann vera heima. Meginparturin av teirra inn­tøku kemur so heim. Um skatta­ skipanin kann broytast er og verð­ ur ein politiskur spurningur og samráðingarspurningur millum lond. Tá ið talan er um almennar út­ reiðs­lur verður ofta í sama anda­ drátti sagt vælferð. Við væl­ferð skilst sum oftast at hava ráð til: heilsuverk, almenna og eldra for­ sorg, skúla- og útbúgv­ingar­skipan o.s.fr. Men fyri at kunna hava væl­ ferð krevst fyrst og fremst, at sam­ felagið hevur vælstand. Og fyri at menna vælstandin koma vit aftur til, at neyðugt er at økja fram­ leiðsluna og arbeiðssemi. Arbeiðs- og virkishugur er tí grundarlagið undir øllum samfelagnum. Skatta-og avgjaldspolitikkur Fyri at fólk skulu hava virkishug, er eisini neyðugt, at fólk vinna nakað afturfyri. Tað er neyðugt, og eitt Politiska umhvørvi – og hvørjar vónir eru um framhaldandi úrslit Framhald á næstu síðu