hósdagur 10. oktober 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. oktober 2013 · Nr. 117
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kent fyribrigdi, at tað skal loysa
seg at arbeiða. Tí hevur tað stóran
týdning fyri eitt land ella samfelag,
hvussu skattaskipanin virkar. Í teim
londum, sum hava ment vælferðar
tænasturnar mest hevur skatta
trýstið verið harðast. Her kunnu
vit serliga taka Norðurlond sum
dømi. Men seinru árini sær út til, at
skipanirnar ikki halda til tað longur.
Sparingar og skerjingar á teim ymisku
fíggjarlógunum verða framdar, og
roynt verður at lækka skattirnar hjá
teim hægru inntøkunum, sum hava
verið harðast raktar av ovurskatting.
Politiska skipanin í teim ymisku
londunum hevur so smátt skilt, at
skattur ikki er nakað, sum staturin
eigur, men nakað sum staturin tekur
frá teim sum eiga og hava forvunnið
inntøkuna.
Núsitandi landsstýri og sam
gonga gjørdu eitt megnararbeiði,
tá tann sokallaði flatskatturin varð
samtyktur fyri sløkum tveimumm
árum síðani. Tað var í tøkum
tíma hetta varð gjørt, sjálvt um
skatturin ikki vart heilt flatur.
Størri inntøkurnar fáa framvegis
ein lutfallsliga nakað hægri skatt.
Hendan skipanin hevur fingið nógvar
atfinningar, men einki er at ivast í, at
sum frálíður verður hon góðtikin
av flest øllum. Eisini verða líknandi
skipanir so líðandi innførdar í teim
londum, vit annars samanlíkna
okkum við. Hon skal helst hava
onkrar justeringar, men stórt sæð er
hon røtt. Landskassans inntøkur frá
hesi skattaskipan fara eisini at økjast
í framtíðini. Eisini er skattingin av
pensiónum eitt bragd. Tær verða
nú skattaðar við inngjald, men ikki
við útgjald. Tá er øll útgjaldingin
skattafrí. Fyri skattaborgaran er tað
stórt sæð líka mikið, um skattingin
fer fram við inngjald ella útgjald.
Munurin er, at landskassin heldur
enn tryggingarfeløgini fær skatta
peningin at arbeiða við.
Okkurt skatttatiltak hjá lands
stýrinum virkar tó heldur løgi.
Uppskot er lagt fram um eykaskatt
á fiskivinnu- og alifeløg uppá 7 %
av yvirskotið yvir 1 mió. kr. Hetta
virkar darvandi fyri góð vinnuvirki
og virkar í heila tikið ólogiskt. Um
neyðugt er at fáa eitt sindur meira
í landskassan, so var meiri regluligt,
um tingið hækkaði vanliga parta
felagsskattin fyri øll feløg eitt
sindur. Hóskandi hevði helst verið
at sett partafelagsskattin afur til
20 % frá teim núverandi 18 %. Ein
skattur uppá 20 % er framvegis væl
kappingarførur við flest øll onnur
lond nærindis okkum. Tey flestu
hava eitt partafelags skattaprocent
millum eini 23 og 26.
Spurningurin um eitt serligt
tilfeingisgjald afturfyri at fáa lut í
einum tilfeingi kann altíð kjakast
um. Men um slíkt skal gerast, so lat
tað vera við varsemi.
Onkrar viðmerkingar afturat
Ein partur av yvirskriftini var
politiska umhvørvið. Eg royni at
fylgja við á føroysku miðlunum um
hendingar, sum fara fram á ymiskum
økjum, ikki minst teim politisku.
Politikkarar skriva og úttala seg.
Viðmerkjarar skriva og úttala seg.
Og “vanlig” fólk hava viðmerkingar,
mest á netinum og portalum. Eg
kann ikki lata vera við at lesa ein
stóran part av tí. Men at siga, at tað
er uppbyggjandi lesnaður er ikki
í tráð við sannleikan. Eitt at gera
sakligar atfinningar móti tí politikki
landsstýrið og samgongan føra, men
tann niðurgering og tað óhøviska
orðalag, sum meginparturin av
teim skrivandi hava, finnur neyvan
sín líka millum vanlig hampafólk.
Tíbetur er tað nøkulunda tey somu
20-30 fólkini sum ganga aftur í teim
flestu viðmerkingunum.
Flestu politisku viðmerkjarnir
leggja eftir Fólkaflokkinum, og
taka nærmast synd í Sambands
flokkinum. Hesin flokkur átti heldur
at veri glaður um at vera í samgongu
við ein politiskan flokk, sum fær
nakað av skafti. Og tað haldi eg eisi,
at hann er. Tó vil eg finnast at báðum
flokkunum fyri at hava hækkað
ríkisstuðulin við prísvøkstrinum. Tað
var betri ógjørft. Heldur skuldi veri
arbeitt dúgligari á leiðini móti meira
sjálvstýri. Nú er bert hálvt valskeið
eftir at náa málinum hjá løgmanni: at
skipa eitt Ríkjasamband av trimum
sjálvstøðuðum londum.
Framhald av síðu 15
www.torshavn.fo
tórshavnar
kommuna
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Søkt verður eftir samskipara til KT-deildina hjá
Tórshavnar kommunu at byrja skjótast gjørligt.
Okkum tørvar ein samskipara, sum megnar at
hava nógvar bóltar í luftini og við evnum at fáa
verkætlanir á mál.
Arbeiðsuppgávur
KT-deildin er skipað í ávikavist 1. level, sum loysir
dagligar supportuppgávur, og 2. level, sum
arbeiðir við størri verkætlanum, rakstri av
teldukervinum hjá kommununi og servarum.
Samskiparin skal vera við til at broyta deildina frá
at vera ein rakstrardeild til at vera ein deild, sum
umframt rakstur, skal samskipa KT í kommununi
og veita øðrum kommunalum eindum ráðgeving.
Arbeiðsuppgávurnar hjá
KT-samskiparanum eru býttar í tvey øki:
• At samskipa dagligu uppgávurnar á deildini
• At hava ábyrgdina av verkætlanum.
Talan er um eitt avbjóðandi starv í eini stórari
umsiting við nógvum og fjøltáttaðum arbeiðsupp-
gávum.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur 3-5 ára útbúgving og minst
3-5 ára royndir innan økið. Viðkomandi, sum
verður settur, skal kunna vísa á royndir sum
verkætlanarleiðari. Tað er eisini ein fyrimunur,
um tú hevur gott tøkniligt hegni.
Sum KT-samskipari er neyðugt at samskifta á
føroyskum, donskum og enskum.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og lønt
sambært avvarðandi sáttmála.
KT-SAMSKIPARI
Býarbókasavnið søkir eftir avloysara fyri
bókavørð í farloyvi at byrja skjótast gjørligt.
Starvið er 29,25 tímar um vikuna, og setanartíðin
er fram til 31. oktober 2014.
Arbeiðsuppgávurnar hjá tí, ið settur verður, fevna
um vaktir í útláninum og á barnabókasavninum,
bókarøkt og bókaval, skráseting og rættlestur.
Harumframt skal viðkomandi eisini saman við
øðrum fyriskipa tiltøk.
Førleikakrvøv o.a.
Ein stórur partur av arbeiðinum á Býarbókasavni-
num fer fram í toymum, og tí krevst, at umsøkja-
rin hevur góð samstarvsevnir og dugir at laga seg
til skiftandi umstøður. Umsøkjarin skal hava
góðan málsligan og tøkniligan førleika, og duga
væl at samskifta og miðla í skrift og talu.
Prógv ella lestrarváttan frá viðurkendum
bókasavnsskúla ella samsvarandi útbúgvingar-
stovni krevst.
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við
avvarðandi fakfelag.
BÓKAVØRÐUR
Umsókn
saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum
um útbúgving og royndir skal sendast til
torshavn@torshavn.fo ella Tórshavnar kommunu,
Vaglið, Postboks 32, 110 Tórshavn.
Umsóknarfreistin er hósdagin 24. oktober 2013 kl.
12.00.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Petur Mittún,
KT-leiðara, peturm@torshavn.fo ella fartelefon
218284.
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin á
Hamrinum eftir einum pedagogi til barnagarð,
fyri pedagog í farloyvi, at arbeiða 30 tímar um
vikuna at byrja 1. november 2013 ella eftir nærri
avtalu fram til 31. oktober 2014.
Eisini verður søkt eftir einum hjálparfólki til
vøggustovu, fyri hjálparfólk í farloyvi, at arbeiða
30 tímar um vikuna at byrja 1. november 2013
ella eftir nærri avtalu fram til 30. Juni 2014.
Um pedagogur ikki søkir kann hjálparfólk sett í
tíðaravmarkaðstarv.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya.
Umsókn
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving
og royndir skal vera Dagstovninum á Hamrinum,
Glyvursvegur, 160 Argir í hendi í seinasta lagi
mánadagin 28. oktober 2013.
Meiri fæst at vita
um størvini við at venda sær til Anniku Wenning-
sted Jacobsen, stovnsleið á telefon 225784 ella
við at hyggja inn á www.dag-ham.fo.
STARVSFÓLK
Umsókn
Umsókn saman við prógvi ella lestrarváttan og
upplýsingum um royndir skal sendast til Býarbó-
kasavnið, Niels Finsens gøtu 7, FO-100 Tórshavn,
ella við teldposti til: bbs@bbs.fo
Umsóknarfreistin er 27. oktober 2013.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Arnbjørn Dalsgarð, býarbókavørð, telefon 302030.