Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-10, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. oktober 2013 · Nr. 117 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur So er Jóan Símun kliptur Hann fekk ógvusligar ákoyringar í sending á Rás2, tí hann ikki hevði klipt sær síðani mars mánað. Nú fingu Lissi Mouritsen og Vivian Unadóttir fingarnar í landsliðsframherjan og her er úrslitið Tróndur Arge – Salong Bronx Tað fóru sjokk bylgir gjøgn­ um landsliðshópin, tá Rás2 undan landsdystinum móti Týsklandi fór at viðgera hár og hársniðið hjá føroysku spæl­arum. Útgangsstøðið var ein liðmynd úr Íslandi. Tað gjørdist skjótt greitt, at Jóan Símun Edmundsson av Toftum ikki kom væl frá upp­gávuni. Hárið var for stórt, hárbandið mátti falla og hann sá út sum ein, ið hevði spælt í 90 áðrenn hann kom á vøllin. Ikki gott! Í samrøðu eftir sendingina gav Jóan Símun ilt av sær. – Eg haldi eg síggi gott út, segði toftamaðurin álvars­ ligur á málinum. Men eftir áhaldandi ákoyr­ingar megnaði fram­ herjin í Viking Stavanger ikki at stand í móti longur. Komin til landið í samband við lands­dystirnar móti Kasak­ stan og Eysturríki legði Jóan Símun kongin. Saman við Rógva Baldvinsson, Viljormi Davidsen og Jónasi Tór Næs tóku teir av at blíva snøggaðir um skallan. Ónøgd við Atla Gregersen Tað kom púra óvart á fót­ bólts­heimin, tá bæði Lissi Mouritsen og Vivian Una­ dóttir valdu Atla Gregersen til at hava besta hársnið. Um­ber­ingarnar vóru fleiri, tá hálast skuldi í land. Tað hevur vakt stóran ans og ónøgd í landsliðshópinum, at Alti vann. Hetta vildi spæl­ arar og umboð fyri fót­bólts­ sambandið hava greiðu á. Kroystar upp í ein krók komu onkrar umberingar. – Eg meinti bara heildin riggaði væl, kom tað úr Vivian, sum heilt greitt var flóv av síni avgerð um at velja Atla Gregersen, sum mannin við flottasta hársnið á lands­liðnum. Annar og seinasti partur Hetta var annar og seinasti partur, har hár og hársnið á landsliðnum verður viðgjørt. Spælararnir hava við viðgerð og góð ráð til famtíðina. Tað kann gott verða, at vit ikki vinna móti Kasakstan, men tað skuldi verið heilt víst, at okkara spælarar eru nú lekkrari – við ella uttan Atla Gregersen. Myndir: Álvur Haraldsen og Tróndur Arge Jóan Símun Edmundsson Aldur: 22 ár Felag: Viking Stavanger (Nor) Pláss: Framherji Landsdystir: 24 Minuttir á vøllinum: 1857 Landsliðsmál: 1 Áðrenn: Hevði stórt og langt ljóst hár. Bleiv millum annað lýstur sum ein “California surfer boy”. Hevði ikki klipt sær síðani mars mánaði. Gav Lissi Mouritsen frítt at klippa. Aftaná: Er ikki at kenna aftur. Vekk er langa hárið og hann sær nú at skalla bóltin í málið. Tað kann blíva ein fyrimunur fyri føroyska landsliðið. fótbóltur