Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 11. oktober 2013 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Viljormur Davidsen Aldur: 22 Felag: Vejle (DK) Pláss: Vinstri bakkur Landsdystir: 5 Minuttir á vøllinum: 450 Landsliðsmál: 5 Áðrenn: Sjálvur­sikkur eysturoyingur, sum veit hvat hann vil. Hóast Guðrun Við Rættará kom við nøkrum hugskotum, so skuldi alt bók­ stavliga vendast við vinstra bakkin. Serliga eymur var hann um reikin, sum ikki mátti skifta síðu. Bleiv fleiri ferðir samanborin við Cristiano Ronaldo. Aftaná: Hevur enn eitt Ronaldo líknandi harsnið. Hárið er stytt og kann nú setast upp, heldur enn at tað lá pent sum ein slag av einum Mohawk. Jónas Tór Næs Aldur: 26 ár Felag: Valur (ÍS) Pláss: Høgri bakk Landsdystir: 33 Minuttir á vøllinum: 2799 Landsliðsmál: 0 Áðrenn: Hevði eitt nærmast “Víkinga-look”, sum fall í góða jørn á Salong Bronx. Tí valdi Guðrun Við Rættará, eftir samráð við høgra bakkin, at stytta hárið, men halda fast í víkingasniðnum. Aftaná: Eina løtu sá Jónas út sum ein klassiskur munkur, men við kønari hond og uppsetan, so sæst einki til munkin. Líkist sær sjálvum. Rógvi Baldvinsson Aldur: 23 ár Felag: Bryne (Nor) Pláss: Miðverji Landsdystir: 15 Minuttir vøllinum: 1350 Landsliðsmál: 1 Áðrenn: Eitt sindur frísutur. Hevur krúllur og tí skal lítið til at hárið ikki liggur sum tað skal. Eftir drúgvar samráðingar við Vivian Unadóttir blivu tey samd um, at talan bleiv í stóran mun um at halda fram við sama hársniði. Aftaná: Úrslitið bleiv eisini har eftir. Hann er snøggari, men broytingin er ikki so stór. Fekk annars góð skotsmál frá damunum.