Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mai 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 90 - 13. mai 2004 Nr. 90 - 13. mai 2004 11 Jørleif Kúrberg sílaveiðifiskari m.a. Snøggur faldari frá Ferða- ráðnum um fiskimøguleik- ar í Føroyum. Ferðaráð Føroya gevur út faldara, har bæði fremm- andafólk og føroyingar kunnu leita sær kunnleika um fiskimøguleikarnar kring um í Føroyum. Faldarin er sjálvandi mest ætlaður fremmandi fólki, men einki at ivast í, at onkur »innføddur« eisini fær hug at royna okkurt av tí, ið nomið verður við í faldaranum. Eg var t.d. fyrstu ferð á Ryskivatni í Suðuroy í fjør. Ein sonn perla og løtt at koma til! Í faldaranum fær ein at vita: • Hvar møguleikar eru at fiska. • Hvørji fiskasløg fáast ymsu støðini. • Hvørjar flugur ella blinkar/spinnarar o.s.fr. kunnu nýtast. Upplýsingarnar um, hvar til ber at vassa og ikki, eru eisni hentar. Flestu av føroysku vøtn- unum eru ikki størri enn so, at skjótt er at finna útav, hvar á vøtnunum møguleik- arnir eru bestir, men hetta kundi staðið í faldaranum. Eitt er, sum fremmanda- maðurin uttan iva leggur til merkis, og tað er, at onga- staðni ber til at leiga sær bát. Havi tosað við eiðis- menn, heimasandsmenn o.a. Jú, hugskotið er frálíkt, men einki hendir. Ein vága- maður, ið fær sær fatur á fýra-fimm smáum bátum, leigar teir út fyri 100 kr um dagin, hann kemur at vinna pening. Hatta seinasta var nú eitt persónligt hjartasuff og hevur einki við faldaran hjá Ferðaráðnum at gera. Samanumtikið kann sig- ast, at faldarin er góð hjálp hjá stuttleikafiskarum í Føroyum, - serliga hjá fremmandafólki sjálvandi. Krossmessudagur var altjóða dagur fyri pressufrælsi. Í Føroyum er støðan og endamálið hjá fjølmiðlunum um- rødd nakað í seinastuni. Serliga í kjararvørrinum frá bók- ini Skjót journalistin, sum hevði við sær, at vit fingu eitt løgtingsval í ótíð. Men orðaskiftið fjaraði, uttan at nýggir marknasteinar vórðu settir. Í einum fólkaræðiligum landi er endamálið hjá fjølmiðl- unum eisini at hava eitt vakið eygað við teimum, sum hava valdið. Tá tey gera nakað, sum ikki er rætt, ella tilvitað seta sannleikan til viks, eiga tey at ábyrgjast gerðir sínar. Treytin fyri, at fjølmiðlar kunnu fremja endamál sítt í verki, er frælsi - frælsi frá teimum, sum hava valdið, frælsi frá kapitalinum og frælsi frá politiskum flokkum, tí trú- virðið er grundarlagið undir tíðindaflutninginum í bæði í teimum prentaðu og í teimum elektronisku fjølmiðlunum. Við grundarlagi í trúvirðinum varð leikluturin hjá ameri- kanskum fjølmiðlum nógv umøddur í útlendskum fjøl- miðlum á "pressufrælsisdegnum". Serliga kríggið í Irak, og tað, sum ikki kemur fram til amerikanska almenningin, tí amerikanskir fjølmiðlar tilvitað offra sannleikan. Nógv av tí, vit sóu í ymiskum sjónvarpsrásum, varð ikki víst í amerikanskum fjølmiðlum, sum tóktust fjala misgerðirnar hjá amerikanskum hermonnum í Irak. Tað er kortini ikki neyðugt hjá okkum at leita handan hav fyri at umrøða støðuna hjá fjølmiðlunum, sum skulu vera grundstólpar undir fólkaræðinum. Vit kunnu neyvan siga, at føroyskir fjølmiðlar tilvitað fjala sannleikar. Støðan er meira hon, at føroyskir fjølmiðlar hava ikki neyðuga orku og umstøður at viðgera samfelagslig viðurskifti til fulnar. Tí fara hendingar fram, sum ikki síggja dagsins ljós. Fjøl- miðlarnir røkka ikki nóg langt, og føroyska samfelagið er ikki so gjøgnumskygt, sum eitt fólkaræði eigur at vera. Bara trupulleikin at fáa alment inntlit hjá ráðum og stovn- um eru dømi um tað. Men henda støða tykist ikki órógva føroyskar politikkarar. Tvørturímóti tykist myndugleikin vera tigandi samdur um, at fjølmiðlarnir ikki skulu hava tær arbeiðsumstøður, sum teir í framkomnum fólkaræðiligum landi eiga at hava, um teir skulu røkka endamálinum at hava eitt vakið eygað við teimum, sum sita við valdinum umframt at liva upp til sínar public service skyldur. Allir miðlar her á landi hava stóran týdning fyri varðveitan av mentan og identiteti og fyri einum mennandi orðaskifti, undir ábyrgd. Av ótta fyri góðum og vælvirkandi fjølmiðlum, sum hava orku og umstøður at kanna og viðgera skeivleikar, órætt- vísi og meira og minni duldar framferðir í føroyska sam- felagnum, tykist at vera tigandi semja millum politikkarar um, at bløðini skulu ikki hava stuðul til útbering og at hvørki sjónvarp ella útvarp skulu hava játtan til rakstur, so fjølmiðlarnir kunnu menna seg meira og hava ein betri tíð- indaflutning. Sjálvandi skulu fjølmiðlafólk taka íegnan barm og gera sítt til, at miðlarnir eru so góðir og álítandi sum tilber. Men nú pressufrælsisdagurin fór aftur um bak, kunnu vit seta spurnartekin við, um politikararnir hava áhuga í ella tora at hava eina sterka og frælsa pressu í Føroyum! Kom- andi fíggjarlóg er merkt av andstøðu móti bæði loft- og skrivandi miðlum. Slíkt tænir hvørki okkara demokratii ella samfelagnum. DAGSINS MEINING Sosialurin Politikkarar óttast vælvirkandi fjølmiðlar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Á Sandsvatni, Leynavatni o.ø. Sóleyð Hansen Eg var ein av teimum ungu, sum vóru við Norønnu á ungdómstúrinum í viku- skiftinum. Haldi hetta var ein sera sera góður túrur, og eg vil hervið nýta høvi at takka Smyril Line fyri túr- in. Eisini haldi eg, at fólkini sum arbeiddu umbord tvs kantinufólk, barrvørar, fólk sum arbeiddu við kunning- ardiskin og vaktirnir um- borð vóru sera vinarlig og gjørdu eitt gott arbeiði. At arbeiða umborð á einum skipi, har flestu ferðafólk- ini eru ungfólk ímillum 15 til 25 ár, sum eru komin umborð at ballast, er ikki bara sum at siga tað. Tað er eingin loyna, at nógv alkohol bleiv drukkið á túrinum. Nøkur blivu enntá so full, at tey máttu í brummuna umborð at sova rúsin av sær. Tó haldi eg, at vaktirnir og starvsfólkini á Norrønu allatíðina høvdu tamarhald á støðuni um- borð. Sambart fjølmiðlun- um vóru fleiri bardagar á túrinum, men eg má siga, at eg hvørki sá ella hoyrdi nakra keðiliga hending, so hvussu nógv hald er í hes- um bardaga søgunum veit eg ikki. Summi høvdu gott nokk hug at føla seg í so nógv sum heima, við tað, at tað bleiv bæði ballast og roykt inni á kømrunum og á couchettu plássunum. Fólk fingu klárt at vita, at tey ikki skuldu gera hetta, men tíanverri bleiv tað ikki lurt- að eftir boðunum. Úrslitið bleiv sjálvandi tað, at fleiri av kømrunum og couchettu plássunum vóru sera skitin. Norrøna var avgjørt ikki ein vøkur sjón hjá ferða- fólkunum, sum komu um- borð í Hanstholm. Eg tos- aði við onkran av teimum, og tey hildu at skipið var virkuliga skitið meini enntá orðið ólekkurt bleiv brúkt. Tó vil eg her siga, at eg ikki oftani sá fólk ganga og gera reint umborð á skipinum. Manglaðu vit handklæðir ella wc pappír inni á køm- urunum, máttu vit sjálvi til kunningardiskin at spyrja eftir hesum. Gongsfólk vóru mær vitandi ikki inni á kømrunum. Hendan tæn- astan haldi eg kundi verið eitt sindur betri. Annars havi eg avgjørt ikki nakað annað negativt at siga um tænastuna, sum vit fingu umborð. Hon var góð. Hýrurin á fólki var sera góður allan túrin, og eg eri vís í, at skipar Smyril Line fyri einum líknandi túri aft- ur, verða tað nógv fólk, sum fara at bíleggja sær ein ferðaseðil. Tað er sjálvandi spell at skipið bleiv so illa dálkað. Skuldi Smyril Line skipa fyri einum líknandi túri aft- ur, kundu teir kanska hækka aldursmarkið á fólki, sum sleppa við og havt fleiri vaktir umborð. Tað hevði kanska hjálpt. Super túrur Striptease endar í skøkjulevnaði Kvinnusamskipan Føroya heitir á løgting og landsstýri um at banna striptease í Før- oyum Yvirlýsing frá Kvinnusamskipan Føroya – Í hinum norðurlondum verður stríðst fyri at steðga skøkjulevnaði, sølu av kvinnum og at steðga porno- grafi – eisini á alnótini. Hetta sigur Kvinnusamskipan Føroya, sum hevði ársfund í Vági Dýrabiðidag. Á fundinum var einmælt samtykt at takka Jenisi av Rana, løgtingsmanni, fri at taka málið um striptease upp í løgtinginum. Royndir úr Íslandi prógva, at striptease endar í skøkjulevnaði. – Hetta er ikki góð fyrimynd hvørki fyri okkara ungu ella nakran annan, tvørtur ímóti halda vit tað verða sera niðrandi fyri kvinnur. Vit heita tí á løgting og landsstýri at skipa so fyri, at eingin ivi skal verða um at striptease er bannað í Før- oyum. VIÐMERKINGAR Malan Marnersdóttir Rektari á Fróðskaparsetri Føroya Tað frøddi á Fróðskapar- setrinum, at gransking er so ofta nevnd í samgongu- skjalinum, og at tað undir Hægri lestur stendur, at "Fróðskaparsetrið skal hava hóskandi umstøður og hava møgu-leikar at geva fleiri útbúgvingar-tilboð." Fróðskaparsetrið á tveimum beinum Fróðskaparsetrið hevur júst gjørt eina raðfesta menn- ingarætlan fyri tey komandi tvey árini. Hon byggir á undarfarnar menningarætl- anir, sum tað ikki hevur borið til at fremja til fulnar. Henda endurskoðaða menningarætlanin raðfestir økini, soleiðis at løgtingið veit, hvussu játtanin verður nýtt í tann mun hon røkkur longur enn til verandi virk- semið. Menningarætlanin hjá setrinum leggur dent á at ganga á tveimum bein- um: einum tøkni- og nátt- úruvísindaligum og einum hug-vísinda- og løgfrøði- ligum. Nátturuvísindi og tøkni Við øktari játtan til náttúru- vísindi og tøkni á Fróð- skaparsetrinum hevði grundarlag verið fyri at ment vinnugransking í samstarvi við vinnulívið. Evnisøki fyri vinnuvendar granskingar-verk-ætlanir eru eitt nú í aling, kunning- artøkni og biotøkni, ið hava vaksandi týdning fyri virðisøking av rávøruni. Tann almenna játtanin kundi óivað drigið at sær fígging frá vinnuni til ávís- ar verkætlanir. Hugvísindi og løgfrøði Hugvísindi eru mál-, bók- menta-, søgu- og sam- felagsgransking, sum eisini geva búskaparligt avkast, hóast av øðrum slag. Hug- vísindi hava at gera við mentan og trivnað, tað sum ger tað vert at liva her. Øll lond hava tørv á at kenna seg sjálv mentanarliga. Fyri at kunna virða aðrar ment- anir og lívið hjá øðrum, er neyðugt at kenna og virða sítt egna. Raðfestingar Fremst í raðfestingunum standa gransking og undir- vísing í KT og løgfrøði. Síðan koma biotøkni og fjølmiðlan. Kunningartøkni Átøk hava verið gjørd fyri at menna KT sum frøði- grein á Fróðskaparsetri- num. Enn vantar fólk við granskingarførleika á øki- num, men í samstarvi við útlendsk universitet er eydnast at fáa eina bache- lorútbúgving í kunningar- tøkni í lag. Hetta er eitt stig á leiðini til at menna før- oyskan førleika í KT-vinn- uni, og uppgávur hjá stu- dentunum verða ofta gjørd- ar júst í samstarvi við vinn- una. Men tað er greitt, at vísindafólk mugu setast á Fróðskaparsetrinum, um stovnurin skal gagna KT- vinnuni meira. Løgfrøði Framkomin samfeløg hava reglur og skipanir fyri neyðini. Eitt tað fyrsta, sum tey gomlu universitetini í Evropa fóru undir, var at granska og undirvísa í løg- frøði. Fróðskaparsetrið hevur tað sama í umbúna, og hesi seinnu árini hevur eitt grundskeið í lóg fingið góða undirtøku. Hugsanin er, at tey, sum lesa løgfrøði uttan fyri Føroyar, skulu kunna taka partar av út- búgvingini á setrinum. Har- afturat er ætlanin at skipa eina masterútbúgving at leggja aftur at eini bache- lorútbúgving í hóskandi faki. Hetta fer at verða gjørt í samstarvi við løgfrøðiligar stovnar uttan fyri landodd- arnar. Í tí sambandi eru av- talur fingnar við Lærda Há- skúlan í Keypmannahavn og Háskóla Íslands. Biotøkni Triðja stigið í raðfestingun- um tey bæði komandi árini er biotøkni. Biotøkni er vís- indagrein, sum m.a. kann fáa nýggjar vørur til vegar. Fróðskaparsetrið ynskir at fáa umstøður til at skipa gransking og hægri útbúgv- ing í biotøkni. Ein bachelor útbúgving í matvørufrøði er skipað. Hon er lýst áliti- num "Útbúgvingar innan fiskivinnuna", sum varð latin landsstýrismann-inum í mentamálum í august 2001. Enn er tó ongin játtan komin til hetta fakøkið. Tað er um-ráðandi at útbúgva fólk á hægri stigi á hesum øki, tí tað eru tey, sum skulu vera við til at skapa størri virði burtur úr rávøruni. Fjølmiðlan Í dag er fjølmiðlan eins neyðugt og tað var at fáa føroyskt skúla- og kirkju- mál í síni tíð. Miðlanin/samskiftið í út- varpi og sjónvarpi er av øðrum slag málsliga, sam- skiftisliga, viðvíkjandi tíð- arrammu og í aðrar mátar enn bæði tann gamla munn- liga mentanin og prent- máls-mentanin. Tað tal- gilda, skrivliga samskiftið, sum fer fram í dag, brýtur somuleiðis nógv frá teirri klassisku skriftmálsment- anini. Fyri føroyskt samfel- ag, mál og mentan er tað tí avgerandi at kanna, lýsa, meta og geva frálæru um teir nýggju samskiftisform- arnar: ástøðiliga tí tað er partur av gransk-ingini av føroyskum nútíðarmáli og mentan; og praktiskt sum liður í útbúgving av til- vitaðum fjølmiðlafólki við bæriligum, beinraknum máli, alment eins væl og innan fyri alskyns serøki. Fjølmiðlan má takast upp sum granskingar- og undir- vísingarevni á Fróðskapar- setrinum. Menningarætlan givið úrslit Tað hjálpir og nyttar at seta sær mál í menningarætlan- ini, tað eru fleiri dømi um á setrinum. Í menningarætl- anini frá 1999 varð nevnt, at havfrøðin á setrinum skuldi mennast. Hetta varð gjørt og sjónlig úrslit síggj- ast eftir hesum, millum annað til stórt gagn hjá út- róðrarflota, alivinnu, til- búgvingarætlan og øðrum. Í dag eru mentir støddfrøði- ligir myndlar, sum neyvt kunnu siga, hvussu rákið hevur ávirkan á t.d. eitt oljuútlát. Somu myndlar kunnu eisini hjálpa ali- vinnuni at siga, hvar skila- best er at leggja nýggj ali- øki ella flyta verandi ringar. Harafturat er nú farið undir eina verkætlan, sum við støði í arbeiðinum higartil skal menna nýggja alitøkni til harðbalin øki, ein verk- ætlan, sum kann koma at hava ómetaliga stóran týdn- ing fyri føroyska alivinnu, sum ekur á sárum knøum Í somu menningarætlan varð ynski sett fram um at menna kolvetnisfrøði. Tað varð gjørt, og eitt ítøkiligt úrslit er slóðbrótandi Ph.D.- ritgerðin seinasta summar um spenningar í boriholum. Úrslitini eru sera hent hjá oljuvinnuni, tá ið nýggir boribrunnar skulu gerast. Í samband við at útbúgv- ingartilboðini eru ment og víðkaði er studentatalið økt munandi, frá 1999 til í dag er talið økt úr 70 upp í 150. Fasta vísindastarvsliðið er økt við 5 granskarum, um- framt at seks granskarar á øðrum stovnum eru knýttir at Setrinum í tíðaravmark- aðum parttíðarstørvum. Loksins er at nevna, at tøkniliga eru stórar íløgur gjørdar í samskiftisamboð- ini og teldutøkni. Fróðskap- arsetrið hevur saman við granskingarstovnunum á Debesartrøð og Lands- bókasavninum ment og dagført teldunetið, soleiðis at tað lýkur tey krøv, sum granskarar, fyrisit-arar og almenna tænastustigið seta. Samanumtikið Á universitetum verður vit- an framleidd við gransk- ing. Undir útbúgvingini heysta tey ungu fruktirnar av granskingini gjøgnum undirvísingina. Gransking og hægri útbúgvingar eru íløgur í framtíðina. Gransking og hægri útbúgving - MENNINGARÆTLAN Kári P. Højgaard løgtingsmaður Tað var ein hugaligt at síggja góðu uppmøtingina í Norðurlandahúsinum, mánadagin 10. mai, har Javnstøðunevndin skipaði fyri almennari ráðstevnu við heitinum "Á leiðini til javnstøðu". Ofta eru tað kvinnur, sum leita sær til tiltøk, ið hava við javnstøðu at gera og soleiðis var eisini hesaferð - men nærum ein fjórðingur av luttakarunum vóru menn. Sjálvstýrisflokkurin hev- ur boðað frá, at málið til næsta val er at hava eins nógvar kvinnur og menn á vallistunum. Tað tykist, sum um aðrir politikkarar taka okkum táttin upp. Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður í javnstøðu- málum, hevði eina fram- løgu, har hann segði seg hava ætlanir um at leggja eitt uppskot til samtyktar fyri tingið um at seta eina nevnd, sum skal arbeiða júst við hesum sama enda- málið, at fáa meira javnvág í kynsbýti á løgtingi, so- leiðis at hon speglar sam- felagið sum heild. Gitte Larsen frá Copen- hagen Institute for Future Studies helt ein fyrilestur. Granskarin helt ikki, at tað hjálpir at skumpa og hála fleiri kvinnur í politikk og leiðandi størv. Ístaðin helt hon, at størvini eiga at broytast. Verður hugt at leiðarastørvum má ásann- ast, at tað ikki altíð er eitt 9:00 - 16:00 starv, men ofta krevur hetta, at arbeitt verð- ur langt út yvir vanligar arbeiðstíðir. Sum hon so beinrakið segði, so hava kvinnur í slíkum størvum tørv fyri "at ha´ en kone derhjemme". Nógv góð hugskot kundi ein fáa við at sita og lurta eftir frálíku fyrilestrarhald- arunum, og tað er ringt at taka ein fram um annan. Okkara heimligu kreftir stóðu einki aftanfyri út- lendsku gestarøðararnar. Áhugavert var tað, sum fyrilestrarhaldarin frá Tele Danmark greiddi frá við- víkjandi teirra politikki, at fáa fleiri kvinnur í leiðandi størv. Hann segði millum annað, at Tele Danmark rætt og slætt ikki hevur ráð til, at lata ein slíkan hóp av góðari kvinnuligari leiðslu- orku fara til spillis. Tey nýta ein Talent Pool, har tey hvørt ár dyrka leiðsluevnir. Í byrjanini vóru 21% kvinnur í hesum Talent Pool, men er hetta tal økt og verður skjótt 33%. Hetta kundi verið eitt hugskot til allar politiskar flokkar í Føroyum og sjálvsagt eisini til privata vinnulívið. Vígdis Finnbogadóttur, livandi fyrimyndin, ið megnaði at gerast fyrsti kvinnuligi forseti, hevði áhugaverdan fyrilestur. Tá hon varð biðin um at stilla upp til forsetavalið í Íslandi fyrstu fer, bar hon seg und- an. Tað var eitt langt tele- gram frá einari trolara- manning, sum fekk hana til at taka stigið og játta. Hen- dan skipsmanningin, allir menn, heittu á hana um at stilla upp og lovaðu henni sín fulla stuðul. Hon segði seg arbeiða fyri javnstøðu, eisini hjá monnum. Tó helt hon, at menn ikki í so stór- an mun sum kvinnur, høvdu hennara hjálp fyri neyðini. Fremsta kvinnan í før- oyskum politikki var Mar- ita Petersen, sáli. Floksfel- agin Vilhelm Johannesen løgtingslimur hevði eina kensluborna og livandi talu um hesa kvinnu, ið hóast stuttan arbeiðsdag megnaði at skriva politiska søgu sum floksleiðari, fyrsti kvinnu- ligi løgtingsformaður og løgmaður. Ein onnur kvinna varð nevnd, ið hevur nátt polit- isku tindarnar og er kend av hvørjum mansbarni í Før- oyum. Tað er Lisbeth Peter- sen, løgtingslimur, ið hevur virkað sum borgarstjóri, floksformaður og fólka- tingsumboð. Harumframt hevur hon havt fleiri onnur álitisstørv og slóða fyri, at alt ber til, tá hugurin drívur verkið. Livandi og sigandi var - sum altíð - fyrilesturin hjá Jógvani Fríðrikssyni, presti. Hann slóg fast við sjey tumma seymi, at javn- støða frá einum kristiligum sjónarhorni er verulig javn- støða. Gud skapti ikki mannin fyrst og síðani kvinnuna. 1.Mós. 1.26. "Vær viljum gera menn- iskjur eftir okkara mynd". Vers 27, sum kall og konu skapaði han tey. (hatta havi eg ikki hugsa um fyrr)! Meirilutin av teimum sum høvdu orðið vóru kvinnur, og tær høvdu so sanniliga "orðið í síni makt". Ráðstevnan bleiv meist- araliga leidd av tíðinda- kvinnuni Bjørt Samuelsen. Tað mest positiva við ráðstevnuni var hugburður- in. Tað sum kom fram, var veruleikin, uttan dukan í høvdið av hinum kyninum t. v . s. skeivleikar vóru ávístir, har ein sum luttak- ari sat eftir við tí kenslu, at her er ein avbjóðing, kvinnur og menn í felag mega taka upp og gera nak- að við. Javnstøðunevndin við Anniku W. Joensen á odda. Tøkk fyri ein stak góðan dag, sum fyri onkran lut- takara hevur flutt mørk. Frálík javnstøðuráðstevna C M Y K 11 10