Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-10, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 117 · 11. oktober 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Tað knirkar og dungar úr trappuni, tá elektronikkurin broytir tey fimm trinini til eina rampu, ið kann koyrast upp og niður. Hon manglar at fínjusterast. Linda hevur hug at ilskast, men velur at geva sær tol. Hon trillar Eyðun út á rampuna, og trýstir á knøttin. Spaku­ liga flytir rampan seg tann lítla meturin niður í stovuna, sum er bygd eitt sindur forskotið í hædd, sammett við restina av miðhæddini. – Tit taka næsta túr, sigur hon flenn­ andi til journalistin og mynda­mann­ in. Vit eru heima hjá Lindu Christophersen og Eyðuni Hansen í Fløttis­gøtu 6 í Vestmanna. Uttan fyri er alt túnið grivið upp, og arbeiðsmenn eru í holt við at stoypa og fylla upp í bratt­lend­inum, soleiðis at koyrandi er heilt oman til dyrnar. Inni í hugnaligu hús­unum eru tey komin so nøkunlunda uppundan, hurðakarmar eru breiðkaðir og onkur veggur tikin niður. Enn mangla tó fleiri snøklar at gerast. – Vit fluttu inn her í 1988. Her er gott at búgva, veðurgott og eisini eitt gott grannalag, sigur Eyðun Hansen. – Nógv hava sagt við okkum, at vit skuldu bara verið verandi í Danmark, tí har eru tilboðini betri og møguleikarnir fleiri. Men tað er her, at vit hava okkara lív, leggur Linda Christophersen afturat. Sjálv er hon ættað úr Vestmanna. Eyðun vaks upp úti á Heygnum Mikla í Havn, men hevur búð í Vestmanna síðani 1985. Eftir sjey mánaðir, fyrst á Ríkis­ sjúkra­húsinum, síðani sjúkrahúsinum í Glostrup og til seinast á upp­venjingar­ miðstøð í Hornbæk, eru hjúnini í holt við at byggja sær eitt heilt nýtt lív sam­ an í Vestmanna. – Á skít also, brestur úr Eyðuni. Leysa plátan, ið hvílir niður á beinini á Eyðuni og verður brúkt sum borð, fer brádliga undan honum. Nærum fulli tekoppurin stoytist niður á beinini og síðani út yvir stovugólvið. Eyðun kann ikki annað enn eygleiða støðuna. Hann skeitir yvir á Lindu, sum longu er lopin eftir einum klúti. – Eg haldi ikki, at te’ið var so heitt, sigur Eyðun, meðan Linda turkar upp. Hann merkir einki. Men fyrr hevur 54 ára gamli kroppurin brent seg illani av heitum løði, hóast Eyðun sjálvur ikki hevur varnast tað. Tí eru tey uppá vakt. Eyðun Hansen er lammaður, frá bring­uni og allan vegin niður í tærnar. Armarnar hevur hann vant somikið upp­aftur, at teir kunnu brúkast. Men høgri armur hevur tað framvegis við at detta niður aftur, tá hann verður lyft­ur upp um høvd. Men framvegis er einki sam­band við hendurnar, frá hond­lið­ unum og út í fingraspíssarnar. Vanlukkan Fríggjadagurin 9. november í fjør er ein vanligur dagur, eins og aðrir. Eyðun, sum eigur egið virki við tveimum last­bilum, fær ein túr úr Kollafirði til Vest­manna. Á keiini í Kollafirði stendur hann og prátar við ein trukkførara, meðan hann fjarstýrir krananum, ið heysar jarnstativini, ið verða brúkt til at seta plattar á, upp í lastina. – Klokkan var umleið hálvgum seks, tá eg koyri kranabeinini inn og seti kós móti Vestmanna. Men eg gloymi kranan, greiðir Eyðun frá. sum broyttu lívið – Eg stóð og prátaði við ein kollfirðing har á keiini, meðan eg heysaði jarnstativini til plattarnar upp í lastina. Koyrdi so kranabeinini inn og setti kós móti Vestmanna. Ein smádrongur sá, at kranin var uppi, men tá pápi hansara ringdi til mín, býtti hann um uppá siffrini og fekk tí ikki fatur á mær. Eyðun Hansen smílist við sorgblídni, meðan hann greiðir frá um lagnutúrin við lastbilinum, fríggjakvøldið 9. november í fjør Sekundini 10. november Tá vit koma til trauma-sentrið á Ríkissjúkrahúsinum standa eini 10 fólk til reiðar at taka ímóti Eyðuni. Hann skal bæði í røntgen og skannara, og vit bíða og bíða. 11. november Vit møta klokkan sjey um morgunin fyri at vera saman við Eyðuni áðrenn skurðviðgerðina, sum fer at taka fýra til sjey tímar. Hann tykist ógvuliga nervøsur ella bangin. Ein lækni greiðir okkum tíðiliga og greitt frá, hvat tey vita og alt tað, sum tey ikki vita um støðuna hjá Eyðuni. Aftaná surðviðgerðina liggur hann har, knýttur í eina røð av tólum og slangum. 12. november Eyðun vaknar, tá vit koma inn á stovuna. Hann liggur í respirator og fær ikki tosað, so tað er ringt at skilja, hvat hann meinar við. Vit dryppa vætu í eyguni, strekkja armarnar, geva honum vatn. Og so alt umaftur. Ein lækni greiðir stutt frá skurðviðgerðini.. Hann dugir væl at greiða frá, men kann ikki geva nøkur lyfti um framstig. 13. november Tá vit koma inn til Eyðun, situr hann uppi í einum stóli, mest líkum einum tannlæknastóli. tey kalla hann »kongastólur«. Í dag fær hann at drekka við súgvirøri, og tað er eitt framstig, sum vit eru glað fyri. Tey taka lungamynd og hjartamynd, og tað sær gott út. 14. november Eyðun flytir armin, lyftir albogarnar. Hann sendir mær mussar. 15. november Eyðun skal aftur undir skurð. Høvdið er stabilt, men læknarnir meta tað vera best at seta skrúvur inn, báðumegin brotið í rygginum, soleiðis at tað skal hanga betri saman. 16. november Eyðun klárar at sita tveir tímar í »kongastólinum«. Hann fær trimmað hárið. Í dag klárar hann at eta eitt hálvt jogurt. Respiratorin verður tikin frá eina løtu, og ein proppur settur í hálsin, so vit kunnu hoyra málið á honum. Eyðun fortelur, hvussu hann lá í lastbilinum við høvdinum niðureftir. Linda og dótturin Lis skrivaðu dagbók, fyrstu tíðina meðan Eyðun lá á Ríkissjúkrahúsinum Við loyvi frá familjuni prenta við brotbitar úr bókini: Vanlukkan broytti lívið hjá Lindu Christophersen og Eyðuni Hansen