Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-10, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2013síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 117 · 11. oktober 2013 5 VIKUSKIFTI Eingin ávaringarlampa er í last­ bilinum, sum sigur frá, at kranin peikar upp í loft. Og framvegis er tað ein gáta fyri Eyðun, hví hann, sum hevði koyrt lastbil í áravís, skuldi gloyma kranan. – Men ein smádrongur sá, at kranin var uppi. Hann sigur tað við pápa sín, ið eg kenni væl. Men tá pápin ringir til mín, býtir hann um uppá siffrini á far­ telefonnummarinum og fær tí sjálv­andi ikki fatur á mær. Og eg koyri so móti Vestmanna. Ávaringarskipanin við Leyna­tunn­ ilin, sum skal forða fyri at ov høg akfør koyra inn í tunnilin, virkaði heldur ikki. Hevði hon virkað, so hevði ein bummur farið niður av sær sjálvum áðrenn tunnils­munnan. Eyðun Hansen steðgar á, meðan hann minnist aftur á lagnudagin. Tað mesta stendur klárt í huganum, hóast hann heldur seg hava verið vekk eina lítla løtu eftir stoytin. – Kranin tekur í tunnilsmunnan á Leynatunnlinum, og eg missi tamar­ haldið á bilinum, sum fer tvørur. Eg royni at rætta bilin uppaftur, men einki ber til. Lastbilurin brestur í veggin, inni í tunnlinum. Aftaná fekk Eyðun at vita, at helst eru kranabeinini trýst fram ímóti forhjólunum og hava tí gjørt tað uppaftur truplari at rætta bilin upp­ aftur. – Eg haldi at eg var vekk eina lítla løtu, men vakni so aftur, áðrenn nakar kom á staðið. Haldi fyrst, at bilurin er koppaður, men tað er hann ikki. Eg liggi kroystur, men fái hvørki flutt armar ella bein. Merki sum so onga pínu, men fái ikki flutt meg. Tá tann fyrsti kemur til bilin, skal eg lyfta høvdið, men fái ikki. Eg klári ikki so frægt sum at halda høvdinum, og hesin persónurin situr so hjá mær og heldur høvdinum á mær uppi, til bjargingarlið koma á staðið. Bjargingarliðini mugu skera Eyðun leysan úr stýrhúsinum á lastbilinum, og hann verður í skundi fluttur á lands­ sjúkrahúsið. – Eg haldi, at eg bannaði nakað illa. Men jú, eg hugsaði tankan, at helst var eg blivin lammaður, greiðir Eyðun frá. Heima í Vestmanna er Linda við at seta døgurðan útá. – Eg visti, at Eyðun var á veg til Vestmanna. Eg minnist, at eg hoyrdi í tíðindunum klokkan seks, at Leyna­ tunnilin er stongdur fyri allari ferðslu, tí ein lastbilur hevur rent á tunnils­ veggin. Eg veit ikki hví, men eg hugsaði beinanvegin, at hatta var Eyðun, greiðir Linda rørd frá. Ein sonur teirra ringdi á fartelefonina hjá pápanum, men einki svar. – Hann plagdi annars altíð at taka telefonina. Men tá visti eg bara, at hetta var Eyðun, sum var í vanlukkuni. At kalla samstundis sá familjan eina mynd frá vanlukkustaðnum á Vága­ portalinum. – Eg kendi lastbilin hjá Eyðuni aftur á myndini, staðfestir Linda við beisk­ leika í røddini. Linda fór beint í bilin og setti kós móti Leynatunnlinum. – Eg vildi bara koma skjótt á staðið. Eg hugsaði, at har var einki galið við Eyðuni. Eg skuldi bara eftir honum, greið­ir Linda frá og leggur afturat:: – Tílíkt hendir jú bara fyri hini, ha? Røddin knekkar og tárini hómast í eygnakrókunum. Alt gekk somikið skjótt, at tá politiið ringdi heim til hennara fyri at bera boðini um vanlukkuna, var Linda longu farin frá húsum. Ryggurin Tá Linda kom til tunnilsmunnan, var sjúkrabilurin longu farin við Eyðuni. Tey sóust tí fyrstu ferð á Lands­sjúkra­ hús­inum. Har fær Linda at vita, at Eyðun hevði brotið ryggin ella nakkan og skal flytast til Danmarkar skjótast tilber. – Eg fekk morfin, men var klárur alla tíðina. Fekk tosað og fylgt við í tí, sum hendi. Men eg hevði sera trupult við at fata tað. Helt bara, at tað skuldi blíva í ordan aftur, leggur Eyðun afturat. Linda minnist aftur á, at Eyðun at kalla beinanvegin bað hana ordna eina røð av praktiskum tingum. – Hann bað meg gjalda onkrar rokn­ ingar, minnast til at fáa passið við og ymiskt annað, greiðir Linda frá. Eyðun smílist. – Eg veit ikki hví. Tað skuldi bara fáast uppá pláss, nú vit skuldu til Dan­ markar, leggur hann afturat. Tað gerst skjótt greitt fyri tey bæði, at støðan er álvarslig. Nervarnir í rygg­ geislunum eru í vanda, og Eyðun skal tí liggja púra slættur. Tað merkir mill­ um annað, at hann sleppur ikki upp í flogfarið hjá Atlantsflog, tí børan kann ikki berast inn í flogfarið púra vann­røtt. Neyðugt er tí at flyta hann til Danmarkar við serútgjørdum sjúkra­ flog­fari. Men tað letur seg ikki gera at –Kranin tekur í tunnilsmunnan á Leynatunnlinum, og eg missi tamarhaldið á bilinum, sum fer tvørur. Eg royni at rætta bilin uppaftur, men einki ber til. Lastbilurin brestur í veggin, sigur Eyðun Hansen 18. november Eg royni at massera fingrarnar og armarnar á Eyðuni. Hann heldur eitt sind­ur ímóit, tá eg flyti beinið. Eg veit ikki, um tað er eitt refleks ella tilvitað. 19. november Í dag fann fysioterapeuturin ein nýggjan vødda í vinstra armi, niðanfyri har Eyðun er skurðviðgjørdur. Tað var ordiliga gott. Hann hevur ikki havt fepur í tríggjar dgar, men er framvegis sera móður. 22. november Læknin tosar um at Eyðun skal flytast á sjúkrahúsið í Glostrup, men tað verður so ikki fyrr enn hann klárar at anda normalt. Eisini fáa vit at vita, at Eyðun seinni skal til Hornbæk til uppafturvenjing. 27. november Eyðun hevur sera nógva pínu í dag, og lagið er ikki av tí besta. Tað er sera ringt at veittra farvæl, tá vit skulu innaftur á sjúklingahotellið. 29. november Eyðun hevur framvegis nógva pínu í økslini. Ein erguterapeutur lærir hann at drekka vatn, men tað gongur ikki so væl. Hann er leysur av respiratorinum. 30. november Eg vil pissa, sigur Eyðun við meg í kvøld. Hann sigur við meg, at hann hevur merkt tað einaferð fyrr. 3. desember Í dag er ein sálarfrøðingur komin at tosa við okkum. Vit hava bæði skuldar­ kenslu. Eyðun, tí hann ikki legði kranan niður. Og eg, tí eg ringdi og segði við hann, at døgurðin stóð á borðinum. Sálarfrøðingurin kemur aftur næsta fríggjadag. 6. desember Í dag er Eyðun fyri fyrstu ferð komin oman í forhøllina á Ríkissjúkrahúsinum. Hann er sera glaður fyri tað. Hann hevur fingið eitt brúsubað og nýggja tannbust. 7. desember Eyðun fær vatn at drekka. Nú andar hann gjøgnum munnin, og reyður propp­ur er settur í andingarholið í hálsinum. 11. desember Eyðun verður fluttur til sjúkra­ húsið í Glostrup. Eg má fríggja til Eyðun, tí sjálvur sleppur hann ikki niður á knæ. myndir: Álvur Haraldsen Nógv skal gerast uttanfyri, so Eyðun sleppur til og frá húsum í Fløttisgøtu 6 í Vestmanna