Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-10, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 117 · 11. oktober 2013 6 VIKUSKIFTI fáa eitt slíkt flogfar hendavegin fyrr enn dagin eftir. – Her liggi eg so. Eg fái flutt høvdið eitt sindur, men fái hvørki flutt armar ella bein, greiðir Eyðun frá. Leygardagin 10. november fara tey niður við lítla sjúkraflogfarinum, og Eyðun verður fluttur á Ríkis­sjúkra­ húsið. Ryggurin er brotin millum sætta og sjeynda rygggeisla. Fyri framman stendur eitt drúgt tíðarskeið við viðgerð og uppafturvenjing. Sjey mánaðir ganga, áðrenn Eyðun aftur er í Føroyum. Viðgerðin Eyðun hevur hug at vera sarkastiskur, tá hann skal lýsa støðuna, fyrsta døgnið eftir vanlukkuna. – Eg bleiv við at hava eina trýstandi pínu inn í nakkan, tað var sum seymir stóðu inn í nakkan. Tað vísti seg so at vera tvey stór glaspetti, sum stóðu eftir frá vanlukkuni. Eg hevði stórt hár júst tá, og kanska sóu læknarnir ikki glas­ pettini fyri øllum hárinum, sigur Eyðun smílandi. Meðan glaspettini fyltu lítið í hugaheiminum hjá læknunum, so var øðrvísi við rygginum. Tað stendur skjótt greitt, at rygg­ brotið kann hava álvarsligar fylgjur fyri Eyðun og hansara førleikar restina av lívinum. Á Ríkissjúkrahúsinum verður hann lagdur undir skurð, at kalla beinanvegin. Farið verður inn, bæði frammanfyri og aftanfyri, og eitt nú verða plátur settar upp móti rygggeislunum fyir at styðja teir sum frægast. – Eyðun liggur í respirator. Hann fær ikki tosað við okkum og fær føði inn gjøgnum eina sondu. Eg haldi, at eg taldi eini 14 slangur, sum vórðu bundn­ ar at kroppinum hjá honum, greiðir Linda frá. Í ein heilan mánað lá Eyðun so­leiðis á Ríkissjúkrahúsinum, meðan læknar­ nir royndu at gera sítt til at fáa 54 ára gamla kroppin at hanga saman aftur. Saman við dóttrini Lis sat Linda yvir manninum allan dagin og aftur um kvøldið. – Hann fekk sum nevnt ikki tosað, og kundi ikki røra seg. Tað var hart, men vit royndu at kommunikera saman kort­ini. Eg plagdi at vera hjá honum, til hann sovnaði um kvøldið, greiðir Linda frá. Sjálv búðu hon og dótturin á sjúk­ linga­hotellinum, alla tíðina meðan Eyðun lá á Ríkissjúkrahúsinum. Bæði Eyðun og Linda eru í dag sera takksom fyri tær nógvu vitjanirnar, ið lættu um tungu dagarnar á Ríkis­sjúkra­ húsinum. Eftir ein mánað var hann fluttur á sjúkrahúsið í Glostrup. Tíðin var komin til, at Eyðun skuldi gerast leysur av respira­torinum. Vøddarnir kring lung­ uni skuldu venjast av nýggjum, soleiðis at Eyðun kundi anda sjálvur. Tíðin í Glostrup fer altíð at standa sum ein varði í lívinum hjá Lindu og Eyðuni. – Ja, vit valdu at gifta okkum, sigur Linda flennandi, meðan hon við eyg­ unum loftar einum nýforelskaðum brosi frá Eyðuni. Tað var ein tanki, ið tey høvdu spælt sær við í eina tíð. – Vit høvdu verið saman í hundrað ár, og hildu tað vera stuttligt at gifta okk­um 20. desember í 2012, leggur hon afturat og sipar til talspælið í brúðar­ dato’inum. Har blivu tey so gift, av prestinum Bergi Jacobsen, á fjórðu hædd á sjúkra­ húsinum í Glostrup. – Tað riggaði fínt. Og vit søgdu so bæði ja, greiðir Eyðun smílandi frá. Børnini vóru komin til Danmarkar at halda jól, og tey vóru sjálvandi við til brúdleypið, ið var tað fyrsta á sjúkra­ hús­inum í Glostrup. Venjingin Tað tók aftur ein mánað, áðrenn Eyðun varð fluttur víðari til sjúkrahúsið í Hornbæk, ið hevur sum sergrein at taka sær av fólki við álvarsligum rygg­ skaðum. Uppvenjingarmiðstøðin er knýtt at Ríkissjúkrahúsinum og er at rokna millum tvær tær fremstu í Dan­ mark. Fyri Eyðun stóðu fimm mánaðir við harðari venjing fyri framman. – Tað var sera hart. Eg orkaði einki. Eg fekk ikki flutt armarnar, sigur Eyðun og lyftir báðar armarnar uppfrá fyri at undirstrika munin á tá og nú. Eftir smáar tvær vikur í Hornbæk møta Linda og Eyðun av tilvild eini eldri kvinnu, ið vísir seg at vera ættað úr Føroyum. Hon eitur Kristina Grumstrup, fyrr Dam, og er búsitandi í Hornbæk. – Vit fara at práta um familju og ætt, og áðrenn eg veit av, sigur hon at vit skulu búgva hjá henni, so leingi vit høvdu tørv á tí, greiðir Linda smílandi frá, áðrenn hon heldur fram: – Har búði eg so alla tíðina, meðan Eyðun lá á sjúkrahúsinum í Hornbæk. Hon og maðurin búðu bara fimm min­ uttir frá sjúkrahúsinum, og vit skuldu ikki gjalda eina krónu fyri at búgva har. So jú, tað finnast einglar her á jørð, sigur Linda, og smílið gerst uppaftur størri. Tíðin í Hornbæk gav úrslit. Fram­ stig vóru at hóma, og Eyðun byrjaði spakuliga at fáa førleikar aftur í arm­ ar­nar. Og tað gav eina vón, eisini teir strævnu dagarnar, har mótloysi hevði hug at sníkja seg inn í gerandisdagin. Men niður í beinini broyttist einki. – Nei, har er einki samband niður­ eftir. Har er alt kvett av, og einki sam­ band er við restina av kroppin, stað­ festir Eyðun. Hann hevur tó valt at savna seg um tað, ið hann kann gera nakað við. – Eg skal aftur undir skurð seinni í ár, og tá vóni eg at fáa førleikar í tumlarnar. Tað hevði lætt munandi um hjá mær í gerandisdegnum, sigur Eyðun. Í dag er einki samband við hendurnar. – Eg klári ikki so frægt sum at flisa eitt epli, sigur Eyðun uppgevandi. Hann skundar sær at leggja afturat, at við sergjørdum knívi og gaffli, ið kunnu krøkjast upp á hendurnar, klárar hann at eta av tallerkinum. Gerandisdagur Eyðun Hansen slapp fyrstu ferð aftur til Føroya 6. juni. Fyrsta mánaðin var hann á Landssjúkrahúsinum, áðrenn hann varð fluttur á nýggja ellis- og røktarheimið í Vestmanna at vera, til hann slapp aftur í sethúsini hjá hjún­ unum. Nú er gerandisdagur í Fløttisgøtu 6 í Vestmanna. – Eg havi ein stuðul, sum kemur her í heimið at hjálpa mær átta tímar um dagin. Hinar tímarnar hongur Linda uppá meg, sigur Eyðun speiskliga. Hann krevur hjálp til tað allar mesta. Sleppur ikki upp úr songini sjálvur, og klárar heldur ikki at leggja seg. Umvælingarnar inni gera, at hann nú kann flyta seg runt í miðhæddini. Men orkan í ørmunum er somikið lítil, at sum oftast má onkur trýsta undir koyri­stólin. – Eg eri greiður yvir, at eg sleppi ikki aftur í kjallaran, og heldur ikki upp á loftið. Men vit royna at innrætta okk­ um her í miðhæddini, sigur Eyðun, sum gleðir seg til arbeiðsmenninir uttanfyri eru lidnir. – Ja, tað verður deiligt at sleppa út­ um, sigur Eyðun smílandi. Bæði ásanna hjúnini, at tað verður ein avbjóðing at fáa ein heilt nýggjan ger­andisdag at virka aftur. – Eyðun má hava sítt lív og eg má hava mítt lív, sigur Linda, ið so smátt er byrjað at arbeiða aftur, nakrar tímar á seymistovu og nakrar tímar á Fiski­ vinnuskúlanum í bygdini. – Vit hava bæði felags áhugamál og eisini hvør síni áhugamál. Avbjóðingin er at fáa tað at fungera. Hetta verður alt ov strævið hjá Lindu, leggur Eyðun afturat. Hjúnini taka ein dag í senn, sam­ stundis sum tey eru glað fyri allan tann stuðul, ið tey hava fingið frá fólki. Eyðun var stjóri í egnari last­bila­ fyritøku. Fíggjarliga hava síðstu mán­ aðirnir verið tungir, tí eingin inntøka er komin til húskið. – Eg veit ikki. Eg havi so ikki tikið mær stjóraløn, sigur Eyðun um ta sann­ roynd, at hann hetta tíðarskeið hevur verið avskorin frá sjúkrapengum frá tí almenna, júst tí hann var stjóri í egnari fyritøku. Eyðun krevur framhaldandi nógva venjing, og eftir ætlan skal hann í fram­tíðini fáa hesa venjing á røktar­ heim­inum í bygdini. Eisini hevur hann eina vón um einaferð aftur at kunna koyra bil. – Ja, tað krevur nakað av venjing og kanska eina skurðviðgerð afturat, soleiðis at eg fái brúkt tummlarnar. Men tað eigur at vera møguligt, at eg klári at koyra ein serútgjørdan bil, sigur Eyðun avgjørdur. Men hinvegin er hann við at venja seg við tankan um, at koyristólurin fer at fylgja honum altíð. – Læknarnir siga, at tað verður eitt mirakul, um nakað hendir við restina av kroppinum. Har er einki samband niður­eftir. Og skal nakað samband koma aftur í nervarnar í rygggeislunum, so skal tað henda innan tvey ár frá van­ lukkuni, greiðir hann frá. Eyðun roynir at flyta koyristólin við hendrunum. Hann hevur fingið lovað ein nýggjan stól, har tað er lættari at fáa fatur í hjólini, men hann er ikki komin enn. Linda leypir til fyri at hjálpa. – Koyr meg yvir til vindeygað, sigur hann vinarliga við konuna. Úr stovuvindeyganum sæst yvir móti kampingøkinum Inni á Fjørð, yvir á Válin og út eftir fjørðinum, sum er spegils­klárur ídag. – Vónandi blíva trøini ikki ov høg frammanfyri her, letur speiskliga úr Eyðuni. myndir: Álvur Haraldsen Ávaringarskipanin virkaði ikki, og kranin á lastbilinum hjá Eyðuni Hansen brast í tunnilsmunnan á Leynatunnlinum