hósdagur 10. oktober 2013síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 117 · 11. oktober 2013
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Fólkaskúlalærari
Hvat er tað besta við starvinum?
Tað er besta er, tá tú sært eitt menniskja búnast
og gera framgongd og gerast sjálvstøðugt og
frítt. (Eg havi framhaldsdeildina mest :) )
Hvønn eginleika hjá tær ert tú fegnast um?
At eg eri fullkomiliga 100% tann,eg eri, upp á gott
og ónt. At eg havi eina gjøgnumgangandi trongd
at hyggja inn um yvirflatuna á alt og øllum, og
altíð kalla ein spaka fyri ein spaka, uttan nakað
filtur og ongari skomm skaptari í lívinum.
Hvør eginleiki hjá tær irriterar teg?
At eg eri fullkomiliga 100% tann eg eri, upp á gott
og ónt. At eg havi eina gjøgnumgangandi trongd
at hyggja inn um yvirflatuna á alt og øllum og
altíð kalla ein spaka fyri ein spaka, uttan nakað
filtur og ongari skomm skaptari í lívinum.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Øllum, sum er gott, sum hevur nakað upp á
hjarta og sum rørir meg á ein ella annan hátt.
Hvør er besti sangur, sum er gjørdur?
"Dust, Flesh & Bones", Matt Elliott (men tað eru fleiri
100 kanska 1000 sum eru tann besti. Eg havi ikki
hoyrt allar, men hasin er millum teir allar, allarbestu)
Hvat ger teg
glaðan?
Tá alt kennist, sum
er tað har, sum
tað skal vera.
Hvat ger teg keddan?
Tá onki kennist, sum er tað har, sum tað skal vera.
Hvat ert tú glaðast fyri at eiga?
Døgg, dóttrina
Hvat brúkar tú frítíðina til?
At gera tónleik, skriva yrkingar, lesa, roykja pípu,
hyggja eftir sendinum á teldu (havi onki sjónvarp),
og royna at finna ein máta at vera til uppá, sum eg
kann billa mær sjálvum inn, at eg dugi at finna út av.
Hvat tímur tú ikki at hoyra uppá?
Fólk, sum hava tikið patent uppá "vegin",
"sannleikan" og "lívið" og brúka tað til at fáa
meg at skammast við meg sjálvan, føla meg
illa uttan at vita hví, bert fyri at tey sjálv skulu
sleppa at kenna seg stór og týdningarmikil.
Hvørja bók eigur einhvør maður at hava lisið?
"The Road", Cormac McCarthy (her er eitt sindur tað
sama galdandi, sum við verðins besta lagi. Har eru
fleiri bøkur, sum eru har, og uppaftur fleiri, eg ikki havi
lisið - enn - men "The Road" er heilt einastandandi
eminent og millum tær allar, allarbestu).
Hvat er luksus
fyri teg?
Luksus fyri meg
er tá eg finni út
av, at fólk halda
meiri av mær, enn
eg geri sjálvur.
Hevur tú eina fyrimynd?
Eg havi fleiri, men eg velji dóttir mína Døgg. Hóast hon
bert er 9 ára gomul, hevur hon lært meg so ófatiliga
nógv um lívið, menniskja, sinnið og hjartað, at eg
verði ongantíð liðugur at verða bergtikin av undran.
Hon er - í mínum eygum - heimsins "reinasta" og
"besta" menniskja, hetta hóast hon er dóttir mín.
Opinleiki er nú vorðið ganda
orðið. Gandaorðið, sum øll noyð
ast at læra seg uttanat. Vorðið
sum gandaorð í einum fólkaræði.
Og vit bíða øll spent eftir, at
lokið verður lyft av hugskots
katalokinum hjá teimum, sum
upp í leypar finnast at politik
arum fyri eingi hugskot at hava.
Sum nálin í djúpu foyruni í
singleplátuni, B-megin.
Nú eigur onkur at langa nevan
í borðið ella hillina undir plátu
spælaranum, so nálin leypir upp
og yvir í næstu foyru, vóandi ta,
sum er longur inni í vinylinum,
so vit sleppa at hoyra niðurlagið
í landapláguni. Sum vónandi er
okkurt annað enn niðurlagið í tí,
vit nú hoyra.
Sannleikin er, at teimum
klóku, teimum studeraðu dámar
ikki fólk í Føroyum, sum taka
avgerðir í staðin fyri bara at tosa
og skriva og tosa og skriva eina
ferð afturat um at gera okkurt.
Nú má okkurt henda, okkurt
má gerast, helst longu í dag. Tí
annars vera Føroyar ikki til um
fjórðings øld. Jú, Føroyar vera til,
men bara navnið og klettarnir og
20.000 tóm hús og tóm opin hol
uttan lok.
Landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum og borgarstjórin á
Tvøroyri telja ikki rættiliga við
hjá teimum, sum hava lisið meira
enn hálvatriðju bók í Danmark.
Tey heillærdu og/ella hálv
lærdu hava sjálvandi uppskot og
lidnar ætlanir um, hvussu vit so
fáa allar hasar pengarnar, sum
makrelurin gevur okkum, ella øll
hasi arbeiðsplássini á Tvøroyri.
Sjálvandi hava tey eina hug
skotsskrá. Vit bíða spent eftir, at
hon verður latin upp, at lokið
verður tikið av.
Eiga vit ikki at ganga krav
gongu leygardag oman á Vaglið
og seta okkum á tað og mótmæla
vantandi opinleikanum hjá
teimum, sum krevja opinleika?
Sum finnast at øðrum fyri
einki at gera. Og sum finnast
at teimum, sum gera okkurt,
teimum fáu.
Nei, tað er neyðugt at tosa,
snakka, og snakka meira og
meira og meira. Fáa fleiri heim at
snakka og snakka.
At snakka er at bakka.
Kørgu klettarnir kunnu brúk
ast til so nógv annað enn at bora
hol í. Men hvat?
Vit hava onga kjakmentan í
Føroyum, siga tey, sum snakka
alla tíðina.
Tað spruttkókar undir loki
num. Men eingin fær at vita, hvat
er í pottinum.
90 prosent av øllum tí, sum
hendir, sum verður sagt, 90
prosent av øllum tí, sum er ósagt
ella betri ósagt, 90 prosent av tí,
sum verður skrivað, undirskrivað
ella ikki undirskrivað, 90 prosent
eru loynilig og duld fyri teimum
flestu.
Tey lukkuligastu eru tey, sum
vita minst. Kunnleiki elvir bara
til stúran, strongd og ruðuleika.
Nálin er skjótt komin gjøg
num foyruna, so vit hoyra lagið
A-megin. Tað er tíverri sama
lagið sum er B-megin, men tað
melur øvugtan veg.
Tað stendur ongastaðni,
hvørki á plátuni ella húsanum,
hvussu lagið eitur. Men tað er
sjálvandi rætta lagið. Og lagið á
teimum, sum enn tíma at lurta,
er gott.
Men, latið okkum nú fáa
fløguna og seta frelsta geisla
bogan á hana. Kanska okkurt
hendir, kanska.
Vit spæla blunda og krógva.
Ein av tíggju verður funnin. Hini
hava krógvað seg í trúnaði.
Ongantíð er forvitin tó fegin.
Og forvitni gjørdi av við frensin.
Hugskot í kataloki undir loki.
Orðið er frítt, eisini í einari
koloni. Tankar kosta einki, so
leingi teir eru undir loki.
Øll hugskot eru vælkomin.
Men bara tey, sum taka minst 20
ár at fremja.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Petur Pólson
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Eg kalli ein spaka
fyri ein spaka
Petur Pólson fegnast og irriterast um, at hann
altíð kallar ein spaka fyri ein spaka uttan nakað
filtur og við ongari skomm skaptari í lívinum
Katalok við loki