hósdagur 10. oktober 2013síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 117 · 11. oktober 2013
8
VIKUSKIFTI
LURTA LES & UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein og Inna Törnroos
Tað nýggjasta
úr messuheiminum
Kvartettin
í Nashville
Miðdepilin í Focus
Stóri og
klassiski
Gatsby
Sjokuláta, børn og innrætting
– alt undir einum taki
Hesi freisting kundu vit á Vikuskifti
sjálvandi ikki standa ímóti.
Tískil hava vit smakkað reyða
sjokulátu, vitja ein stak fittligan
kampingvogn og roynt wc-knøttin,
sum lovar at skola luktin burtur
Nýggj fløga
við Kvartettini
í Betesda
er á veg
Í næstan 45 ár hevur Kvartettin
í Betesda sungið á møtum
og samkomum kring landið,
og nú eru teir aftur akutellir
við nýggjari útgávu.
Kvartettin hevur verið í
Nashville og gjørt upptøkur til
nýggja útgávu, sum ætlandi skal
koma út í november mánaði.
Kvartettin gav LP-plátu og
kassettuband út í 1975.
– Nú hava vit skjótt 45 ár á
baki, og tí hildu vit, at tað var
eitt gott hugskot at geva eina
nýggja fløgu út. Mong hava
spurt eftir einari útgávu frá
okkum, og nú bleiv tað so, sigur
Steinbjørn O. Jacobsen, sum er
ein av sangarunum í Kvartettini.
Beiggi Steinbjørn, Eyðun
Jacobsen, var fyri kortum í Nash
ville og tók upp, og hann mælti til,
at teir fóru til USA at taka upp.
– Tað var leyst og liðugt frá
okkara síðu, og vit høvdu eina
framúr ferð til Nashville, har vit
brúktu eina slaka viku til upptøkur
og annars fingu góðar upplivingar
har yviri, sigur Steinbjørn.
Eyðun var eisini við á ferðini,
og tað var Jógvan Mortensen,
sum hevur vant røddirnar
hjá Kvartettini, eisini.
Kvartettin í Betesda ætlar at
hava útgávukonsert í sambandi
við nýggju fløguna – tað verð
ur um hálvan november.
The Great Gatsby er
eitt av stóru verkunum
í amerikanskari bók
mentasøgu. Skald
søgan, sum F. Scott
Fitzgerald skrivaði og fyrstu
ferð varð útgivin í 1925, gongur
fyri seg á eysturstrondini í USA
summarið 1922 – í býnum
West Egg á Long Island.
Nick Carraway fær arbeiði í
New York og kemur at búgva við
síðuna av ríkmanninum Jay Gatsby.
Nick verður eisini millummaður
og eygleiðari, tá ið Jay Gatsby
aftur roynir at fáa samband
við Daisy Fay Buchanan, sum
hann er skotin í, men sum
nú er gift.
Søgan er dramatisk og hug
takandi og viðger bæði jazz-
tíðarskeiðið í USA og ævigt
galdandi eginleikar, lýti og
tvístøður hjá menniskjum.
Skaldssøgan er fleiri ferðir
gjørd til film. Baz Luhrman gjørdi
eina stórsligna filmsútgávu av
søguni fyrr í ár, og eftir at tú
hevur lisið klassisku skaldsøguna
ber til at uppliva eina framúr
góða filmatisering av bókini
við filminum hjá Luhrman, har
Leonardo DiCaprio og Tobey
Maguire hava høvuðsleiklutirnar.
»Can’t repeat the past?…
Why of course you can!«
UPPLIV!
LES!
SJOKULÁTAFESTIVALURIN
Áhugin fyri sjokulátu er sera nógv
vaksin seinastu árini. Sjokuláta
festivalurin, sum áður hevur
verið í lítlum hølum í sentrala
Stockholm, hevur nú tikið stigið
inn í stóru messuhølini.
Sjokulátaspringvøtnini hava verið at sæð nógvastaðni seinastu árini.
Á messuni vóru tey gjørd úr bæði hvítari, ljósari og myrkari sjokulátu
– og so eitt sum ongantíð áður hevur verið at sæð – apilsinsjokulátu.
Apilsingula springvatnið var ein sonn frøi fyri bæði eygað og góma.
Íslendsku brøður okkara eru kendir í Føroyum fyri sínar Bingokúlur, Djúpur og
annað gott við sjokulátu og lakres, men í Svøríki er íslendska góðgæti ikki so
kent. Tað var tí serliga hugaligt at síggja, hvussu væl sviar dámdu íslendska
góðgætið, og køin av teimum sum vildu royna eina bingokúlu var sera lang.
Ein fantastiskur angi
av kaffi og sjokulátu
er tað fyrsta, ein møtir
inni í sjokulátahølinum.
ChocoMe er sjokuláta
úr Budapest, har
páleggið er meira
týdningarmikið enn
sjálv sjokulátan. Nøtir,
blómubløð, frukt og
reint gull eru nøkur
av páleggunum.
Smakkurin er avbera
góður. Les meira inni
á www.chocome.dk
Í dag letur framsýning
við verkum hjá
Eyðuni av Reyni upp
í Galarie Focus í Havn.
Aðalstein Ingólfsson
skrivar soleiðis í bókini
»Eyðun av Reyni« frá 2008:
»Listamaðurin Eyðun av Reyni
ber eins og ein kringur dansari
eina andaverð við sær. Tá ið hann
málar fyrstu strokini á løriftið, veit
hann av sær sjálvum – eins og
dansarin, sum hevur vant og vant
í óteljandi tímar á bumminum – at
rútman, sum hann gevur seg undir,
ber hann at enda út á eggina á
einum vatnrættum býti, ið verður
kallað miðdepil. Hesin miðdepil er
ofta í skundi málaður við breiðum
pensli, gráur ella svartur, so at
hann líkist einum svørtum holi ella
einum veðurbardum veggi, sum
gerst tann veruligi snúningsdepilin,
verkini hjá Eyðuni snúgva seg um.
Alt hitt í málninginum skipar seg
rundan um hendan miðdepilin,
soleiðis at økið niðanfyri brátt
umskiftist til eina rokuta forgrund,
sum er gjørd liðug við øðiligum
slettum og skvettum av ljós og
litum, ið fara hurl um burl tvørtur
um lørifti, meðan økið omanfyri er
bygt upp við meiri frælsi, altíð við
einari samanseting av loddrøttum
og vatnrøttum litblokkum.«
Framsýningin er opin
fram til 24. oktober.