Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-10, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2013síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 117 · 11. oktober 2013 9 VIKUSKIFTI »Hatta mást tú gera nakað við« Tórður Johannesarson ummælir bókina »Orðabók – Handils- og búskapur« eftir Olav Absalonsen Olav Absalonsen er lærari á Føroya Handilsskúla í Tórs­havn og hevur skrivað fleiri bøkur um virkisbúskap, rokn­skap og fíggjarstýring. Bókin er góðar 80 síður til longdar, hevur góð 1300 leitorð, har eini 200-300 eru samheiti við annað leitorð, sum víst verður til. Í fororðunum greiðir rit­høvund­urin m.a. frá, hví hann fór at skriva bókina, og hvussu hann hevur fingið nøkur av orðunum og orða­lýs­ingunum. Her kemur greidliga fram, hvussu stóra virð­ing hann hevur fyri næmingum, og at bókin í veruleikanum er sprottin úr undirvísing hansara. Olav skrivar í for­orð­ unum, at hann einaferð skuldi greiða nøkrum næm­ingum frá, hvat egin­ peningur var. Hann orðaði seg nakað soleiðis: »Um vit gera virðið á øllum ognum í einari fyritøku upp og síðan draga skuldina frá, verður munurin kallaður egin­peningur.« Hóast henda frá­greiðing kann tykjast einføld, so órógvaði navn­ið eginpeningur fleiri av næm­ing­unum, sum vildu hava eginpening til at vera reiðupening. Tí mátti hann siga teimum, at hetta er dømi um óheppið orð fyri eitt hugtak. Tá sigur ein næmingur við Olav: »Hatta mást tú gera nakað við.« Olav tók hendan næmingin upp á orðið og fór undir at skriva bókina. Hann skrivar víðari í fororð­ unum, at orðið inntøka verður nýtt um tvey ymisk hugtøk, har ann­að er treytað av hinum. Enska orðið revenue og tað danska indtægt eita á føroyskum inntøka. Á enskum hava vit eisini income og á donskum indkomst, sum standa fyri vinningi ella avlopi, ið er tann upphædd, sum er eftir, tá ið kostnaðurin er drigin frá inntøkuni. Hendan vinning hava vit eisini nevnt inntøku á føroyskum, men tað skurrar í oyr­unum á næmingum, tí teir hava ilt við at síggja meiningina í hes­um. Olav hevur tí smíðað orðið innkoma fyri enska orðið income og danska orðið indtægt. Eg haldi, at hetta er eitt snøgt orð. Hyggja vit eftir, hvussu bókin er sett upp, sæst at tveir teigar við 15-20 orðafrágreiðingum eru á hvørjari síðu. Hetta er ómeta­liga gott, tí at tað gevur gott yvirlit hjá lesaranum. Ein styrki í bókini er, at Olav í flestu frágreiðingum hevur til­vísingar til nærskyld hugtøk, sum hjálpir okkum at skilja høpið. Hetta ger eisini, at fleiri síður av einum evni verða lýstar væl og virð­iliga. Bókin er passaliga stutt og riggar væl til ungdóm, sum vil hava stuttar og greiðar frá­greið­ ingar – einki óneyðugt fjas. Olav man hava havt eitt knoss av summum orðalýsingum, serliga tá ið talan er um ástøði, ið kann tykjast ungfólki heldur háfloygt. Eitt dømi er lógin um fallandi úrtøku, sum hann greiðir soleiðis frá: »Um ein framleiðslufaktorur verður øktur, meðan aðrir eru óbroyttir, ella um ein er óbroyttur, meðan aðrir verða øktir, so veksur framleiðslan minni og minni; tað rætta navnið er tí lóg um fallandi marginala úrtøku, sí lutfalslógina.« Hetta er stutt og greitt. Eitt annað dømi er komparativur fyrimunur, sum hann lýsir á hendan hátt: »eitt land hevur ein komparativan fyrimun í framleiðsluni av einari vøru, um tað kann gera hesa vøru fyri hægri offurkostnað enn eitt annað land (tað er, um tað skal offra minni av øðrum vørum fyri at gera hesa).« Tað kann ikki hava verið lætt at lýsa eitt slíkt hug­tak við so fáum reglum. Málið er ómetaliga gott í bókini. Um vit t.d. taka AIDA-myndilin, verður nevnt, at tað er leistur, ið verður nýttur at gera lýsingar: attention (lýsingin skal vekja ans), interest (lýsingin skal vekja áhuga), desire (lýsingin skal leypa brell á fólk), action (lýsingin skal fáa fólk at handla). Hesa lýsing hevur Olav frá Heðini Samuelsen, og er tað ein sera góð og neyv lýsing av hesum myndli. Slíkur málburður gongur aftur gjøgnum alla bókina. Móti endanum á fororðunum skrivar hann, at Anfinnur Zacha­ rias­sen og Heðin Samuelsen hava gjørt eitt stórt arbeiði til at menna føroyskt mál innan marknaðar­ førslu og virkisbúskap. Olav skrivar, at tilfarið hjá teimum báðum fyllir nógv í hesum orðasavni; men Olav hevur megnað at halda sín egna máls­liga stíl gjøgnum alla bókina. Hann skrivar í fororðunum, at mál­bólk­urin er næmingar, og við sínum málsliga stíli hevur hann rakt púra rætt, tí talan er um gott og livandi mál. Við nógvum sagn­orðum greiðir hann væl frá ymisk­um orðum og hugtøkum.     Málfrøðingar tosa um at vinna okk­um máløki. Olav hevur við hesi bók enn einaferð ment eitt øki í mál­inum, og tøkk skal hann hava fyri tað. Bókin »Orðabók Handils- og búskapur« er eitt verk, sum eigur at geva fólki, ið fáast við búskap eitt gott grundar­lag, tá ið lærubøkur skulu skrivast á føroyskum, og læru­bøkur á føroyskum mangla vit so sanniliga í ovurmát. Á barnamessuni vóru nógv klæði at síggja. Stóru merkini Name It, Geggamoja, Stokke, Fischer-Price høvdu stórar básir, men tey minnu merkini høvdu fleiri nýggjheitir. BARNASØLUSTEVNAN HÚS & HEIM Á mótasýningin við barnaklædum luttóku foreldur eisini við beriselum. Siðbundna Babybjørn hevur fingið kapping av berisjalum. Ein lættari og oftani vakrari háttur at bera barnið Tað er altíð stuttligt at fáa íblástur til heimið – helst um heystið, tá vit eru meira inni enn um summarið. At tapetsera ein vegg ella eitt heilt rúm hevur leingi verið eitt rák. Og fyritøkurnar, sum framleiða tapetini, tora nú eisini at gera tapet, sum veruliga sæst! Hesin kampingvognurin stóð parkeraður inni á sølustevnuni, og øll kundu fara inn á gólv. Eitt gott dømi um, hvussu ein kann innrætta við litum, toyi og hugflogi. Eg helt, at eg læs skeivt og var noydd at venda við »integrerad luktut­ sugning« … »So tit meina at hesin knøtturin ger, at tað ikki luktar, tá man hevur verið á wc?« spurdi eg sølumennirnar, og teir játtaðu og vístu kol­filtri fram, ið skal súgva allan (lorta)luktin í seg! Trúgv tí ella ei – eg vil tó helst royna tað, áðrenn eg trúgvi tí … Á veg í barnagarð er oftani kalt í bilinum, og tað hevur hendan fyritøkan gjørt sær dælt av. Warmerz er ein hitadýna til barnabilstólar, ið børnini sjálvi kunnu sløkkja og tendra. »Umami taste teaser« eitur hetta, ið er eitt slag av matsuttu, har matur verdur lagdur í og so kann barni sjálvt royna ymiskar smakkir, áðrenn tað byrjar at eta.