hósdagur 10. oktober 2013síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 117 · 11. oktober 2013
10
VIKUSKIFTI
Vín
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein av endamálsorðingunum hjá Rús
drekkasølu landsins er, at tey skulu vera
við til at tálma samlaðu rúsdrekka
nýtsluni í landinum. Ein háttur, sum
frá byrjan er valdur í hesum sambandi,
er at royna at flyta føroyska drekki
mynstrið, sum fyrr bar brá av, at gulløl
og Akvavit var tað, sum stóð á einum
góðum døgurðaborði.
Rúsdrekkasølan hevur søluhagtøl
aftur til 2. november 1992, tá latið varð
upp á fyrsta sinni, og hesi tøl tala sítt
greiða mál.
– Vit hava havt vøkstur í søluni av
víni øll árini uttan undantak. Í prosent
um er vøksturin fallandi, men tað er
nú heldur ikki so løgið, tá talan er um
øking 21 ár á rað, sigur Rúni Herup
Olsen, sum er innkeypsleiðari hjá
Rúsuni.
Breitt úrval
Fyrstu tíðina var úrvalið kanska heldur
avmarkað hjá Rúsuni. Upprunaskipanin,
har keypt varð um diskin, gav ikki
møguleika fyri sama talinum av hilla
metrum, og hvørki brúkarin ella Rúsan
sjálv høvdu tann kunnleikan um vín,
sum tey hava í dag.
– Nøkur einstøk víndrekkarafeløg
vóru longu til, tá vit opnaðu, men
kunnleikin var ikki tann stóri. Ofta var
tað Mattheus ella Piesporter, sum stóð
á borðinum, tá veitslur vórðu hildnar,
og heldur ikki her hjá okkum var kunn
leikin serliga stórur.
– Vit gjørdu tí rættiliga skjótt av, at
vit í samstarvi við veitarar breiðkaðu
okkkara vitan um vín, og í dag haldi eg,
at vit hava eitt hampuliga gott úrval av
víni. Sjálvandi kann tað altíð betrast –
og tað royna vit eisini. Men vit hava í
dag eitt breitt úrval, bæði í vínøkjum,
drúvum, prísflokkum og so framvegis.
Og samanlagt hava vit í dag á leið 300
ymisk sløg av víni.
– Sjálvandi fáa vit av og á serligar
fyrispurningar. Ikki minst er talan ofta
um fólk, sum hava verið uttanlands, og
tí vilja hava okkurt serstakt vín, sum tey
hava roynt á ferðini. Aloftast eydnast
tað at fáa fatur á rætta víninum, men
tá talan er um serbíleggingar, kann
prísurin ofta gerast í hægra lagi, sigur
Rúni.
Pappið vinnur fram
Eitt, sum hevur eyðkent søluna av víni
seinnu árini er, at sonevnda papp-víni
– altso har tú keypir 3 litrar í einum
pakka, hevur vunnið nógv fram.
– Tað eru ikki so nógv ár síðani, at
hetta vínið av álvara kom fram, og at
byrja við høvdu vit ikki serliga stórt
úrval av hesum.
– Men betraðir framleiðsluhættir
gera, at hetta vínið er vorðið alsamt
betri. Alu-posin, sum vínið verður
goymt í, ber við sær, at pakkin heldur
sær einar fýra vikur, eftir at hann er
opnaður, og tað kanst tú altso ikki
við eini vanligari fløsku. Vansin er so
kanska, at við at hava ein pakka av
víni standandi, drekkur tú at kalla altíð
sama slag av víni.
– Í dag hava vit eini 15 sløg av
pakkavíni, og í sølu umboða hesi yvir
40% av allari vínsøluni hjá okkum. Vit
kundu kanska havt enn fleiri sløg, men
sum einkarsøla skulu vit eisini taka atlit
til ymiskleika í okkara vøruúrvali, og
tann partin kunnu vit nógv betri røkka
við at hava vín á fløskum.
veksur hvørt ár
Frá at hava verið ein marknaður, har gulløl og sterkt spiritus átti
bróðurpartin av marknaðinum, drekka føroyingar nú í nógv størri
mun vín. Vínsølan hjá Rúsuni er økt á hvørjum ári síðani 1992
Vínsølan
Eftir nøkur ár í skugganum tykjast
europisku vínini nú aftur at vinna
smakkin hjá føroyskum víndrekkarum.
– Í dag merkja vit týðuliga, at vín úr
Fraklandi og serliga úr Italia aftur vinna
marknaðarpartar. Hetta eru líkasum
tey siðbundnu vínøkini, men vit skulu
ikki nógv ár aftur, fyri at síggja, at hesi
mistu marknaðarpartar.
– Tá vóru tað serliga vín úr Chile,
Australia og Suðurafrika, sum vunnu
fram, men hetta er so aftur í ferð við at
flyta seg móti Europa, sigur Rúni Herup
Olsen.
Europa aftur á dagsskrá