hósdagur 10. oktober 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 117 · 11. oktober 2013
11
VIKUSKIFTI
Best-seljararnir
Sølutølini siga tó ikki nakað um, hvussu smakkurin á ymsu vínunum. Fyrst og fremst er ymiskt, hvussu fólk fata
smakk og meta um ymsu vínini, og hartil er eisini ofta samband millum prís og seldar nøgdir. Tí velja vit eisini at
viðmerkja á einstøku sløgunum, hvat brúkarar á vín-appini, Vivino, halda um einstaka slagið av víni.
Í hagtølunum hjá Rúsdrekkasøluni sæst eisini, hvørji vín eru
tey best umtóktu millum føroyskar víndrekkarar. Her á síðuni
síggja vit tey fimm best umtóktu sløgini á fløsku og í pakkum
1.
Santa
Rita 120
Cabernet Sauvignon,
reyðvín Chile
----------------------------------
Rubinreyðan lit, góðan
fruktkendan og kryddaðan
anga, miðal fyllu, berjasmakk
og langan ráka. Hóskar til
kálvakjøt, neytakjøt og ost.
Vivino-rating: 2,9 av 5 stjørnum
2.
Santa
Rita 120
Sauvignon Blanc,
hvítvín Chile
----------------------------------
Frískt við góðum fruktkendum
anga. Áhaldandi smakk við
góðari fyllu og einum ráka
merktur av sýru. Hóskar
til fiskarættir, skeljadjór
ella sum fordrykkur.
Vivino-rating: 2,6 av 5 stjørnum
3.
Jacob's
Creek
Shiraz / Cabernet,
reyðvín Australia
----------------------------------
Vín við miðal fyllu. Smakkurin
er bleytur við eitt sindur
av kryddi, og einum farra
av sviskum, berum og
hevur ein langan ráka.
Vivino-rating: 3,0 av 5 stjørnum
4.
Ripasso
Montigoli
Valpolicella,
reyðvín Italia
----------------------------------
Myrkan reyðan lit. Angar
av búnaðari frukt og krydd.
Smakkurin er fruktríkur við
nakað av kryddi og søtleika
og hevur góða fyllu. Vínið
er í góðari javnvág og
hevur langan og heitan
ráka. Hóskar til dunnu, gás,
neytakjøt, villini djór og líkn.
Vivino-rating: 3,7 av 5 stjørnum
5.
Yellow
Tail
Merlor,
reyðvín Australia
----------------------------------
Fruktríkan anga av berum
og blommum við nakað av
krydd og vanillu. Fruktríkan
smakk við nógvari fyllu og
nakað av eik. Bleytan ráka við
einum ferili av krydd. Hóskar
til lambskjøt, kryddaðar
fiskarættir, pastarættir og
ikki alt ov kraftmiklan ost.
Vivino-rating: 3,3 av 5 stjørnum
1.
Amadeus
Blanco,
hvítvín Spania
----------------------------------
Hálvturt, frískt og fruktríkt
við góðum fruktanga. Hóskar
til ljósar kjøtrættir, fisk og
skeljadjór ella sum fordrykkur.
Vivino-rating: 2,8 av 5 stjørnum
2.
Caminos
Cabernet / Merlot,
reyðvín Chile
----------------------------------
Kryddaðan anga við eitt sindur
av frukt. Smakkurin er bleytur
og fruktríkur við eitt sindur av
kryddið. Hóskar til lambakjøt,
kálvakjøt og flogfenað.
Vivino-rating: 4,0 av 5 stjørnum
3.
Montalto
Cataratto / Chardonnay,
hvitvín Spania
----------------------------------
Fruktríkan anga við
einum ferilii av súreplum.
Lættan fruktsmakk við
nakað av eik. Hóskar til
flest allar fiskarættir.
Vivino-rating: 3,0 av 5 stjørnum
4.
Abela
Valley
Cabernet / Shiraz,
reyðvín Suðurafrika
----------------------------------
Anga av frukt og krydd.
Fruktríkan smakk við nakað
av krydd og sýru. Miðal fylla.
Hóskar til neytakjøt, kálvakjøt,
svínakjøt, villini djór og ost.
Vivino-rating: 3,8 av 5 stjørnum
5.
Ridders
berg
Cabernet / Shiraz,
reyðvín Suðurafrika
----------------------------------
Djúpan reyðan lit. Angar av
reyðum berum, kryddi og
nakað av vanilju. Smakkurin
er bleytur og rundur við nakað
av kryddi. Hóskar saman
við neytakjøti, svínakjøti,
lambskjøti og búnum osti.
Vivino-rating: 2,0 av 5 stjørnum
Í fløsku
Í pakka