hósdagur 10. oktober 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 117 · 11. oktober 2013
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
»Bakur« er enn
á Isle of Skye
Tann 4. september kom ferðalagið hjá 62oN til Isle of Skye á innaru Hebridunum.
Her eru eisini føroyskar slóðir. Ein var matstovan Bakur, sum er uppkallað
eftir gamla Baki hjá Skipafelagnum. Hetta hevur eisini sína søgu
Eftir ein stuttan støðg í Mallaig var farið við
ferju til Armadale á Isle of Skye. Ferðin yvir
um tók bert hálvan tíma. Gist varð á hotelli í
Broadford, hálvan tíma við bussi frá ferjuni.
Morgunin eftir var hildið áfram fyri at
síggja oynna, sum er ein partur av innaru
Hebridunum. Tað sum vit kalla Hebridurnar,
kalla teir ytru Hebridurnar, har Stornoway er
høvuðsbýur.
Á ytru Hebridunum eru eisini føroyskar
slóðir. Ein teirra er
Anna Súsanna f. Poulsen, av Sandi. Henn
ara foreldur vóru Jacob Sofus Desiderius
Poulsen, kendur sum Sofus í Garðinum úr
Skúvoy, og Valgerður (Valla), sum var hálv
íslendsk.
Anna møtti manni sínum Angus Johnstone,
tá ið hann var í Føroyum undir krígnum við
Lovat Scouts.
Tey giftust á Sandi í 1945 og fingu teirra
fyrsta barn í 1946. Tey fingu tilsamans ikki færri
enn 15 børn. Tá komu tey eisini í bløðini.
Tey búði í Benbucula á ytru Hebridunum,
har tey høvdu ein bóndagarð.
Anna kom aftur til Sands, har hon doyði í
1992. Hennara søga hevur fyrr verið umrødd
í Sosialinum.
Føroyavinur á Isle of Skye
Frá Broadford var fyrst farið til Portree, sum
er høvuðsbýurin á Isle of Skye.
Her kom journalisturin Cailean Maclean
við sum frásøgumaður. Vit koma at kennast
í 2007 í sambandi við eina ferð, sum Óli
Breckmann skipaði fyri til Isle of Skye í 2007.
Seinni vitjaði hann í Føroyum, og vit hava
havt samband síðan tá. Hann gav eisini sítt
íkast til bókina um Dollan í 2010.
Cailean vildi fegin koma við sum frásøgu
maður sum tøkk fyri tann blíðskap, hann
hevði møtt í Føroyum, tá ið hann gjørdi sjón
varpssendingar um Føroyar til BBC. Hann
hevði eisini við sær eina eskju við fløgum við
“oyggjatónleiki” har á leiðini til ferðalagið.
Cailean hevur heimasíðuna
www.skye-media.com
Har síggjast ótrúliga vakrar myndir av
Isle of Skye.
Áhugavert oyggjasamfelag
Oyggin Skye er gott og væl til støddar sum
Føroyar, einar 1.700 ferkm. Høvuðsbýurin er
Portree við umleið 3.000 íbúgvum.
Gongdin í fólkatalinum á Skye hevur
verið tann mótsetta av gongdini í Føroyum.
Í 1841 búðu 23.000 fólk á Skye. Tá vóru
færri enn 10.000 í Føroyum. Í 1971 var
fólkatalið komið niður á 7.000. Tað er síðan
hækkað aftur til eini 12.000, og roknað verður
við framhaldandi vøkstri.
Hetta merkir, at hetta er eitt av teimum
fáu økjunum í skotska útjaðaranum, har
fólkatalið økist. Fremsta orsøkin er, at
arbeiðsloysið er lítið. Almenn umsiting, sum
fyrst og fremst liggur í Portree, munar væl.
Høvuðsvinnan er annars ferðafólkavitjan,
og er tað lætt at skilja, so vakurt sum her er.
Tað er nakað av fiskivinnu, landbúnaði og
smáídnaði sum til dømis whiskyframleiðsla.
Men tíðin er við at fara frá júst hesi framleiðslu,
har stórvinna er meira lønandi.
Tað er eisini eitt sindur av fiskivinnu, ser
liga eftir skeljadjórum.
Gudstænasta uttan ljóðføri
Samfelagið er rættiliga konservativt eins og
oyggjasamfeløg ofta eru. Har eru framvegis
kirkjur, har tey ikki vilja hava orgul ella ann
að ljóðføri, eins og tað var her á landi fyri
einum 100 árum síðan. Tað stríð, sum vit
høvdu tá í Føroyum, hava tey framvegis við
spliti millum kirkjurnar.
Í kirkjuni Free Church of Scotland eru
forsangarar og sungið verður beinleiðis úr
Dávids sálmum í Bíbliuni. Lagið tykist at
vera tað sama til allar sálmar og minnir ikki
sørt um Kingo.
Var eina ferð spurdur um siðin hjá út
róðrarmonnum hjá okkum at syngja, tá ið
farið var til útróðrar. Teir hava havt nakað
tað sama sum vit, men hetta vóru sálmar, sum
vóru gjørdir serstakliga til útróður. Endamálið
við hesum sangi var at rógva í takt.
Cailean greiddi frá, at tað vóru heilar 13
kirkjur og samkomur í Portree. Hetta dugdi
hann illa at skilja, og tað mátti vera ógvuliga
smábýtt millum kirkjurnar við so lítlum
fólkatali. Men kanska er hetta við at broytast
eitt sindur. Í hvussu er sóu vit eina kirkju,
sum var til sølu.
Men kirkjan hevur stóra ávirkan, um hon
er minni nú enn fyrr. Tað er ikki langt síðani,
at alt lá stilt sunnudagar. Bussar koyrdu ikki,
og sjálvt burgarabarrin í býnum var afturlatin.
Hetta er nú alt við at broytast, men fótbóltur
verður framvegis ikki spældur sunnudag!
Bardagin fyri gæliska málinum
Cailean kemur sjálvur frá ytru Hebridunum,
men hevur í eini 30 ár búð á Isle of Skye.
Hann hevur tískil havt gælisk sum móður
mál. Hetta er upprunaliga málið í Skotlandi,
men í dag eru bert um 1% av skotum, sum
tosa tað.
Men tað verður kortini nógv gjørt fyri at
varðveita gæliska málið á økjum, sum her á
Hebridunum. Tað verður lært í skúlanum, og
BBC hevur regluligar sendingar á gæliskum.
Miðvikan hjá Óla,
fær nú heitið Siðsøga...
So vakurt er á Isle of Skye. Fleiri
myndir kunnu síggjast á heimasíðuni
hjá Cailean Maclean: skye-media.com
Føroyar - Skotland 4. partur
Hetta er kort av Isle of Skye. Niðast á kortinum sæst
ferjurutan Mallaig-Armadale. Nakað ovari er Kyle of Lochals,
har brúgvin er inn á meginlandið. Ovalaga á kortinum
sæst Uig, har føroyingar keyptu sild eins og í Mallaig