hósdagur 10. oktober 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 117 · 11. oktober 2013
15
VIKUSKIFTI
Øll staðarnøvn er eru eisini á gæliskum.
Gudstænastur verða hildnar bæði á enskum
og gæliskum.
Summi okkara kenna minst eitt gæliskt
orð. Hetta er løgur, sum á gæliskum eitur
»visqe beatha«, sum merkir »lívsins vatn«.
Orðið visqe er nevniliga tað sama, sum vit
kalla whisky!
Tað er eitt gæliskt universitet á Isle of
Skye, og var tað vitjað av føroyskum bólki
í 2007. Tá varð eisini avtalað samstarv við
Fróðskaparsetrið.
Cailean metir, at tað eru um 25% av fólk
inum á hesum leiðum, sum tosa gæliskt. Men
vandin liggur í, at øll tosa enskt, og tá kemur
upprunamálið ofta í aðru røð.
Á Hebridunum kemur eisini út blaðið
West Highland Free Press, sum lutvíst verð
ur skrivað á gæliskum. Blaðið finst eisini á
alnótini, og áhugað kunnu finna tað á heima
síðuni www.whfp.com
Keyptu eisini sild á Isle of Skye
Í seinasta partinum varð greitt frá okkara
sildakeypi í Skotlandi fyri meira enn 40 árum
síðani. Um Isle of Skye greiddi Sofus Poulsen
millum annað frá í FF-blaðnum í 2005:
“Okkara skip komu seinni at keypa sild
í Uig á Isle of Skye. Tvey skip frá Harenga í
Gøtu vóru komin niður til Stornoway á ytru
Hebridunum eftir sild, sum tey fluttu feska
heim til virkið í Gøtu. Sildin varð ísað í kassar.
Annað av skipunum var “Sporið” úr Gøtu, og
hitt var “Árnanes”, sandbáturin hjá Páll Klein,
sum Harenga hevði leigað til endamálið.
Páll ringdi til mín ein fríggjadag seint á
degi at spyrja, um eg visti, hvar teir kundu fáa
sild. Eingin bátur kom til Stornoway at landa
leygarmorgun og “Sporið” hevði bert fingið
hálva last, og tí mátti berast skjótt at, um
hann skuldi fáa túr. At sildin skuldi avreiðast
fesk avmarkaði jú túralongdina.
Eg lovaði at seta meg í samband við Captain
Stewart, sum var maðurin í Uig, sum hevði
við sildasøluna at gera. Eg ringdi til hansara,
segði hvør eg var, og hvat eg vildi. Fingu
okkara bátar ikki sild í morgin, so varð liðugt
við at keypa sild har vesturi. Captain Stewart
lovaði, at hann skuldi útvega sild morgunin
eftir. Hann skuldi fáa Scalpay bátarnar at fara
út, hóast veðrið var vánaligt. Eg takkaði fyri
og lovaði, at “Sporið” og“Árnanes” skuldu
verða í Uig tíðliga morgunin eftir, hetta var
leygarmorgun. Ringdi so aftur til agentin
í Stornoway sama kvøldi og bað hann fáa
skipararnar til telefonina. Eg segði , at hetta
hevði skund, og at eg mátti sleppa at tosa við
okkara skiparar. Eg fekk so fatur á Páll og
greiddi honum frá tí, sum Captain Stewart
hevði lovað.
Avgjørt var, at teir báðir skuldu sigla úr
Stornoway um midnáttartíð og skuldu so statt
verða í Uig umleið kl. 5 leygarmorgunin.
Teir fingu báðir fulla last av góðari sild og
sluppu at sigla heim, áðrenn tann fyrra sildin
hjá “Sporinum” bleiv ov gomul. Hóast teir í
hinum skotsku havnunum ongantíð vildu siga
nakað gott um Uig, bleiv hendan havnin ein
av okkara mest vitjaðu tey fylgjandi árini, og
bátar, sum komu at vera regluligir “gestir” har,
vóru “Ranafossur”, skipari Martin Olsen, “Leik
ur”, skipari Hákun Jensen og “Bakur”, skiparar
Egil Simonsen og Meinhard Hentze.
Hesi skipini fluttu fyri tað mestu sildina á
danska marknaðin. Beiggi Capt.
Stewart átti eina Lounge (kaffistovu) har á
keiuni, sum eisini var ferjulega hjá bilferjuni
millum Uig og Tarbert á Harris, og hann
nevndi hana “Bakur”.”
Ein ung genta, Jessie, frá Stornoway
starvaðist á matstovuni har, og hon giftist
við Meinhard, sum var ættaður úr Skúvoy.
Har búsettust tey eisini og eru millum teir fáu
skúvoyingar, sum eru eftir í oynni.
Tað var tískil upplagt, at vit vitjaðu Uig,
navnið stavar frá norðurlendska navninum
Vík.
Uig er ein lítil bygd, um 2-300 fólk búgva
har. Eitt sindur av fiskivinnu er eftir. Hiðani
gongur ferja til Harris á ytri Hebridunum. Í Uig
var steðgað á eina løtu, og fleiri av luttakar
unum fingu sær ein drekkamunn inni á Baki!
Niels Jacob Nielsen greiddi frá, at sunnan
fyri var “minchurin”, har teir í síni tíð høvdu
góðan fiskiskap eftir ídnaðarfiski. Vanliga tók
tað bert fáar dagar at fylla skipið.
Loysir seg at skera torv
Á framhaldandi rundferðini kring hálvoynna
Trotternish greiddi Cailean frá lívinum á
Skye. Her er nokk so konservativt, men tað
kann eisini vera av tí góða. Gerst oljan ov dýr,
so fara fólk framvegis at skera torv! Hetta
verður gjørt nøkulunda sum í Føroyum fyrr.
Tað sást, at tað verður skorið fitt av torvi.
Her vóru ikki stórvegis trupulleikar at fáa
fólk at búgva á bygd. Í hesum teldutíðum
liggur ofta eins væl fyri at arbeiða heimani
frá. Tí vóru eisini fólk á bygd, sum arbeiddu
fyri fyritøkur á bretska meginlandinum.
Eru ørindi, er stutt til Portree. Men skal
farast ”ordiliga” til handils, so verður farið
til Inverness eystantil á Skotland. Hetta tekur
einar tveir tímar hvønn vegin við bili.
Loysing ella ikki
Eitt, sum upptekur fólk nógv, er fólkaatkvøðan
um loysing frá Bretlandi, sum verður komandi
ár.
Fyri nøkrum árum síðani fekk Skotland sítt
egna ting og stjórn. Síðani hendi tað, at Scotish
National Party, skotski tjóðskaparflokkurin,
fekk meiriluta í tinginum, hóast hann ikki
fekk meiriluta í fólkinum.
Men í 2012 varð avgjørt , at 18. september
2014 skuldi vera fólkaatkvøða, hvørt Skotland
skal gerast eitt sjálvstøðugt land. Nú skuldi
hesin spurningur greiðast eina ferð med
alla.
Cailean er loysingarmaður, og tað sama er
bussførarin hjá okkum!
At bardagin um atkvøðurnar var byrjaðar,
sást longu nú. Frammanfyri eini hús vóru
settar perur, sum myndaðu eitt ”yes”, tá ið
tær vóru tendraðar.
Hetta sæst eisini aftur í fjølmiðlunum.
”Sambandsmenn” eru í ferð við eini kam
panju, um hvussu stór vanlukka tað verður
at kvetta við Ongland. Men Cailean sigur, at
júst tað at skotar verða gjørdir til olmussudýr,
sum ikki kunnu klára seg sjálvar, styrkir
loysingavongin.
Tað sum eisini styrkir sjálvsálitið er skotska
oljan, sum uttan iva kann rinda fyri tað, sum
eitt sjálvstýri kostar, og sum Ongland kanska
nú ger sær dælt av.
Cailean heldur, at upprunaliga vóru ikki
tær stóru vónirnar um ja til loysing. Men
nú byrjar munurin at minka, so nú vóru
vónirnar betri. Men hesum fer uttan iva at
hoyrast meira frá, sum atkvøðudagurin fer at
nærkast. So spurningurin er um 18. september
fer at gerast ein 14. september!
Henda vitjanin á Isle of Skye endaði aftur
í Portree, har Cailean takkaði fyri seg, og
ferðalagið eisini kundu takka honum fyri
sera áhugaverda frásøgn.
Síðan vóru stundir til at fara í býin í Portree,
sum er ein stak hugnaligur býur. Tað kundi
lættliga verið steðgað longur á Isle of Skye
so vakurt var her. Var meira tíð kundi eisini
verið farið við fergu út á ytri Hebridunum,
sum uttan iva eisini eru áhugaverdar.
Men fyri framman var ein longri ferð til
Kingussie á Invernessøkinum, har vit skuldu
gista okkara seinastu nátt.
Hesa ferð varð farið um brúnna inn á
meginlandið. Hetta var upprunaliga ein privat
fíggjað brúgv, men tað gjørdist eitt slíkt rok
um gjaldið at koyra um brúnna, at hon í 2005
varð yvirtikin av stjórnini, og nú er ferðingin
um hana ókeypis.
Komandi partur:
Í komandi tveimum pørtum verður farið til Aberdeen, sum
meira enn annað ímyndar sambandið millum Føroyar og
Skotland.
Havnin í Uig
Bakur, uppkallað eftir gamla Baki hjá Skipafelagnum
Cailean Maclean, “okkara”
maður á Isle of Skye
Portree, høvuðsbýurin á Isle of Skye, er sera hugnaligur