Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-10, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

nr. 117 · 11. oktober 2013 Hvat gera vánaligar bøkur? Góðar bøkur gera okkum til betri fólk Portal.fo Spennandi yvirskrift! Ynskir yrkisútbúgvingarskipanina endurskoðaða In.fo So kom tað upp á pláss! Staðfesting: Líka langt at koyra báðar vegir millum Havnina og Klaksvík Norðlýsið Ruddið forsíðuna! Kuldaskápið larmar Kringvarp.fo Ljóðar kritiskt! Ongin born eftir í miðbýnum í Havn Sosialurin Skal onkur ikki byggja fyrst? Nólsoy: Bílig grundøki kunnu skapa lív í bygdini Portal.foNorðlýsið Í ranga strúpan Guðrið Poulsen á Listasavninum Leirlistakvinnan Guðrið Poulsen letur í dag upp framsýning á Listasavni Føroya í Havn. Framsýningin er opin fram til 24. November og kann síggjast í vanligu upplatingartíðunum hjá Listasavninum. Guðrið Poulsen framsýning Listasavn Føroya 11/10-24/11 Bind ein stein Langt burtur frá sýnast steinar at vera eins, men kemur tú nærri, sært tú beinanvegin, at teir eru ymiskir í skapi, stødd og liti, og tað ber til at binda til teir. Tað verður gjørt á verkstovu, sum Ann Højgaard Slot frá Designskolen Kolding stendur fyri í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Luttakararnir skulu sjálvir hava ein stein við. Bindiverkstova: Bind ein stein Norðurlandahúsið í Havn Leygardagin 12/10 & sunnudagin 13/10 Harður rockur í mentanarháborgini Leygarkvøldið verður tað harður og sveimandi rocktónleikur, sum fer at runga í Norðurlandahúsinum í Havn. Føroysku rockbólkurin Hamferð, sum vann Wacken Metal Battle 2012, fer at hava framførslu saman við íslendska bólkinum Sólstafir, ið hevur fingið altjóða viðurkenning. Hamferð & Sólstafir Norðurlandahúsið í Havn Leygarkvøldið 12/10 kl. 19.30 Tónleikur, sniðgeving og álvagentur Leygarkvøldið hevur Laila av Reyni útgávukonsert í Østrøm í Havn, men tað verður alt annað enn bert ein konsert. Laila er eisini sniðgevi, og hon fer at flætta sniðgeving inn í tiltakið, sum millum annað bjóða álvasýning. Laila av Reyni Østrøm í Havn Leygarkvøldið 12/10 kl. 20.00 Torbjørn í Ribarhúsi Litríku myndir hansara liva sítt sæla lív á løriftinum í inniligum og viðkvomum brøgdum, har flatirnar hálsfevna hvør aðra og skapa eina heildarkenslu av einum livandi pensli, sum livir sítt fjalna lív undir listamansins hond. Í dag letur upp framsýning við Torbjørn Olsen í Ribarhúsi í Fuglafirði. Torbjørn Olsen Ribarhús í Fuglafirði 11/10-28/10 baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein - Føroyingar, sum arbeiða uttanlands, men sum búgva í Føroyum, kunnu ikki longur sleppa undan at rinda skatt til føroyska samfelagið. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður - Mær dámar at lurta. Eg havi lært nógv við at lurta væl. Flestu fólk lurta ongantíð. Ernest Hemingway, rithøvundur