mánadagur 14. oktober 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
- Eg hevði ikki væntað, at
hendan myndin fór at skapa
so stórt kjak - hatta var ein
mynd, sum eg gjørdi uppá
5 min. Eg hugsaði mest um
orðaspælið og hugsaði bara
at gera eina dagføring á
Facebook við orðunum »Miss
Álit«. Men so hugsaði eg, at
tað kundi verið stuttligt at
tikið tað enn longri og gjørt
eina slíka mynd. Eg hevði
ikki roknað við, at øsingin
fór at verða so stór.
Nú er ein mynd gjørd av
Heina Festirstein eisini - tað
er Føroya Portalurin, sum
hevur gjørt Heina sjálvan
til »Miss Skiltur« og nýtt
sama framferðarhátt. Um ta
myndina sigur Heini soleiðis:
- Fyrst helt eg tað vera
eitt sindur flovsiligt, men
eg bleiv við at flenna eftir
myndini av mær, so hon var
nokk stuttlig og uppiborin.
Hvar gongur markið
Stutt eftir, at misálit varð reist á løgmann hósdagin, lá ein mynd
úti á Facebook. Tað var Heini Festirstein, grafikari, ið hevði gjørt
løgmann um til eina »Miss Álit«. Skemtilig satira helt onkur –
vanæriligt helt onkur annar. Men hvar gongur markið fyri satiru,
er nakað mark yvirhøvur og hvørjum endamáli tænir satiran?
Eydna Skaale · eydnaskaale@hotmail.com
Her eru nakrar av
viðmerkingunum sum
komu til myndina á
Facebook og á In.fo:
"Haldi henda hetzin móti løgmanni
er farin langt út um øll mørk"
“Hendan óskyldiga myndin er ikki í nærheitini
av nøkrum marki, hvat satiru viðvikur. Og vit
hava frítt at úttrykkja okkum í skrift og talu
sambært grundlógini og sjálvandi undir ábyrgd”
"Mín virðing er helst líka so nógv fyri sessinum,
sum manninum. Niðurgerð av løgmanssessinum
er niðurgerð av okkum sjálvum."
“Ja, onkur vil sleppa at bestemma,
nær vit skulu flenna, tað er sera trist.
Hetta er intelligent satira.”
"Haldi eisini, at hetta er farið út um øll mørk.
Løgmaður er eisini eitt menniskja, maður
og pápi. Hvar er virðingin farin fyri tí??"
“Burtursæð frá, at hetta var photoshop
og ikki tusj, so var hetta heilt mainstream
karikaturtekning. Estetiskt dámar mær
betri tusj; etiskt er tað eingin munur. Væl
at merkja um fólk ikki eru so naiv at halda,
at løgmaður verliga klæðir seg soleiðis.”
"Happing"
“tú hevur rættiliga víðar heimildir,
tá talan er um politiska satiru”
"Spottarin kemur í spottarans stað. Hugsa tit
ikki um familju hansara? Tad skal valdast,
hvat man leggur út á facebook, eg trúgvi
ikki at nakar vildi havt hasa myndina á sær.
Er hetta tað, sum facebook skal brúkast til -
puha, eg eri skelkað um hvussu lítla virðing
menniskju hava fyri hvørjum øðrum"
"langt úti - happing av ringasta slag"
"ikki sømuligt"
"Tá má so aldrin verða nøkur lóg sum skal
gera av, nær satira fer um mark!!! Um fólk
halda Heina fara ov langt - og tað ger hann so
absolutt ikki eftir mínum tykki við hasi herligu
myndini - so rakar tað hann sjálvan. Fara vit at
flirta við tankanum um at banna slíkum, eru
vit á skeivari kós. Tað er ikki langt síðani, at Bill
Justinussen vildi hava Ole Wich dømdan fyri list/
satiru. Tá polikarar hugsa so, er vandi á ferð!"
Heini Festirstein,
grafikari og
upphavsmaður
til myndina
Mynd: Føroyaportalurin
- Eg haldi, at tey, sum hava
ábyrgd mugu tola eitt sindur
av. Tað er ringt at siga, nær
satiran fer ov langt og hvar
markið gongur, men eg haldi,
at vit hava góðar lógir á tí
økinum, og um fólk kenna
seg stoytt, kunnu tey altíð
royna tað í rættinum. Eg
haldi ikki, at vit á nakran
hátt skulu broyta lógina
hesum viðvíkjandi.
- Tað er so, at tá tú fæst
við satiru, so kemur tú at
raka fólk. Persónar, sum
sita við ábyrgd mugu tola at
verða viðgjørd satiriskt. Um
tey ikki tola tað, eru tey ikki
egnað, og tey kunnu eisini
gerast vandamikil. Tað hava
vit einki dømi um her heima,
tíbetur, men tað síggja vit
ofta
uttanlands.
Og
ein
løgmaður skal tola nógv av.
Eg haldi avgjørt, at tað ikki
kunnu vera tey, sum eru
nærtakin, sum skulu gera av,
hvar markið skal ganga.
- Eg haldi, at satiran er
torfør at definera, tí hon er
kritisk, men hon er jú eisini
eitt slag av spotti, og tí er
hon so flótandi. Tú kanst
nýta hana til at siga nakað
positivt, men tú kanst eisini
fara um mark.
- Tað, at hetta er ein
fotomynd,
rakar
helst
harðari, enn skemtitekningar
gera.
Tekningin
hevur
jú
distanserað
seg
frá
veruleikanum,
men
hon
Óli P., Satiriskur teknari