Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi fyri satiru? - Satiran eigur, sum í hesum føri, at brúka krútið uppá tey sum sita á ovastu rók. ØLL sum hava vald til at ávirka lívið hjá øllum øðrum, kunnu viðgerast kritiskt og eiga at tola tað. Men harfyri er ikki sagt, at tey so kunnu spillast út, bara tí. Ei heldur kann tað forsvarast, at satiran provokerar bara fyri at provokera. Tað má hava eitt “hægri” endamál, har eitt aktuelt evni verður viðgjørt uppá ein raffineraðan máta í einum ”skeivum” samanhangi, so tað fær okkum at steðga upp og hugsa og kjakast. Persónliga haldi eg Heini rakti ordiliga væl, við vakurleikadrotning og dannebrog, og hansara mynd hevur so sanniliga sett gongd á ein av sterkastu súlunum í fólkaræðinum, nevniliga kjakið. Onkur følir at Festirstein fer um mark, og tað eru tey í sínum fulla rætti til at halda og siga, tí tað er ein forbankað torfør javnvág, sum man ikki altíð eigur at insistera uppá at definera einsamallur. Tað má ongantíð blíva eitt endamál í sær sjálvum at gera fólki fortreð, men hinvegin kanst tú heldur ikki altíð stýra hvør fær ilt av hvørjum, tí fólk eru so ymisk. Alt hetta kjakið um eina tekning er í veruleikanum eitt heilsutekin um eitt vælvirkandi fólkaræði, har nógv tíbetur tora at brúka sín rætt til at siga sína hjartans hugsan. Kritikkur nýtist ikki at vera niðurbrótandi, hann kann eisini vera BROYTANDI, uppá ein positivan og konstruktivan og stuttligan máta. Í so máta hava vit brúk fyri satiru í Føroyum og eiga at fagna teimum sum duga og tora at skapa okkurt stuttligt burturúr tí turru politisku skipanini. Hvør veit, kanska hevur Heini von Festirstein givið onkrum, sum fyrr ikki hevði áhuga fyri politikki, hug til at kunna seg um hvat gongur fyri seg...? Og tað er alla æru vert Annfinnur Heinsen, sjónleikari og við í satirisku sendingini »Moldvarp Føroya« - Hatta er heilt í lagi og full­ komi­liga innan mark. Vit høvdu havt eitt ovurstórt demo­kratiskt problem, um ein slík mynd av landsins hægs­ta leiðara var mett at vera ærumeiðandi. Fak­tiskt hevði ein revsing verið í stríð við evropeisku manna­rætt­ inda­konventiónina og grund­ lóg­ina. Skrivi- og tali­fræls­ ið gjøgnum arg­andi satiru av landsins kos­nu er høgt í metum hjá dómstólunum í okk­ara demokratiska rættar­ sam­felag. Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur - Eg haldi ikki at hetta er spurningur um man er tjóðveldis-, sambands-, fólkafloks- ella annað fólk! Hetta er ein spurningur um etikk og moral, ella kanska spurningur um virðingina fyri landsins kosnu og virðingini fyri okkum sjálvum. Tað er stórur munur á stuttligu tekningunum vit hava upplivað í dagbløðunum, sum ein karikaturur, og so at taka ein vanliga mynd og gera hana um, soleiðis sum Heini hevur gjørt! Eg haldi á ein ella annan hátt, so gongur tú fólki ov nær, tá ið tú fert at manipulera við veruligum myndum av teimum, tað kann vera myndir tey sjálvi hava lagt út, sum vera "misbrúktar"! Um vit hugsa um tað, sum gekk fyri seg henda dagin í tinginum, so var tað alt annað enn stuttligt; tað var ógvuliga álvarsamt! Gunvá við Keldu, fyrr­ver­andi borgarstjóri, nú býráðslimur í Klaksvík sigur allíkavæl nakað um veruleikan. Fólk uppfata í stóran mun fotomyndir sum dokumentaristiskar og sannar, hóast tær eisini kunnu manipulerast á nógvar ymsar hættir. - Men vilt tú vita, hvar markið fyri satiru gongur, so havi eg eini ráð : Royn tað í rættinum. - Fyrstu ferð, eg sá myndina, helt eg hana vera stuttliga - ella eg helt orðaspæli vera stuttligt. Men myndin kom út, meðan eg sat og lurtaði eftir einum misáliti í tinginum, so í tí samanhanginum helt eg ikki, at hon var so stuttlig. Eg veit, at man skal bara flenna at slíkum myndum, men eg kann ikki lata vera við at forbinda hana við eitt keðiligt og í mangar mátar óbehagiligt mál, nevniliga Skálafjarðartunnilin, har tað hava verið sera nógvar viðmerkingar. Og eg hugsaði eisini um synirnar; um hvussu teir fóru at taka tað at síggja eina mynd av pápa teirra soleiðis. - Eg haldi heilt víst, at vit skulu flenna og at vit skulu hava humør í føroyskum politikki, men tað er kanska ringt at kjakast um, hvar markið skal ganga, tá man ikki hevur roynt at verið útsettur fyri tí sjálvur. Sumt er óndsinnað, og tá fer tað for langt, men so leingi, sum tað bara er skemt, so er tað í fínasta ordan. Eg haldi, at skemt altíð skal síggjast og skiljast út frá samanhanginum. - Sum heild haldi eg, at føroyska satiran er fín, og føroyskur politikkur treingir til hana. Men eg haldi eisini, at vit treingja til at taka eitt kjak um, hvat er persónligt og hvat er politiskt. Vit - eisini vit politikarar - duga ov illa at skilja ímillum hvar markið gongur millum tað persónliga og tað politiska. Tað duga satirikararnir væl, men bæði politikarar og almenningurin duga tað kanska í so illa. Vit burdu dugað betur at takkla satiruna uttan at tikið hana persónligt. - Hendan myndin hevur eitt stuttligt orðaspæl, men fyri mær kom hon kanska at vera tann seinasta myndin av eini langari røð av keðiligum viðmerkingum - og tað ávirkar, tí samanhangurin er keðiligur. Tað, at tað er ein manipulerað fotomynd, ávirkar eisini meiri, enn um tað til dømis var ein tekning hjá Óla P. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður