mánadagur 14. oktober 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Leo Poulsen
Tað var fríggjadagin, at
BankNordik sendi út eitt
tíðindaskriv, har sagt var frá,
at bankin hevur partalags
avtalu við Articon, um at
byggja nýggja høvuðssæti
bankans á Húsagarði.
Tað er púra vanligt at
gera partalags avtalur sein
astu árini. Tað hevur verið
gjørt við nýggja skúlanum á
Argjahamri, Føroya Tele bygn
ingin og Boðanesheimið. Tað
er mest fyri at spara tíð, at vit
hava valt hendan framferðar
háttin, sigur Janus Petersen.
Hann vísir á, at tað fyri
liggur ein avtala við Tórs
havnar býráð um, at bankin
skal vera úti úr gomlu bygn
ingunum fyrsta ársfjórðing í
2015.
Hetta fer at spara okk
um fleiri mánaðir, og tá
tíðin framman undan er
knøpp, tóktist hetta vera
besta loysnin, sigur Janus
Petersen.
Tað var kortini ikki nøkur
løtt uppgáva at velja eitt
byggifelag út millum onnur.
Tað má sigast at hava ver
ið ein avbjóðing at velja eitt
byggifelag at standa fyri
byggingini, men tað gjørdist
so Articon. Á henda hátt
kann Articon so eisini verða
við í tilgongdini av projekter
ingini, sigur Janus Petersen.
Tað eru MAP Arkitektar,
ið hava tekna nýggja bygn
ingin hjá BankNordik, ið tek
ur seg ógvuliga væl út.
Á vári 2015
Í
vár
seldi
BankNordik
verandi
høvuðssætið
og
deildarbygningin
í
mið
býnum fyri at fara undir
ætlanina um at byggja nýtt
høvuðssetur á Húsagarði
skamt frá verandi høvuðs
sæti bankans. Bankin gjørdi
síðani avtalu við MAP Arki
tektar, hvørs uppskot verður
grundarlagið undir komandi
projektering og bygging av
nýggja høvuðssetrinum. Nú
er avtala gjørd við byggi
felagið Articon, sum skal
standa fyri sjálvari bygging
ini.
BankNordik hevði ætlan
ir um at bjóða byggiverk
ætlanina út, men í samráð
við ráðgevar bankans er
bankin komin eftir, at tað
er skilabetri at skipa arbeið
ið eftir partalagsleisti við
Articon. Hetta kemst eina
mest av stutta skotbránum
til bankin skal kunna flyta
inn í nýggja høvuðssætið.
Á henda hátt kann Articon
eisini vera við í tilgongdini
at projektera byggiætlanina.
Miðað verður ímóti at
gera
projekteringina
av
bygninginum lidna innan
ársskiftið, soleiðis at Articon
kann fara undir byggingina
hareftir. Á vári 2015 skal
nýggja høvuðssetrið eftir
ætlan standa liðugt á Húsa
garði, soleiðis at øll starvs
fólkini í samtakinum í Tórs
havn verða savnað á einum
stað í framtíðini, sigur bank
in í tíðindaskrivi.
leo@sos.fo
Articon byggja nýggja BankNordik
Tað er fyrst og fremst fyri at spara tíð, at vit
hava gjørt partalags avtalu við Articon, um
at byggja nýggja høvuðssæti hjá bankanum,
sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik
Nýggi høvuðsbygningurin
hjá BankNordik fer
at taka seg væl út
Leo Poulsen
- Tað hevur stóran týdning
fyri okkum, at kunna hava
stórar verkætlanir um hendi,
og reint tíðarmessiga passar
tað væl inn í okkara ætlanir.
Tað sigur Jón Sigurðsson,
stjóri í Articon.
Felagið hevur havt fleiri
stórar byggingar seinastu
árini,
eitt
nú
Skúlan
á
Argjahamri, Boðanesheimið
og nú útbyggingina av termi
nalinum á flogvøllinum.
- Tað hevur verið nakað
slækt seinastu árini, og vit
eru ongantíð komnir upp
á støðið, ið var í 2008, tá vit
høvdu 160 mans í arbeiði. Í
dag hava vit einar 120 mans í
arbeiði, sigur Jón Sigurðsson.
Hann fegnast sum nevnt
um avtaluna.
- Tað hevur stóran týdn
ing fyri okkum, og kann kall
ast ein góð álitisváttan, sigur
Jón Sigurðsson.
Hann roknar við at fara
til verka í hesum árinum við
lendisarbeiðinum, og hann
ber ikki ótta fyri, at stramma
tíðarætlanin fer at vera nak
ar trupulleiki.
- Vit hava klárað at leverað
til tíðina, og tað rokna vit
eisini við at gera hesaferð.
Tíðarætlanin er knøpp, men
tað plagar at ganga, sigur Jón
Sigurðsson.
Hann roknar við, at taka
fólkið av flogvøllinum til
byggingina av høvuðssætin
um hjá BankNordik.
- Tað fer at vera fram
ímóti liðugt, tá byggingin á
Húsareyni fer í gongd, men
enn ber ikki til at siga, um
brúk verður fyri meira fólki.
Tað er í hvussu er gott hjá
okkum at hava fingið hetta
arbeiðið, tí tað liggur ein stór
avbjóðing í verkætlanini,
sum er góð fyri starvsfólkið
eisini, sigur Jón Sigurðsson,
stjóri í Articon.
Ein góð álitisváttan
Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, er sera fegin um partalag avtaluna, sum byggifelagið hevur
gjørt við BankNordik um bygging av nýggja høvuðssætinum hjá bankanum
Jón Sigurðsson fegnast
um stóru álitisváttanina,
sum felagið hevur fingið
frá BankNordik