Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Havnaútbyggingin á Tvør­ oyri krevur sítt, eisini fyri kommununa. Tvøroyrar Komm­una gjørdi í summar keypsavtalu við tveir privat­ persónar í býnum, sum selja kommununi tilsamans góðar 15.000 fermetrar av lendi, ið liggur upp at verandi grót­ broti í Froðba. Fyri kommununa er enda­ málið at tryggja privata sam­ takinum við Articon á odda atgongd til grót. - Ja, kommunan manglaði grót, og tí máttu vit útvega okkum atgongd til grót, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri. Sambært skjølunum í málinum hevur kommunan tørv á okkurt um 60.000 kubikkmetrum av gróti. Tá málið var uppi í Teknisku nevnd 15. apríl mælti nevndin til at kanna møguleikarnar at fáa fatur á tveimum stykkjum, sum Jaspur Vang og Poul Juul Michelsen eiga, og sum liggja upp at verandi grótbroti í Froðba. Hóast Poul Juul Michel­ sen er bróðir borgarstjóran, so er gegnisspurningurin eftir øllum at døma ongantíð uppi og vendir. Fyri Jaspur Vang er støð­an tann, at hann sum sýslu­mað­ ur eisini er fødd­ur formað­ur í lokalu frið­ingarnevnd­ini. Og tí skal hann viðgera málið, um so er at hansara egna stykki skal brúkast til grót­ brot. - Tað metti eg meg ikki kunna, og tí meldaði eg meg ógegn­igan, sigur Jaspur Vang, sum tí fekk ein sýslumann norðanfjørðs at taka sær av gegn­isspurninginum í frið­ ing­arnevndini. Jaspur Vang hevur áður sitið í Tvøroyrar Býráð, men stillaði ikki uppaftur til kommunuvalið seinast. Leggj­ast skal afturat, at lokala friðingarnevndin hev­ði einki at finnast at, og komm­unan fekk sítt loyvi at brúka nevndu øki til grót­ brot. Jaspur Vang eigur stykkið nærmast grótbrotið, og hann var áhugaður, tá hann fekk fyrispurningin frá kommununi. - Ja, eg hevði sum so ikki nakað at brúka lendið til, annað enn til seyð. So tað var áhugavert fyri meg at selja, sigur Jaspur Vang, sum tá avtornaði seldi kommununi 6513 fermetrar av jørð fyri 98 krónur fermeturin. Ein avtala, sum hevði eitt virði á tilsamans 638.274 krónur. Hin seljarin, Poul Juul Mich­elsen, hevur ikki hug at gera viðmerkingar til sína sølu. - Eg havi onga viðmerk­ing yvirhøvur. Tosa tú bara við kommununa um hatta har, sigur Poul Juul Michel­sen, sum tá avtornaði seldi komm­ ununi 8943 fermetrar av jørð fyri 92 krónur fermetrurin. Ein avtala, sum hevði eitt virði á tilsamans 822.756 krónur. Avgerðin Hóast keypssáttmálarnir binda kommununa fyri tilsamans 1.461.000 krónur, so er viðgerðin av hesum máli serlig. Tað gekk nevn­ i­liga skjótt, tá Tvøroyrar Bý­ráð fyrst í juli skuldi fáa handlarnar í hús. 2. juli var fundur í Havnarnevndini, sum mælti til at keypa bæði stykkini. 2. juli var eis­ini fundur í Teknisku nevnd, um­hvørvisnevndini og ferðslu­nevnd­ini, sum somu­ leiðis mælti til at keypa bæði stykkini. 3. juli var fund­ur í Fíggj­arnevndini, sum eis­ ini mælti til at keypa bæði stykkini. Og málið var so av­greitt á býráðsfundi 3. juli klokk­an 11, tá kommunan sam­tykti at keypa. Sjálvur var Kristin Mich­ elsen í feriu um hetta mund­ ið. - Ja, eg var í feriu í tríggj­ar vikur, og tí var eg ikki part­ ur av málinum, sigur Kristin Michelsen. Bjarni Hammer var virk­ andi borgarstjóri, meðan Krist­in Michelsen var í feriu. Og tað var tí hann, sum leiddi fundin. Kristin Michelsen ásann­ ar tó, at hann hevur havt sín leiklut í málinum um grótið. - Ja, eg havi sjálvandi ver­ið við í arbeiðnum at loysa spurningin, hvussu kommunan kann fáa fatur á gróti. Men síðani hevur tað verið upp til Teknisku Deild at finna frægastu loysnina, sigur Kristin Michelsen. Hann dugir ikki at siga, hví málið mátti avgreiðast í skundi fyrst í juli. Ikki ann­ að enn at tað var ein akutt støða fyri kommununa at kunna vísa Articon á, hvar grót kundi útvegast. Fundurin er ikki lýstur, eins og føstu býráðsfundirnir verða gjørdir í yvirliti á heimasíðuni hjá kommun­ uni. Og fundarfrásøgnin frá bý­ráðs­fundinum er held­ur ikki almannakunngjørd, eins og aðrar fundarfrásøgnir. Men sambært Krist­in Michelsen var býráðs­fund­ ur­in 3. juli lýstur á ”Svartu­ talvu”, sum hongur uppi ymsa­staðni í kommununi. Gegnið Hóast tað rímuliga tíðliga í tilgongdini var greitt, at komm­unan ynskti at keypa grót frá bróðir borg­ar­stjór­ a­num, so fylti gegnis­spurn­ ingurin lítið og einki í við­ gerð­ini. Kristin Michelsen vísir á, at hann sum áður nevnt var í feriu, tá málið varð viðgjørt í býráðnum fyrst í juli. Og tí var hann ikki við til at taka avgerðina. - Men tað er greitt, at var eg heima, so fór eg út av fundinum, meðan keypið varð viðgjørt í býráðnum, sig­ ur Kristin Michelsen ídag. Borgarstjórin tvíheldur um, at hann hevur ongan akt­ivan leikut havt í máli­ num, hóast bróðir hansara stóð til at gera eina sølu­av­ talu við kommununa á meira enn 800.000 krónur. Hin­ vegin váttar hann, at gegnis­ spurningurin var ikki partur av viðgerðini í kommununi. Avtalurnar Sosialurin hevur fingið inn­ lit í avtalurnar millum Tvør­ oyrar Kommunu og ávíka­vist Jaspur Vang og Poul Juul Michelsen. Avtalurnar eru sermerkt­ ar á tann hátt, at báðir fáa nýtslurætt til tann partin av jørðini, sum kommunan ikki brúkar, næstu 20 árini. Hóast tað hevði stóran skund at avgreiða sølurnar, tá fyrst í juli mánað, so fella pengarnir ikki til gjaldingar enn. Í avtaluni við Jaspur Vang skal kommunan rinda helvtina beinanvegin og hina helvtina í seinasta lagi 25. januar næsta ár. Í avtaluni við Poul Juul Michelsen fellur helvtin til gjaldingar næsta ár, meðan hin helvtin skal gjaldast honum 25. januar 2015. Tað tulkar borgarstjórin á Tvøroyri soleiðis, at seljarar hava verið lagaligir. - Tað mugu sigast at vera lagaligir seljarar, sum ikki krevja pengarnar bein­an­veg­ in, sigur Kristin Mich­el­sen. Borgarstjórin sigur seg ongan trupulleika hava av, at kommunan hevur bundið seg til avtalur fyri 1,5 millión krónur, tær tríggjar vikurnar, hann sjálvur var í feriu. Búnaðarstovan hevur ásett fastar prísir fyri, hvat lands­jørð skal seljast fyri kring landið. Sambært hes­ um yvirliti skal jørð í Suður­ oynni seljast fyri millum 45 og 69 krónur fermeturin, alt eftir hvussu lendið liggur. Kortini sær borgarstjórin ongan trupulleika í, at komm­ unan í hesum føri hevur keypt jørð fyri ávíkavist 92 og 98 krónur fermeturin. - Nei, tað er væl ein sam­ ráð­ingarspurningur, sigur Krist­in Michelsen. Poul Juul Michelsen hev­ ur sum áður nevnt ongar við­merkingar til málið, men Jaspur Vang váttar, at talan í hansara føri var um ein samráðingarspurning mill­ um seg og kommununa. Sambært Kristin Mich­el­ sen vóru fleiri aðrir møgu­ leikar uppi og vendu, áðrenn av­gerðin fall á tey bæði stykk­ini í Froðba. Tvøroyri keypir grót fyri hálva­aðru millión Fyri at fáa fatur á gróti til havnaútbygging hevur Tvøroyrar Kommuna keypt tvey stór stykki. Annar seljarin er sýslumaðurin og hin er bróðir borgarstjóran 1,5 millión krónur hevur Tvøroyrar Kommuna goldið Jaspuri Vang og Poul Juul Michelsen fyri tvey jarðarstykkki, sum liggja upp at gamla grótbrotinum í Froðba