Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. oktober 2013 · Nr. 117 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eingin skrivstovukollvelting uttan førleikamenning FÍGGJARLÓGIN 2014: Samgongan ætlar um at umskipa miðfyrisitingina. Tørvur er framhaldandi á einum fjølbroyttum starvsfólkahópi og ein fortreyt fyri at skrivstovukollveltingin skal eydnast er, at landið tekur avtalurnar um strategiska førleikamenning í ramasta álvara og at fakfeløgini verða við í allari tilgongdini Selma Ellingsgaard forkvinna í Starvs­ mannafelagnum Landsfyrisitingin, sum Finn Normann Christensen, legði lunnar undir í 90-unum, skal umskipast. Ætlanin varð fráboð­að longu í vár, tá ið fíggjar­karm­ arnir vóru kunngjørdir. Hon verður tikin uppaftur í upp­ skotinum til fíggjarlóg fyri 2014, ið nú er lagt fyri løg­ tingið, og samstundis hevur landsstýrið sett sjøtul á tær praktisku fyrireikingarnar. Rationalisering Endamálið er at skipa lands­ fyrisitingina heilt av nýggj­ um, so at “arbeiðið kann leggj­ ast til rættis meira ratio­nelt og at meira kann fáast fyri minni, umframt at styrkja fakliga umhvørvið”, sum skrivað stendur í fíggjar­lógar­ uppskotinum. Landfyrisitingin f0evnir um sjey aðalráð, sum húsast ymsastaðni í Havn og sum í dag kosta útvið 100 milliónur krónur. Ætlanin er at endurskoða og gera uppskot til nýggjan bygnað fyri miðfyrisitingina, so at virksemið verður meira effektivt og rationelt. Sam­ stundis verður lagt upp til, at fyri­sitingarnar verða lagd­ar saman í størri eind­ir, og ítøki­ lig sparimál í milli­óna­klass­ anum eru sett upp fyri tey komandi árini. Sjøtul varð settur á arbeið­ ið í summar. Løgmansstjórin og aðalstjórin í fíggjarmálum manna ein stýrisbólk, sum stendur fyri arbeiðnum. Sam­stundis er settur ein ar­beiðsbólkur við fýra em­ bætis­fólkum, sum í de­semb­ er skal handa eitt so­kall­að dis­kussiónsupplegg, sum síð­ani fer til hoyringar hjá ym­iskum pørtum, m.a. fak­ feløg­unum, upplýsir Løg­ mans­skrivstovan. Óskynsom akademisering Nógv av teimum, sum í dag arbeiða í miðfyrisitingini eru limir í Starvsmannafelagnum. Tí fer felagið sjálvsagt at fylgja væl við gongdini í hes­ um máli, sum kann fáa stór­ an stóran týdning fyri limir okkara. Politisku útmeldingarnar um størri effektivitet, ratio­ nell­ari virksemi og sterkari fak­ligheit, kunnu verða væl grundaðar. Men sum fe­lag fara vit at ávara ímóti, at myndugleikarnir leypa fram­ av og í tilgongdini leypa bukk um tey royndu og dugnaligu starvsfólkini, sum mynda miðfyrisitingin. Og vit vilja somu­leiðis ávara ímóti at almennu arbeiðsgevararnir í tilgongdini gloyma áseting­ arnar í okkara sáttmála um at førleikamenna starvsfólkini, sum arbeiða hjá tí almenna. Tá ið sagt verður í fíggj­ ar­lógaruppskotinum, at ein effektivisering av mið­ fyri­siting­ini er neyðug, tí at “lutfalsliga ov nógv orka fer til umsiting heldur enn til myndugleika- og ráðs­upp­ gávur”, leiðir tað tank­arnar beinleiðis til ta ófrættakenda rák, sum hevur merkt tann almenna sektorin í nógvum av okkara grannalondum tey seinastu árini. Í fleiri norðurlondum er rekrutteringin til almenna sektorin broytt, soleiðis at alt størri dentur verður lagdur á formliga og akademiska útbúgving. Í dag hava t.d. 70 % av teimum alment settu hjá landinum í Norra hægri akademiska útbúgving, með­ an talið í Íslandi er 60 %. Eisini her heima hava vit varhugan av, at almennu arbeiðsgevararnir í alt størri mun leggja seg eftir at seta starvsfólk við aka­dem­isk­ ari útbúgving. Í fleiri upp­ sagnar­málum hava vit sæð, at tá spariknívurin er hvestur, hevur hann rakt tey fólkini meinast, ið eru útbúgvin og upplærd í skipanini. Men tað er ein vandamikil gongd. Fjølbroytni er lyklaorðið Lat tað vera sagt beinanvegin Starvsmannafelagið er IKKI ímóti, at starvsfólk útbúgva seg. Tvørturímóti. Vit ynskja, at fólk áhaldandi menna og styrkja teirra førleikar. Ei heldur eru vit á nakran hátt ímóti, at fólk við hægri útbúgving arbeiða hjá tí almenna. Útbúgving er snøgt sagt alneyðug og ein fortreyt fyri einum vælvirkandi al­ mennum sektori. Kortini fara vit staðiliga at ávara ímóti, at rekrutteringin til almenna sektorin fer fram við bindi fyri eyguni, so at tað eina og aleina verður hugt eftir, um starvsfólkini hava akademiska bakgrund, meðan drúgvar praktiskar royndir og realkompetansa verða sett til viks. Ein slíkur starvs­fólka­poli­ tikk­ur kann viðføra, at fleiri størv verða mannaði við fólki, sum eru yvirkvalifiserað til upp­gáv­urnar, so landið og starvsfólkini sjálvi ikki fáa gagnnýtt ta kompetansu og servitan tey eiga. Av tí at fólk við hægri útbúgving hava størri flytføri og natúrliga vilja søkja sær arbeiði í pri­ vata vinnulívinum, tá ar­ beiðs­loysið minkar, og fleiri út­boð eru av størvum til hægri útbúgvingar. Tískil verður almenni sek­ torin eisini meira viðbrekin, um hann bara skal dúva upp á akademikararnar. Stóri vand­in er tá, at tey skriv­ stovu­útbúnu eru farin í onn­ ur størv og fyrisitingin tískil hevur mist týðandi vitan og førleikar. Vitan og førleikar, ið bæði eru kostnaðarmiklir og drúgvir at byggja upp aftur. Føroyska fyrisitingingin hevur nógv roynd og dugna­ lig starvsfólk, sum eru út­ lærd og upplærd í skip­an­ ini. Fólk, sum so at siga eru skræddaraseymað til sínar uppgávur, bæði tá talan er um umsiting ella máls­ við­gerð. Hetta eru fólk við stórari realkompetansu og sum við sínum drúgvu roynd­um og praktiska innliti í fyri­sit­ing­ina kunnu tilføra al­mennu fyri­sitingini eitt ser­ligt virðis­mikið støðuføri og kontinuitet. Tískil er fjølbroytni lykla­ orðið, nú landsfyrisitingin skal skipast av nýggjum. Tað ræður um at manna fyri­ sitingina við røttu fólkunum. Fólkum, sum hava júst ta útbúgving, tær royndir og teir persónligu eginleikarar, sum krevjast til ta ítøkiligu uppgávuna. Og tá kann stór realkompetansa, upplæring í skipanini og drúgvar ar­ beiðs­royndir ofta vera líka viðkomandi sum eitt aka­dem­ iskt prógv. Førleikamenning krevst Nú farið er undir at fyrireika uppskot at savna og effek­ tivisera miðfyristingina vil Starvsmannafelagið minna land­sins myndugleikar á sáttmálaásetingarnar um bæði hoyring, (at álitis­fólk og starvsfólk verða tikin við í allari til­gongd­ini) og stra­ tegisku før­leika­menn­inga. Avtalan um strategiska og skipaða førleikamenning á landsins stovnum hevur tvinnanda endamál. Hon skal tryggja, at starvsfólkini ikki steðga upp á síni yrkisleið, men allatíðina menna seg fakliga, so at tey vera før fyri at taka við nýggjum av­ bjóðingum. Samstundis skal avtalan tryggja, at landsins stovnar allatíðina mennast og at uppgávurnar verða loystar á dygdarbesta hátt. Nógvir stovnar taka í dag ásetingarnar um før­ leika­menning í álvara, men tíverri síggja vit dømi um, at avtalurnar ikki vera hildnar og at starvsfólkini ikki fáa ta førleikamenning, sum sáttmálin leggur upp til. Her kunnu allir partar gerast taparar. Vandi er fyri at starvsfólk, sum hava staðið í læru ella eru upplærd í almennum starvi, tapa kappingina móti starvs­ fólkum við aka­dem­iskari útbúgving, tá stovn­ar­nir skulu rasjonali­ser­ast. Fólk við stórari real­kom­pe­tansu enda í eini blind­gøtu og kunnu fáa trup­ult við at fóta sær aftur á arbeiðs­markn­aðinum, tí teirra før­leikar eru ikki røktir og mentir. Hetta er dýrt bæði fyri starvs­fólkini og sam­ felagið, og samstundis missa arbeiðs­plássini starvs­fólk við virðis­mikl­um royndum og real­kom­pe­tansu. Og fjøl­ broytnið í starvsfólka­hóp­in­ um hvørvur. Eini slíkari fakligari eins­ rætting fara vit sumn felag staðiliga at møla frá, nú mið­ fyrisitingin skal umskipast og rasjonaliserast. Ætlar landsstýrið veru­l­iga at fáa meira fyri minni og at styrkja fakliga umhvørvið, soleiðis fíggjarlógar­upp­ skotið leggur upp til, má tað sjálvsagt taka starvsfólkini, sum eru upplærd í skipanini, við í ætlanir sínar. Við at tryggja, at starvs­ fólkini sleppa at røkja og menna sínar fakligu førleikar kunnu vit manna eitt fjøl­ broytt lið av starvsfólkum við hóskandi førleikum, sum eru tilbúgvin til framtíðar fakligu avbjóðingarnar í eini nýggjari miðfyrisiting. Sólvit Emilsson Nolsø Heini í Skorini hevði 9/10/13 eina grein í Sosialinum, har hann vísti á skeivleikan í aldursbýtinum í føroyska sam­felagnum. Hann vísir á, at vit nú nærkast einari helvt- um-helvt støðu, har tað verða eins nógv fólk yvir fjøruti ára aldur, sum tað verða undir fjøruti ára aldur. Tað er ein álvarslig støða, tí um gongdin heldur fram, so verða tað um nøkur ár ov fá á arbeiðsmarknaðinum at upphalda teimum nógvu, ið ikki eru á arbeiðs­markn­aði­ n­um. Loysnin er ikki einføld. Hvussu skulu vit kappast við alt tað, ið londini rundan um okkum hava at bjóða? Fólk fara hagar, ið fólk eru, og tí verður tað alsamt truplari at fáa fólk hendaveg, um tað eru so fá frammanundan. Vit verða noydd at taka kappingina upp við londini rundanum okkum. Fólkaflyting og Fólka­ vøkstur er ein frálík heildar­ ætlan, ið Vinnu­málaráðið hev­ur latið gjørt. Hon vísir á fleiri átøk, ið kunnu venda skeivu gongdini. Átøkini eru mong, men eg fari at taka eitt burturúr: útbúgving og gransking. Tað er eingin ivi um, at Fróð­skaparsetrið hevur al­ stóran týdning fyri før­oyska samfelagið, tí hvar aðra­staðni kunnu vit vænta, at gransk­ ingin tekur støði í føroyskum viðurskiftum? Játtanin er hækkað í fíggjarlógini 2014, og tað er gleðiligt, men enn er langt á mál. Politikarar skulu tora at satsta nógv og hugsa stórt. Við eini miðvísari menning av Setrinum, umhvørvinum og lærugreinum tess kundi mann skapt eitt livandi sent­ ur, ið var ein magnet fyri lesandi allastaðni frá. Sjálvur las eg saman við næmingum úr øllum heimshornum, og sjálvandi skal mann leggja hart út at fáa tey hendaveg. Eitt gott og nógv brúkt dømi er lærustovnurin í Tromsø, ið eftir hondini er blivið eitt altjóða universitet. Næmingar leggja nógv­ar pengar eftir seg, og ongan­ tíð betur, um vit fingu næm­ ingar at leggja pening eftir seg í Føroyum heldur enn aðrastaðni. Gransking skapar við­ kom­andi vitan, sum er týdn­ ingarmikil fyri eitt hvørt samfelag. Um vit kundu gjørt vart við ein hægri læru­ stovn, ið framleiddi góða og virðismikla vitan á einum altjóða støði, so byrjaðu gransk­ingarpengar eisini at koma henda veg. Hetta skapti so eisini arbeiðspláss, ið hevði við sær, at fólk við hægri útbúgving høvdu ein møguleika at koma hendaveg at brúka sína vitan og útinna sítt avrik her. Í øðrum londum, eru hægri lærustovnar ofta stór ar­beiðspláss, ið eru sera týdn­ ingarmikil fyri lokalu økini. Ongantíð meir enn nú er tað blivið týdningarmeiri at menna Setrið og bjóða øðrum av. Málið eigur at vera, at Fróðskaparsetrið skal vera eitt gott og kappingarført alternativ til tey, ið hava hug at koma norðeftir at nema sær útbúgving. Vitan og gransk­ing verður alt meira virðis­mikil sum 'brand' og vinn­uøki, og Føroyar kunnu verða við í hesi kapping. Spenn­andi útviklingin í arkt­ iska økinum er eisini nak­að, ið vit eiga at gerast ein part­ ur av. Nógvar avbjóðingar fylgja við hesum. Millum ann­að eitt kampus-øki, bústaðar­ møguleikar og tiltøk at fara til uttanfyri skúlan, men tað ger tað bara alt meira spenn­ andi! Útbúgving og gransking kunnu skapa fólkavøkstur