mánadagur 14. oktober 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur ítróttartoymi
www.hb.fo:
Mong orð kunnu verða søgt um Heidi Sevdal, og fá eru lýsingarorðini í eru
røtt til besta kvinnuliga leikara okkara. Best er helst at leita sær á vøllin
næstu ferð HB-kvinnur trína inn, og fáa sjón fyri søgn.
www.b36.fo:
Rasmus Dan Sørensen og B36 hava skrivað undir sáttmála, sum gongur
fram til 2015. Rasmus prógvaði so seint sum sunnudagin móti TB, at hann
er ein spælari, sum vit kunnu vænta nógv av komandi nógvu árini.
www.ab.fo:
“Fyrr ella seinni endi eg nokk aftur hjá AB, tí AB er eitt sera gott felag. Eg
vil ynskja tí, ið verður venjari komandi ár, alt tað besta og vil bara minna
hann á at vera góður við spælararnar”, sigur Sámal Erik
www.nordlysid.fo:
Tað eru ikki smávegis hagtøl, sum KÍ kvinnurnar hava at vísa á hesi 14 árini
á rað, har tær hava vunnið FM. 1202 mál og 622 stig í 14 ár.
www.vp.fo:
– Á gøtunum í Reykjavík kyssa og klemma tey okkum. Dysturin móti
Norra verður tann allarmest týðandi dysturin hjá Íslandi nakrantíð, sigur
íslendskur fótbóltsleikari við norska VG
www.kvf.fo:
Tað er sjálvdan at føroyska landsliðið í fótbólti fer av vøllinum, og heldur
seg skulu hava fingið meira burtur úr enn javnleik. Men soleiðis var í kvøld.
Føroyar høvdu størstu málmøguleikarnar, men fingu bert tað eina málið.
www.h71.fo:
Ein av stóru mununum var bjargingarprosentið hjá málmonnunum. Mikkjal
Hansen var ein ótrúliga stinnur aftasti skansi hjá gestunum, meðan ikki
tað sama kann sigast um okkara málmenn. Men tað var ikki nøkur løtt
uppgáva, tí uttara verjan var alt ov vánalig.
Heimasíðurnar skriva:
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
Tað sigur Jákup Martin Joensen, formaður í kappingarnevndini hjá
Fótbóltssambandinum. Hann heldur at tað gongur rætta vegin, men
ásannar, at tað framvegis eru kærir, ið koma av misskiljingum
Í
síðstuni hava verið onkrar smávegis atfinn
ingar at landsliðsvenjaranum, Lars Olsen,
sum hevur verið serdeilis óheppin við einum
og øðrum, hann hevur sagt við fjølmiðlarnar.
Hetta eru tó reinar »piparnøtur«, um saman
borið verður við onnur lond, og tí skuldi ikki verið
orsøk til at gjørt stórvegis meira burtur úr tí. Og
at fólk hava eina meining og koma út við henni á
Facebook og aðrastaðni, er sjálvandi, tí tey ynskja tað
besta fyri landsliðið og einki annað!
Men trupulleikin er bara, at tá flestu onnur eru
komin víðari og ikki hugsa um tað meira, so taka
spælararnir á landsliðnum við. Fyrst tosaði ein –
enntá undan Kasakstan-dystinum fríggjakvøldið –
um »eitt sindur av roki runt um landsliðið í síðstuni«,
sum skuldi gera, at teir vóru serliga uppsettir. Og
aftaná dystin var aftur ein spælari klárur. Nú skuldi
tað eita, at »javnleikurin er eitt fínt aftursvar til tey,
sum hava sett spurnartekin við landsliðið og serliga
Lars Olsen«. Og so hevur aftan á dystin eisini verið at
hoyrt grenj um, at fólk ikki møttu upp at hyggja.
Til tað er at siga, at áskoðarafjøldin aloftast av
speglar, hvussu tað gekst síðsta dyst. Og var tann
innsatsurin og tað úrslitið í ordan, so vilja fleiri hava
hug til at síggja liðið. Spurningurin er so, um ein 1-1
javnleikur ímóti einum av veikastu landsliðum, sum
nakrantíð hevur vitjað í Føroyum, lokkar fleiri at
koma at hyggja. Kanska er tað bara eitt lukkutreff,
at dysturin á Tórsvølli í annaðkvøld er ímóti júst
Eysturríki, sum Føroyar enn ongantíð hava tapt ein
heimadyst ímóti!
Bæði venjari, spælarar og øll onnur, ið varða
av føroyskum landsliðsfótbólti skulu prísa seg
lukkuligan fyri, at fólk hava eina meining og koma
út við henni. Ein landsliðsvenjari, sum er løntur
í milliónaklassanum, má tola, at onnur tala at, tá
hann dummar seg! Og tað sømir seg ikki lands
liðsspælarum at ganga og gremja seg um, at eingin
tímir at hyggja – ella at leggja í krovið á teimum fáu,
sum tíma at hyggja og tí eisini hava rætt til at hava
eina meining! Takið tað sum menn og svarið aftur
á vøllinum, heldur enn at sita og lippa uppi yvir
Facebook!
Takið tað
sum menn!
Ítróttar klumman
Hilmar Jan Hansen Vónandi ongin
kæra komandi ár
Tróndur Arge
Tað
var
Jákup
Martin
Joensen, sum leiddi eftirmet
ingarfundin. Hann letur væl
at fundinum og standinum í
føroyskum fótbólti.
– Fundurin gekk væl.
Tað var siðiligur og sakligur
fundur. Endamálið er jú
at
eftirmeta
kappingina,
hvussu hevur hon gingið og
hvussu er hon løgd. Eg haldi,
at feløgini sum heild vóru
væl nøgd, sigur Jákup Martin
við Sosialin.
Stóra hendingin á fund
inum var, tá André Dalfoss
legði fram uppskot um at
broyta landskappingina, so
tað eru tólv lið í bestu deild
ini.
– Tað er altíð gott við
uppskotin til eina betran í
mun til tað, sum tú hevur.
Kappingarnevndin legði eis
ini fram uppskot um at seta
ein arbeiðisbólk, sum kann
lýsa fyrimunir og vansar við
føroysku kappingini. Eitt nú
hvussu nógv lið skulu verða,
hvussu nógvar dystir skulu
vit spæla og hvussu lang
skal kappingin verða. Hetta
uppskotið er avgjørt nakað
vit koma at taka við í hetta
arbeiði, sigur Jákup Martin
Joensen.
Tað komu færri kærir á
borðið hjá kappingarnevndini
hetta kappingarárið enn í
fjør. Nu vónar formaðurin í
kappingarnevndini, at ongin
kæra kemur komandi kapp
ingarár.
– Tað gongur rætta vegin.
Tað koma altíð kærir inn.
Hetta eru alt eldsálir, sum
ikki eru í fulltíðarstarvi hjá
feløgunum, so tað koma
smávegis feilir í av og á. Tað
eru færri kærir í ár enn í fjør.
Komandi ár vóna vit, at ongin
kæra verður, sigur Jákup
Martin Joensen at enda.
Óli Mortensen luttók í morgun í 1500 metra frísvimjing á World
Cup stevnuni í Moskva, og varð hann har nummar 5 av teimum 11 sum
svumu uttanfyri sjálva finaluna, ella 13 av 19 um vit telja finaluna við.
Tíðin hjá honum 15:31.79 var aftur í dag ikki so langt frá hansara bestu
tíð, sum er 15:24.32 frá NJM í Vaasa í fjør. (www.svimjing.com)
Jákup Martin Joensen,
formaður í kappingar
nevndini hjá FSF
Mynd: Álvur Haraldsen