Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-10-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. oktober 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 14. oktober 2013 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hondbóltur Hilmar Jan Hansen Stjørnan  19 Kyndil  24 Seinnu árini hevur tað verið Neistin, ið hevur staðið fyri tí mesta hjá kvinnunum, men nú sær út til, at tað er hitt havnarfelagið, ið hev­ ur yvirtikið leiklutin sum sterkasta liðið í bestu kvinnu­ deildini. Gamaní, er Stjørnan leyg­ ar­dagin kanska ikki sterk­ asta mótstøðan, nú klaks­ víkskvinnur royna at byggja upp, men allan fyrra hálv­leik megnaði Stjørnan altso at fylgja við, og í hálvleiki­num stóð á jøvnum. Men eftir steðgin gjørdi Kyndil bart, fór nøkur mál framum og megnaði at halda stand, so Kyndil nú er fremst í Elektrondeildini við fimm stigum fyri sínar tríggjar dystir higartil. VB-Neistin 29-25 At aðrar tíðir tykjast vera á veg hjá kvinnunum, kom eis­ini til sjóndar í Vági leyg­ ar­dagin, tá VB á sínum van­ liga sterka heimavølli gav Neistanum durafjórðingin. Eisini har byrjaði tað meira javnt, so tað eisini stóð á jøvnum í steðginum, men nakað inn í seinna hálvleik megnaði Neistin at halda stand, til VB meira ella minni setti seg á dystin. Tað bleiv tí sigur til vágs­ kvinnur, ið eru komnar væl frá byrjan í kappingini og liggja bara eitt stig aftan fyri Kyndil, meðan Neistin enn bara hevur fingið eitt stig í sínum higartil tveimum dystum. StÍF-VÍF 17-27 Á Skála fingu VÍF-kvinnur­ nar víst, hvør dugur er í teimum, tá tær vunnu ein tryggan sigur á StÍF, sum enn fæst við at byggja upp og spæla sær liðið saman. Longu eftir 12 minuttir hevði VÍF vunnið seg fimm mál framum, og hóast StÍF royndi at svara aftur, bleiv tað bara tyngri og tyngri at koma afturíaftur í dystinum, sum endaði við stórsigri til VÍF, ið vann við 10 málum. Ársins spælari síðsta kapp­ingarár, Liljan Durhuus, gekk undan, og eitt nú fekk Durita Ljósstein víst, at hon er við at koma ordiliga upp á pláss á kvinnuliðnum í Vest­ manna. Hilmar Jan Hansen Team Klaksvík 27 Neistin 28 Í Klaksvík hava teir undan kappingini havt góðar vónir, men longu í fyrsta dystinum ímóti KÍF sá einki út, tí liðið tapti við 21 málum! Men ímóti StÍF var talan um eitt meira vanligt tapt upp á seks mál, og nú Neistin vitjaði, var bara eittans málið á muni. Tað var Neistin, ið legði bet­ur fyri, men uttan tó at sleppa ordiliga avstað, og í hálv­leikinum var Neistin bara eitt mál frammanfyri. Hinvegin leikaði javnt á í seinna hálvleiki, tá Team Klaks­vík enntá var á odda onkra løtuna, men kortini megn­aði heimaliðið ikki at fáa avgerandi málini. Endin varð, at Neistin vann við hesum eina mál­ inum, ið samstundis gav teimum bláu oddasessin í bestu mansdeildini. Men klaks­víkingar taka seg fram fyri hvønn dyst, so tað kann vera so skjótt, at stiga­ turkurin, ið vardi allan síðsta vetur, fær ein enda. StÍF-VÍF 24-28 Strandingar fingu betru byrjanina, tá vestmenningar vitjaðu á Skála í gjár, men ikki gekk leingi, so hevði VÍF bæði tikið StÍF aftur og lagt seg framum – ikki minst takkað verið sjey málum á rað rundan um korterið, með­ an alt stóð fast hjá heima­ liðnum. Hálvleiksleiðslan var 14- 12 til VÍF, sum helt seg eitt og tvey mál frammanfyri inn í hálvan seinna hálvleik, tá munurin hevði hug at økjast, og sjálvt um StÍF kom niður á eitt mál, svaraði VÍF væl aftur ímóti endanum og vann við fýra. Hvørki av liðunum hevur fingið sína ynskibyrjan, tí bæði hava bara tvey stig fyri fyrstu tríggjar dystirnar, men enn er kappingin ung, so nógv kann henda. KÍF-Kyndil 21-24 Ikki hevur tað verið ofta, at KÍF hevur tapt ein dyst seinnu árini, og so slett ikki í Kollafirði, ið er heimaskansin hjá kollfirðingum. Men øðr­ vísi var tó í gjár, tá Kyndil vitjaði. Nógv bleiv gjørt burtur­ úr, at KÍF hevði styrkt sær liðið og fingið onkrar aftur, ið annars ikki skuldu spæla í Kollafirði í vetur, og í fyrra hálvleiki bendi alt eisini á, at KÍF fór at vinna, og hálv­ leiksleiðslan var trý mál. Men eftir steðgin fekk Kyndil gongd á skjótálopini og vendi dystinum, sam­ stund­is sum Mladen Mjeri­ macka tók eina rúgvu, so Kynd­il kundi varðveita leiðsl­ una, tá KÍF royndi at svara aftur. Neistin fer avstað Eftir fyrstu tríggjar dystirnar er Neistin ikki sørt óvæntað oddalið í Atlantic Airwayskappingini við fullum stigatali Grønt á toppinum Kvinnurnar í Kyndli eru fremstar og tær hjá VB næstfremstar í Elektron­ deildini, har meistaraliðið úr Neistanum hevur ilt við at fóta sær Góðir VB-skjúttar Enn er kappingin í Elektrondeildini ung, men Simona Petersen hevur, sum so ofta, lagt frá landi við nógvum málum fyri Kyndil, og eftir fyrstu dystirnar eru tey 20 í tali. Men eisini tær báðar nýggju hjá VB, Gintare Butkeviciute og Ingrida Kuodyte, hava roynst væl við ávikavist 18 og 16 málum. David og Kjartan Higartil eru tað serliga David Edvardsen í Kyndli og Kjartan Johansen í StÍF, sum hava gjørt vart við seg í Atlantic Airwayskappingini, tí teir hava fyrstu trý umførini skotið 24 mál í part, harav ávikavist trý og sjey eru brotskøst. Eisini er Zarko Pejovic hjá Team Klaksvík komin væl frá byrjan við 21 málum, hóast fyrsta stigið ikki er komið har enn.